týsdagur 11. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. august 2009 – Nr. 150 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Fýra ferðir hava vit spælt
í móti Fraklandi, men
meðan teir hava skotið
16 mál í móti okkum, hava
vit ongantíð fingið bóltin í
málið hjá fraklendingum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hóast vit onkuntíð hava fingið
hampilig úrslit og heiðurlig tap í
móti Fraklandi, so hava vit sanniliga
eisini fingið onkran lúsingin
viðhvørt.
Størsta tapið fingu vit seinast, vit
spældu í móti Fraklandi. Hetta var á
Tórsvølli 13. oktober í 2007, har
føroyska landsliðið legði rygg til
eitt 0-6 tap.
Eitt ár frammanundan hevði
føroyska liðið tapt 5-0 í Fraklandi.
Í 2005 vann Frakland 3-0 á
Føroyum, tá Djibril Cissé gjørdi tvey
mál og Súni Olsen eitt sjálvmál. Í
fyrra dystinum liðanna millum í
hesum bólkaspælinum, tá Fraklandi
vann 0-2 í Føroyum, gjørdi Djibril
Cissé eisini eitt mál. Harvið er hann
tann spælarin, sum hevur skotið
flest mál í móti Føroyum.
Men hann hevur altso ikki fingið
landsliðsboð hesaferð. Tað hevur
David Trezeguet heldur ikki. Hann
hevur skotið tvey mál í móti
Føroyum. Eisini Louis Saha, Ludovic
Giuly, Jérôme Rothen og Hatem
Ben Arfa hava skotið hvør sítt mál í
móti Føroyum, men hava ikki fingið
landsliðsboð.
Tískil eru tað einans Nicolas
Anelka og Karim Benzema í franska
hópinum hesaferð, sum hava
skorað í móti Føroyum. Teir hava tó
fingið tvey mál hvør.
Fróði Benjaminsen
er toppskjúttin
Í føroyska hópinum er tó eingin,
sum hevur megnað at fingið bóltin
í franska málið. Í teimum fýra
dystunum móti Fraklandi hevur
Føroyar tapt tilsamans 16-0. Og
sum støðan er nú er lítið sannlíkt, at
hetta samlaða úrslitið fer at vera
nógv penari í annaðkvøld.
Í føroyska hópinum er Fróði
Benjaminsen tann, sum í løtuni hevur
gjørt flest mál. Tríggjar ferðir hevur
hann skorað fyri Føroyar. Súni Olsen,
Jákup á Borg, Christian Høgni
Jacobsen og Christian Lamhauge
Holst hava allir skotið tvey mál hvør,
umframt at Bogi Løkin og Símun
Samuelsen hava fingið eitt í part.
Vil hava Ribery
Chelsea-eigarin, milliarderurin, Roman Abramovich, hevur sambært
enska blaðnum The Sun tosað við Uli Hoeness, stjóra í Bayern
München, um eitt møguligt keyp av franska stórleikaranum, Franck
Ribery. Sambært blaðnum játtaði Hoeness at hava ein fund við
Abramovich í vikuni, har russiski olju-barónurin fer at leggja eitt boð
áljóðandi £40M, ella 346 milliónir krónur. Hetta er størsta upphædd,
sum eitt enskt felag hevur latið fyri ein leikara. The Sun vil vera við, at
týskarar eru so argir inn á »arrogansuna« í Real Madrid, at teir fegnir
vilja selja til enska Chelsea í staðin. Hoeness hevur tó áður sagt, at
Ribery ikki er til sølu.
Eiga fyrsta málið til góðar
Mest skorandi leikararnir
hjá báðum liðum eru
framvegis aktivir, men
hvørgin teirra verður við
á vøllinum, tá Føroyar og
Fraklandi bresta saman í
annaðkvøld
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hvørki Rógvi Jacobsen ella Thierry
Henry vera tøkir mikukvøldið. Fyrst
nevndi er nústaðni við at koma seg
eftir drúgvan skaða, meðan Thierry
Henry fekk ein skaða um vikuskiftið,
tá hann við FC Barcelona spældi
venjingardyst í móti meksikanska
liðnum Guadalajara.
Sostatt mugu bæði Brian Kerr og
Raymond Domenech síggja burtur
frá sínum toppskjúttum, sum ann-
ars hava spælt í øllum fýra undan-
farnu dystunum, liðini hava møtt
hvørjum øðrum.
Í hesum dystum hevur Thierry
Henry havt takið á Rógva Jacobsen.
Henry hevur nevniliga skotið tvey
mál, meðan Rógvi Jacobsen ikki
hevur skotið nakað mál í móti
Fraklandi.
Henry skoraði fyrsta mál sítt í
móti Føroyum, tá hann 11. oktober
í 2006 økti um leiðsluna, soleiðis at
Fraklandi legði seg á odda 2-0.
Dysturin endaði annars 5-0. Seinna
málið í móti Føroyum gjørdi hann
seinast liðini møttust. Hetta var 13.
oktober í 2007, tá Henry aftur
hesaferð skoraði til 0-2. Tá vóru
bara átta minuttir spældir og eisini
hesaferð var talan um stórtap, 0-6
Saknur í Rógva
Thierry Henry hevur spælt 111
landsdystir og hevur skotið 48 mál,
í mun til Rógva Jacobsen, sum
hevur spælt 52 landsdystir og
hevur skotið 10 mál. Teir báðir eru
mest skorandi leikararnir fyri sítt
land.
Lítil ivi man tó vera um, at til
dystin í morgin saknar Brian Kerr
nokk Rógva Jacobsen meir, enn
Raymond Domenech saknar
Thierry Henry.
Sleppa undan topp skjúttunum
Fróði Benjaminsen
er maðurin við
flest málum
í føroyska
hópinum. Hann
hevur skorað
tríggjar ferðir
Gerrard avboð
Liverpool miðvallarleikarin, Stevean Gerrard, verður ikki við á
enska landsliðnum, sum í annaðkvøld spælir vinardyst móti
Hollandi. Gerrard dregist við ein minni skaða í lyskuni, og tí
varð hann sendur aftur til Liverpool í morgun, tá landsliðið
fleyg úr Heathrow til Amsterdam. Eingin er úttikin í staðin
fyri Gerrard. Eisini Ben Foster mátti geva avboð til
landsdystin, tí hann fekk ein lítlan skaða í Community Shield-
tapinum móti Chelsea sunnudagin. Joe Hart frá Manchester
City – sum í løtuni er læntur út til Birmingham – er úttikin í
hansara stað, skrivar BBC.