týsdagur 11. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 150 - 11. august 2009
tíðindi
Plásstrotið inni í
kirkjuni á Christians
borg forðaði ikki
fólki num í at minnast
Svend Auken á teirra
egna hátt í kirkju
túni num mitt í Keyp
manna havn í gjár
RepoRtaga
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
T
að var ikki pláss fyri
teim um í Christians
borgs Slotskirke teimum
fleiri hundrað, sum stóðu
eftir, tá dyrnar inn til kirkju
na vórðu latnar aftur neyvt
klokkan 11.00 fyrrapartin í
gjár. Onkursvegna tóktust
tey heldur ikki at hava
vænt að sær sess í fínu kirju
ni. Og tey varnaðust næstan
held ur ikki politistarnar,
sum royndu at stúgva tey
meir saman, so tey ikki
stóðu beint í allari býar
ferðslu ni. Teirra oyru vóru
longu vend móti hátalar ar
num og við eygunum í lítla
sang heftinum, tey høvdu
fing ið, sluppu tey kortini at
vera við í minn ing ar haldi
num fyri teirra stóru fyri
mynd og sosialdemo krat
iska odda manninum Svend
Auken.
K
ring allan býin sæst
Dannebrog á hálvari
stong, men allan vegin upp
gjøgnum kirkjutrappurnar
standa ernir menn við reyð
um fløggum, sum reisa seg
hægri og hægri. Ein eldri
maður í slitnum bláum
frakka heldur fast um flagg
stongina við aðrari hondini,
meðan hann festir sær í við
hinari. Frammanfyri mær
roynir ein maður í svartari
Tskjúrtu at finna rætta
sálm in í sangheftinum. Á
ryggi num stendur "Skal du
passe dig selv, eller skal vi
passe på hinanden?" Júst
sum hann toyggir seg fyri
at síggja betri, steðgar hann
á, so hann ikki traðkar á
reyðu rósuna, sum liggur
við síðuna av eini konu,
sum hevur sett seg á for
tovið. Hon syngur longu
hart við "Hils dig frelser og
forsoner", sum nú rungar úr
hátalaranum.
So hoyrist røddin á góða
vin manninum hjá Svend
Auken og biskoppinum í
År hus, Kjeld Holm. Hann
syrg ir um sín vin og harmast
um stóra politikaran, sum
fór alt ov tíðliga. Hann
royn ir at seta orð á nívandi
miss in við at tríva í eina
yrk ing hjá skaldinum Tom
Kristen sen, um at tað er
tann, sum hevur megina at
tola og bera, sum kann fylla
eitt pláss millum tey stóru.
Ein slíkur var Svend Auken,
sigur vinmaðurin; hann átti
egin leikan at tola, ikki fyri
egn an vinnings skuld men
fyri sakina. Tí tað altíð var
okkurt, sum var týdn ingar
mikið, okkurt, sum ikki
kun di bíða.
Maðurin í svørtu T skjúrt
u ni nikkar stillis liga.
E
ina løtu ger brummið
frá bilum og bussum
tøgnina ullinta, til klára
rødd in hjá forkvinnuni í
sosia l demokratiska flokki
num mest sum fær fjøldina
at hvøkka við. Eisini Helle
Umboð úr sosialdemokratisku lokalfeløgunum stóðu við hvør sínum reyðum flaggi á trappuni til Slotskirkjuna
»Skal du passe dig selv, eller skal við passe på hinanden« Hvør
á sín hátt mintust fólk á gøtuni Svend Auken
Eisini politisk umboð úr Føroyum vóru at síggja í fylginum. Her eru tað John Johannesen og
Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum
Fólkið mintist Auken