Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2009 15 UMMÆLI Tróndur Enni Sunnudagin tann 26. juli fyri ólavsøku var eg til eina held ur forkunnuga og stór­ slig na konsert uttan fyri gam la meiraríið í Tórs­ havn. Talan er um konsertina, sum Tórshavnar Stórband hevði, løgini vóru nýggj og gomul havnarløg, heilt frá Simma til Teit, øll løgini vóru útsett fyri stórorkestur av Magnussi Johannesen. Frásøgumaður hendan dag in var eingin annar enn Ro bert McBirnie, ið trein á pall í besta stíli, svørtum klæd n ingi við reyðum slipsi og góðum humori. Fyrsta lagið var Déjà vu, eitt vakurt instrumentalt lag eftir Magnus Johannesen, eitt sveimandi lag, ja kanska heilt úr Havnuni út í heim og aftur. Hvør veit, tað er jú bara hugaheimurin, ið setur mørk, tá ið tað kemur til tón leikin. Tað var heilt fitt á fólki kom ið saman til hesa for­ vitnis sligu konsert, fleiri av and litnum kundi ein kenna aft ur úr føroyska tónleika lívi num, nokkso áhugavert. Næsta lagið var Mánalýsið, eitt nýtt lag eftir Magnus Jo hanne sen, orðini átti Mart in Joensen, á pallin he sa ferð kom Sólva Ford. Við einari mjúkari stemmu framførdi Sólva lagið, sera vakurt og melodiøskt. So er tað James Olsen, ið Robert presenterar. Lagið, ið James syngur, eitur Nosta lgi, aftur hesaferð er tón leik ur in eftir Magnusi og Martini. James syngur mill um annað um Konditt­ ar í ið, har hann bestillir sær eitt lavkøkustykkið og eina soda vatn, ja tað er jú tann reina nostalgi, James er ein av okkara pionerum, tá tað kem ur til tónleik. James hevur eina góða kennslu av, hvus su eitt lag skal svinga, og hettar lagið var einki undan tak, flott framført við einari vokal improvisation og sínari sermerktu rødd, tó skal sigast, at ein kundi hóma, at røddin ikki var heilt frísk. Eitt sum eyðkennir løg og arrangement hjá Magnu­ si, er at alt er sera væl skrúv að saman, flottar intro ir og outtroir, sum heild spennandi ljómar og løg. Eitt av teimun nýggjaru havnar løgunum á kon sert­ ini var lagið hjá Teiti, Havn­ in er ein lítil bygd, hettar lag ið sang Finnur Jensen, og tað var meistarliga sung­ ið og framført. Tað fimta lagið á konsertini framførdi Anna Nygaard, fitt, dans­ an di og charmerandi sang Anna lagið Rukkulív í Lond on Town við einari rødd, ið spennir rættiliga vítt, annars stuttligt at sígg­ ja ein sangara, sum røkk ur út yvir senukantin. Karmarnir um konsertina vóru sera góðir, ein stór sena og eitt stórt ljóð ann­ legg, har tónleikararnir komu til sín rætt, tó kundi ljóð ið verið eitt sindur betri, veit ikki heilt, hvat eg skal siga um tað, men kanska ov hart til tíðir. Løgini sum vóru við á kon sertini vóru millum ann að, Kvøld á tinganesi eftir Terja Rasmussen og Anker Eli, Mær Leingist hjá Nicolinu á Kamarinum, og sjálvandi var lagið hjá Simma og Birna Dam, Eitt Sunnu kvøld í plantasjuni við á konsertini. Veðrið hendan dagin var gott, eitt sindur av sól, mjørka flógvum og eitt sind ur av sirmi, sum ein góð ur summardagur í Føroy um skal vera, men tað skal tó sigast, at tað klárnaði í til tað seinasta lagið, sum passandi var Til Havnar vit Fara, allir solistarnir trinu á páll við Roberti á odda. Her mann Jacobsen átti orð­ ini, valsur traditionelt út ­ sett ur, hesaferð sang Ro bert fyri, og minti tað ikki sørt um Herman sjálv an. Við so góðum tónleikarum sum Magnus Johannesen, Rógva á Rógvi, Edvard De bess, Heðin Z. Davidsen, Ólavi Olsen, Eiriki Skála, og Jens Knudsen fyri at nev na nakrar, so kann tað ikki ganga heilt galið. Samanumtikið var hettar ein flott konsert, og ein góð upp hiting til ólavsøkuna. Tórshavnar Stórband: Ein flott konsert og ein góð upphiting til ólavsøkuna