týsdagur 11. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. august 2009 – Nr. 150 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Víkingur er
í lyklastøðu
Kappingin millum AB-
og KÍ-kvinnurnar er so
jøvn, at málmunurin
kann verða avgerandi
í síðsta enda – um
ikki Víkingur »tekur
avgerðina« ímóti øðrum
teirra
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
AB og KÍ hava verið í serflokki í
kvinnukappingini higartil. Liðini
hava tapt eina ferð í part ímóti
hvørjumøðrum, umframt at tey
eina ferð í part hava spælt javnt
ímóti Víkingi. Tí kann síðsti
dysturin teirra millum, sum
verður í næstsíðsta umfarinum
tann 27. september, væl gerast
tann ultimativa FM-finalan, tí
liðini fylgjast so væl á
stigatalvuni.
Enda liðini kappingarárið við
sama stigatali, hevur KÍ tó ein
stóran fyrimun í royndini at
vinna tíggjunda FM-heitið á
rað, tí KÍ hevur í løtuni eina 19
mál betri málúrtøku enn AB,
sum jagstrar sítt fyrsta
meistaraheiti nakrantíð. Hetta
kemst av, at KÍ megnar nakað,
AB enn ikki ordiliga dugir, og
tað er til fulnar at revsa
vánaliga mótstøðu. Eitt nú
hevur KÍ vunnið ein dyst 13-1
og ein 8-0…
Meðan øll eygu eru vend
ímóti teimum báðum fremstu,
er tó vert at geva gætur, at ikki
so langt aftan fyri tey er liðið
hjá Víkingi, sum hevur staðið
seg sera væl í ár. Ein góðan dag
kann Víkingur saktans spæla
teimum báðum fremstu eitt
puss og vinna á teimum.
Tann møguleikan mugu vit
eisini lata standa opnan, tí
hóast Víkingur ikki vinnur FM í
ár, kann liðið fyri tað koma at
gera av, hvat av hinum báðum
vinnur tað!
Leygardagin fór kvinnu-
kappingin í gongd, og AB
legði fyri við at vinna á
Skála, meðan B68/NSÍ
fekk ikki mannað lið ímóti
Víkingi. Triði dysturin í
hesum umfarinum verður
spældur hósdagin, tá KÍ
tekur ímóti EB/Streymi
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Eftir ein steðg í yvir ein mánað, fór
landskappingin í 1. deild hjá
kvinnum í gongd aftur leygardagin,
tá tveir dystir vóru á skránni. AB tók
ímóti Skála, og her gjørdist talan
um ein favorittsigur, hóast munur
stórt sæð ikki sást á liðunum fyrr
enn í seinna hálvleiki.
At hetta var fyrsti dysturin hjá
AB-kvinnunum síðani steypasigurin
á KÍ fyrst í juli mánaði, var kanska
ein orsøk til, at liðini tóktust sera
jøvn fyri steðgin, tí AB megnaði ikki
rættiliga at skapa tær avgerandi
støðurnar. Men ein onnur orsøk, ið
helst er minst líka sannlík, er at
skálakvinnur stríddust væl og
royndu at geva oddaliðnum dygga
mótstøðu.
AB legði bragdligari fyri, men
skjótt fótaði Skála sær og meira ella
minni var betra liðið væl fram ímóti
hálvleikinum, tá AB aftur byrjaði at
røra upp á seg og vísti, hvat
væntast kundi eftir steðgin.
Hálvleiksstøðan var 0-0.
AB fekk hol á
Nokk so skjótt í seinna hálvleiki
kom eisini til sjóndar, at AB veruliga
vildi vísa seg sum tann favorittur,
liðið var, og eftir spæl í sjey minuttir
gjørdist 1-0 til heimaliðið. Trunka-
spæl var framman fyri málinum hjá
Skála, og har eydnaðist Elin K.
Thomsen at enda fáa bóltin í málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki øktu
kvinnurnar hjá AB. Mona Breck-
mann, sum eina viku framman-
undan var blivin føroyameistari í
100 metra renning, vísti sín kvik-
leika og endaði eitt skjótálop við at
senda bóltin í málið.
