týsdagur 11. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 11. august 2009
Jákup Mikkelsen hev ur
verið meiri enn hálv skadd
ur seinastu tíðina, men
hann hevur vant við fullari
ferð nú landsliðið hev ur
fyrireikað seg. Spurn ing
ur in er nú, um valið fellur á
hann ella Gunnar Nielsen,
tá liðið skal setast til í
annað kvøld
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen hevur ikki verið
meiri enn hálvur seinastu dystirnar.
Í móti EB/Streymi var hann als ikki
við, og tá hann vardi málið í móti KÍ
hóskvøldið, var hann als ikki 100
pro sent.
Jens Martin Knudsen, ið er ein av
hjálpar venjarunum hjá Brian Kerr,
land s liðs venjara, vildi tó í morgun
vera við, at støðan var góð hjá báð
um málverjunum.
– Eftir teimum venjingunum,
sum hava verið, er Jákup Mikkelsen
púra klárur, segði Jens Martin
Knud sen. Tað sama er Gunnar Niel
sen, so talan vera um javna og
harða kapping um málverjaplássið.
– Vit eru í eini góðari støðu har,
segði Jens Martin Knudsen við Rás2
fyrra partin.
Gunnar ella Jákup
Stóri spurningurin er so, hvønn
Brian Kerr, landsliðsvenjari, velur at
satsa uppá. Jákup Mikkelsen hevur
roynst landsliðnum øgiliga væl,
men á dópsbrævinum stendur, at
hann verður 39 ára gamal fríggj a
dag in.
Hetta merkir samstundis, at hann
hev ur royndir sum eingin annar,
men spurningurin er, um Brian Kerr
yns kir at halda fast í Jákupi Mikkel
sen, ella um hann ynskir at marker
að sína komu sum landsliðsvenjari
við einum skifti á tí plássinum, har
mest ágangur er, tá landsliðið
spælir.
Seinast Brian Kerr hevði ábyrgd
ina av landsliðnum, loysti hesin
trupulleiki seg sjálvan, tí Gunnar
Niel sen var ikki tøkur tá. Tað var
Gunn ar Nielsen hinvegin, tá Før oy
ar spældu venjingardyst í móti
Íslandi. Tá fekk hann fyrstaval, með
an Heðin Askham, sum tá hevði
ábyrgdina av landsliðnum, valdi
full komiliga at síggja burtur frá
roynd a klaksvíkinginum.
– Vit kunnu ikki hava ein
málmann, sum kanska er í heims
klassa, sitandi á bonkinum, segði
Heðin Askham tá. Spurningurin er,
um Brian Kerr er av somu sann
føring.
Greitt er tó, at tað er avmarkað
við spælitíð hjá 22 ára gamla mál
verja num, sum er knýttur at enska
felag num Manchester City.
Evnini fornokta seg tó ikki – tað
hevur verið greitt leingi. Veruleikin
er tó eisini tann, at Jákup Mikkelsen
hevur spælt 62 landsdystir. Fýra av
teim um í móti Fraklandi.
Dystirnir
í móti
Fraklandi:
08.09.04:
Føroyar-Frakland 0-2 (0-1)
01: Ludovic Giuly 32.
02: Djibrill Cisse 73.
03.09.05:
Frakland-Føroyar 3-0 (2-0)
10: Djibril Cisse, 13.
20: sjálvmál (Súni Olsen), 18.
30: Djibril Cisse, 76.
11.10.06.:
Frakland-Føroyar 5-0 (2-0)
10: Louis Saha, 1.
20: Thierry Henry, 22.
30: Nicolas Anelka, 76.
40: David Trezeguet, 77.
50: David Trezeguet, 84.
13.10.07.:
Føroyar-Frakland 0-6 (0-2)
01: Nicolas Anelka 6.
02: Thierry Henry 8.
03: Karim Benzema 50.
04: Jérôme Rothen 66.
05: Karim Benzema 81.
06: Hatem Ben Arfa 90.
Jákup er klárur
Jákup Mikkelsen er klárur, sigur Jens Martin Knudsen, men tað er Gunnar Nielsen eisini, so Brian Kerr hevur eitt slag av
luksustrupulleika, nú málverji skal veljast til dystin í annaðkvøld