týsdagur 11. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. august 2009 – Nr. 150
Løgreglan verður til staðar
á Tórsvølli í annaðkvøld
sum til aðrar landsdystir,
men tað er ikki talan um
ein high-risk dyst, sigur
Martin Berg frá løgregluni
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sjálvandi verður løgreglan á Tórs
vølli í annaðkvøld. Tað er hon til
allar landsdystir, og dysturin í móti
Fraklandi mikukvøldið verður einki
undantak í so máta.
Talan verður tó ikki um nakran
highrisk dyst, sum vit onkuntíð
hava havt í Føroyum.
– Vit hava gjørt okkara metingar
og kanningar í samráð við Fót bólts
sambandið, UEFA og FIFA. Og út frá
hesum eru vit komin fram til, at
talan verður ikki um nakran high
risk dyst, sigur Martin Berg frá
løgregluni í Havn.
Hetta var eisini støðan, tá
Fraklandi var í Føroyum í 2007.
Martin Berg vísir á, at tað eru
krøv um trygd og annað, ið skulu
uppfyllast og hetta verður gjørt.
Millum annað fáa teir at vita, at
hvussu nógvir áskoðarar koma og
eisini, um hooligans eru millum
teirra.
Um fronsku áskoðararnar hevur
løgreglan í Havn frætt, at teir vera
um 40 í tali, og at talan er um
friðarlig fólk.
Spælir altíð væl av
Tá Týskland vitjaði í Føroyum í juni
2003 var hetta ein highrisk dystur.
Tá bað føroyska løgreglan um hjálp
úr Danmark, sum sendi 60 løgreglu
menn til Føroya.
Orsøkin var, at løgreglan í met
ing um av dystinum og umstøð un
um annars vóru komin fram til, at
vandin fyri ófriði ikki var lítil, tá eini
50 hooligans vóru partur av týsku
áskoðarafjøldini.
Eisini tá Brøndby vitjaði í Føroy
um í fjør, tá hesir spældi í móti B36,
og tá Manchester City spældi móti
EB/Streymi, fekk løgreglan hjálp úr
Danmark, men í øllum førum
spældi alt væl av.
Sunnudagin gjørdist
Súsanna Skylv Sørensen
danskur meistari á hálva
ironman-teininum, tá
kappast var í jútska býnum,
Juelsminde
ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Talan er um eina rættiliga harða og
kropsliga krevjandi kapping, tí tey
íðkandi skulu fyrst svimja 1,9
kilometrar, síðani súkkla 90
kilometrar og at enda renna 21,1
kilometur. Tað er ikki av ongum, at
tvífaldi teinurin av hesum hevur
heitið ironman ella »jarnmaður«.
Kappingin sunnudagin fór fyri
tað mesta fram í og kring
havnarlagið í Juelsminde, og tá
avtornaði, var Súsanna Skylv
Sørensen fremst í kappingini hjá
kvinnunum við tíðini fýra tímar, 37
minuttir og 12 sekund.
– Hóast hetta bæði var ein
kapping og ein venjing, vildi eg
gjarna vinna og fór tí eftir gullinum.
Tað eydnaðist eisini, hóast
kappingin hesa ferð ikki gekk av tí
allarbesta. Nú ætli eg mær at gera
meira um meg, og eitt nú ætli eg
mær at satsa uppá at sleppa á
danska landsliðið, sigur hon.
Súsanna, sum í kappingini í
Juelsminde umboðaði Føroya
Triathlon Felag, vann fyri einum
góðum mánaði síðani silvur í
10.000 metra renning á Oyggja
leikunum í Álandi, umframt at hon í
súkklukappingini Statoil Kring
Føroyar í farna mánaði vann hjá
kvinnunum. Eisini er hon ráðandi
føroyameistari í triathlon.
Súsanna danskur meistari
Ikki high-risk dystur
Føroyski
hópurin
Málverjar:
Jákup Mikkelsen, KÍ
Gunnar Nielsen, Manchester City
Verjuleikarar:
Egil á Bø, EB/Streymur
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ
Bartal Eliasen, ÍF
Atli Gregersen, Víkingur
Einar Tróndargjógv Hansen, NSÍ
Jónas Þór Næs, Hvidovre
Niclas Niclasen, Víkingur
Fróði Benjaminsen, HB
Miðvallarar:
Jákup á Borg, B36
Atli Danielsen, KÍ
Bogi Løkin, NSÍ
Súni Olsen, Víkingur
Jann Ingi Petersen, NSÍ
Símun Samuelsen, Keflavík
Høgni Zachariassen, ÍF
Hjalgrím Elttør, KÍ
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, B68
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst,
Silkeborg
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Franski
hópurin
Málverjar:
Cédric Carrasso, FCG Bordeaux
Hugo Lloris, Olympique Lyonnais
Stéve Mandanda, Olympique de
Marseille
Verjuleikarar:
Erik Abidal, FC Barcelona
Julien Escude, FC Sevilla
Patrice Evra, Manchester United
Rod Fanni, Stade Rennais FC
William Gallas, Arsenal FC
Bakary Sagna, Arsenal FC
Sébastien Squillaci, FC Sevilla
Miðvallarar:
Alou Diarra, Girondins de
Bordeaux
Lassana Diarra, Real Madrid
Yoann Gourcuff, Girondis de
Bordeaux
Florent Malouda, Chelsea FC
Moussa Sissoko, Toulouse FC
Jéremy Toulalan, Olympique
Lyonnais
Framherjar:
Nicolas Anelka, Chelsea FC
Karin Benzema, Real Madrid
AndréPierre Gignac, Toulouse FC
Thierry Henry, FC Barcelona
(skaddur)
Loic Remy Ogc, Nice
Franck Ribery, Bayern München
(skaddur)
Vieira verður verandi
Søgur hava leingi gingið um, at Patrick Vieira skuldi vera á veg
til Arsenal aftur, men sambært Sky Sports hevur royndi
miðvallarleikarin gjørt av at verða verandi í Inter. Vieira hevur
verið nógv frammi í miðlunum, og bæði Tottenham og Arsenal
hava verið áhugað í at fáa fronsku stjørnuna í sín hóp. Vieira vi
lógvuliga fegin við til HM komandi ár í Supurafrika, og fyri at
sleppa tað, er neyðugt við støðugari spælitíð, nakað hann ikki
kundi vera vísur í í Inter. Nú hevur hann kortini gjørt av at halda
fram í italienska felagnum og royna at hjálpa Inter at vinna
fimta meistaraheitið á rað.
Fyrsta liðið víðari
Carling Cup steypakappingin fyri ensku leaguefeløgini byrjaði við
einum dysti í gjárkvøldið. Darlington úr League 2 tók heima ímóti
fyrrverandi stórliðnum, Leeds United, sum í dag spælir í League 1.
Darlington slapp við neyð og deyð undan húsagangi, og hevur skift alt
liðið út. Allir leikarar eru komnir til á »free transfers«. Tað er Colin Todd,
sum er venjari har nú. Men hóast heimavøll gjørdist Leeds ov stórur
biti fyri Darlington, sum mátti lúta fyri einum Enoch Showunmi málið
eftir umleið einum tíma spæli. Stjørnuáleyparin hjá Leeds, Jermaine
Beckford, var skaddur og tí ikki við í dystinum.
Løgreglan verður sum vant til staðar til landsdystin á Tórsvølli í annaðkvøld