Fleiri mál komu ikki, og tískil
vann AB dystin 2-0. Tað merkir
samstundis, at AB í øllum førum
hevur lænt oddasessin frá KÍ í
nakrar dagar.
Eftir dystarskránni skuldu
Víkingur og B68/NSÍ spælt í
Norðragøtu leygardagin, men tann
dysturin varð av ongum, tí felags-
liðið uttan av Skálafjørðinum ikki
fekk mannað lið. Sostatt vinnur
Víkingur uttan dyst, við 0-0 í
málskoru.
Útsettur dystur
Triði dysturin í hesum fyrsta
um farinum eftir summarsteðgin,
verður spældur í Klaksvík hósdagin,
tá KÍ tekur ímóti EB/Streymi.
Megnar KÍ at vinna tann dystin,
sum liðið í øllum førum er stór-
favoritur til, eru klaksvíkskvinnur
aftur oddalið. Tá koma tær upp á
sama stigatal sum AB, men hava
nógv betri málúrtøku.
Dysturin hjá KÍ er útsettur, tí KÍ
júst hevur verið í Makedonia og
spælt tríggjar krevjandi dystir í
UEFA Woman’s Champions League,
har KÍ-kvinnurnar í sera nógvum
hita taptu 0-2 ímóti Montpellier úr
Fraklandi og 1-2 ímóti NSA Sofia úr
Bulgaria, fyri síðani at enda at vinna
4-2 á Tikvesanka úr Makedonia.
Avrikið í makedonska býnum
Strumica verður mett sum tað
higartil besta hjá KÍ-kvinnunum í
europeisku kappingunum, tær hava
verið dúgligar at meldað seg til, og
so fæst at síggja, hvat tær hava tikið
við sær heimaftur, nú gerandis-
dagur aftur er í føroysku kappingini.
AB lænir oddasessin
1. deild, kvinnur, støðan
D
V
J
T
Mál
Munur
Stig
1
AB
13
10
2
1
31- 6
+25
32
2
KÍ
12
9
2
1
50- 6
+44
29
3
Víkingur
13
7
3
3
27-16
+11
24
4
Skála
13
4
1
8
16-35
÷19
13
5
EB/Streymur
12
2
1
9
8-37
÷29
7
6
B68/NSÍ
13
1
1
11
5-37
÷32
4
Bjørg Syderbø, AB,
roynir at sleppa
fram við Marin
Gregersen og Evi
Mikkelsen, Skála, í
dystinum á Argjum
leygardagin, sum AB
vann 2-0
Mynd: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir
Drogba vil betra seg
Ivoryanarin, Didier Drogba, hevur manað alla spekulatión í jørðina eftir
at hann í síðstu viku longdi sáttmálan við Chelsea við tveimum árum, so
hann verður verandi á Stamford Bridge fram til 2012. Sambært Sky
Sports tekur hann einki fyri givið, og metir seg hepnan at hava
framtíðina tryggjaða, eftirsum hann hevur nógvar fótbóltsvinir í
Fraklandi, sum standa uttan sáttmála. Royndi áleyparin sigur seg enn
kenna seg ungan, hóast hann er farin um tey 30, og hann hugsar als ikki
um, hvussu long karrieran enn kann gerast. Hann var við til at vinna
fyrsta steypið á árinum, tá Chelsea vann á Manchester United í
Community Shield dystinum á Wembley sunnudagin.
B71 snávaði
Seinasti dysturin í 18. umfari í 1. deild var í gjárkvøldi, tá B71
vitjaði NSÍ í Runavík. B71 hevði kundi við einum sigri leggja
seg ájavnt við VB/Sumba í stigum á fyrsta plássinum, við eini
betri málúrtøku enn suðuroyarliðið. Men NSÍ vann dystin 4-1
við málum frá Helga L. Petersen, Árna Frederiksen, Tórodd
Thomsen og Jens Joensen, meðan íslendingurin Gassi
skoraði fyri NSÍ.