Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 150 - 11. august 2009 merkisdagar heilsanir Góði elskaði gubbi Derik Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegnum 7. august. Takk fyri alt tú ert fyri okkum og takk fyri at tit altíð eru so fitt at passa okkum. Eisini ein heilsan til mostur, Nemu, Sáru og Karl. Muss og klemm frá okkum í Geilini í Klaksvík Góði elskaði Høgni gubbi Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 8. august. Takk fyri alt tit eru fyri meg. Her eru vit bæði ordiliga fitt. Eisini ein heilsan til mossina. Vit elska tykkum. Síggjast. Heilsan Manja og Sára Okkara elskaða mamma Hjartaliga tillukku við degnum 6. august. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Vit elska teg ómetaliga nógv, tað skalt tú bara vita. Alt tað besta í framtíðini. Heilsan døtur tínar Hedevig og Valdis Meinigheitshúsið í Havn Týskvøldið 11. august kl. 20.00: Bíbliutími v/ Ejvind Mouritsen Joh 15.18 - 27 Hóskvøldið 13. august kl. 20.00: Ungdómur Summarmøti Sunnukvøldið 16. august kl 14.00: Sunnudagsskúli Sunnukvøldið 16. august kl. 18.00: Møti v/ Jóhan Petur Johannesen Øll eru hjartalia vælkomin Missiónshúsið við Landavegin Sunnukvøldið møti kl. 18.00 Livdin Sunnumorgunin kl. 10.30 og kl. 11.30 byrja møtini aftur. Øll vælkomin Sí www.livdin.fo Filadelfia, Landavegur 22 Mikudagin kl. 16.30: Bøn fyri Ísrael og býnum. Leygardagin kl. 14.00: Brúðarvígsla (Mia Jacobsen og James Mburu verða vígd). Sunnudagin kl. 11.00: Møti – Alex O’Campo talar. Mánadagin kl. 20.00: Bønarskúlin. www.filadelfia.fo Tórshavnar Hvítusunnu­ samkoma Sunnudagin kl. 18.00: Evan- geliskt møti, »Ein nýggj byrjan«. Øll eru vælkomin. Fríkirkjan Oasan Kirkjustræti Fríggjakvøldið kl 20.00: Ungdómsmøti. Sunnudagin kl 11.00: Guðstænasta v/ Jóhan P. Johannesen Bønarmøti hvønn dag frá kl 06.00 – 18.00 Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Kollafjarðar Missiónshús Møti verður sunnukvøldið kl. 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Missións­ og Ungdóms­ húsið á Glyvrum Mikudagin 12. aug kl. 06:00 Bøn kl. 20:00 Bíbiltími v/ Jónleif Danielsen Evni: Ef. 4 Fríggjadagin 14. aug kl. 21:00 Ungdómsmøtið, Jónsvein Simonsen Sunnudagur 16. aug kl. 18:00 Tala: Jaspur Langaard Kambsdalur, Handilsskúlin Týskvøld kl. 20: Bønar-og uppbyggingarmøti. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Poul Guttesen talar. Evni: Hví talaði Jesus í líknilsum? Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Mikudagin kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20 bíbliutími Matt. 22,15-33. Sunnudagin kl. 18 møti. Hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Mánadagin kl. 20.00: Bønarløta Týsdagin kl 9.30: Orðið á borðið. Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Tilhaldið í Tórsgøtu, tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Opið er mánadag til fríggja- dag kl. 9-17. Drekka munnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Tilhaldið verður afturlatið til Ólavsøku. Gott summar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin Pensionistafelagið í Havn Limirnir koma saman í Losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst. Summarsteðgur er, og vit hittast aftur 9. september. Telefon: 22 27 33 E-mail: finnurj@post.olivant.fo Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30-17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Nólsoy hevur summarsteðg. Lýst verður, tá tað letur upp aftur. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14-18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 13. august verður Napoloen Klein Olsen í Vestmanna, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 15. august kl. 13.00 í kaffistovuni við ferguleguna Inni á Fjørð í Vestmanna. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Napoleon, eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur 15. august fylla Petra Danielsen og Antona Fauerholdt Jespersen 80 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum 12. september kl. 19.00. 75 ára føðingardagur 14. august fyllir Elisabeth Poulsen, Ljósá, 75 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 15. august frá kl. 17. 65 ára føðingardagur Mikudagin 12. august verður Ingibjørg Mørk í Vági 65 ár. Føðingardagurin verður hildin sama dag í heiminum í Bøgøtu 71 í Vági, frá kl. 19.00. Føðingardagar Leygardagin 15. august halda Jastrud og Sámal Clementsen 75 + 75 ára føðingardag. Dagurin verður hildin »Starvsmanna felagshúsin um«, J. H. Schrøtersgøta 9. Tey, ið ynskja at heilsa uppá, eru vælkomin millum kl 11 og kl 17. Silvurbrúdleyp Mánadagin 10. august hava Gertrud og Kalli Váðklett silvurbrúdleyp. Daguri verður hildin í Bygdahúsinum í Lorvík kl. 18.00. Tey ið vilja gleða okkum at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 21 53 31 innan 5. august. Silvurbrúdleyp Týsdagin 11. august hava Julianna og Jóannes Heimustovu silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin frá kl. 17.00 í heiminum undir Hæddini 4, Klaksvík. Silvurbrúdleyp Mánadagin 28. sept. hava hjúnini Súsanna og Tórolvur Joensen, Leirvík, silvur brúd leyp. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 26. sept. kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at siga frá á tlf. 443332 og 213332 ella tj@olivant.fo innan 12. sept. Brúdleyp Leygardagin 15. august kl. 15. giftast í býráðshúsinum í Klaksvík, Katrin Nielsen og Karsten Hansen úr Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum í Skálanum kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 15. august kl. 13.00 giftast í Glyvra kirkju Jórun Hansen, Skipanes, og Óli Christian Danielsen, Glyvrar. Brúdleypið verður hildið fyri innbodnum frá kl. 17.00-21.00. Øll eru hjarta liga vælkomin í Sjókaféina frá kl. 21.00. Hátíðarløta Leygardagin 15. august kl. 17.30 verða Tórunn Guttesen og Heini Thomsen, Hoyvík, vælsignað í Hoyvíkar kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum í HB-húsinum kl. 19.00. Brúdleyp Leygardagin 15. august giftast Elin Svínoy úr Runavík og Johnny Festirstein Hansen av Norðoyri. Vígslan verður á Skúlaheiminum við Marknagil kl. 13.00, og eftir vígsluna verður receptión. Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. Brúdleyp Leygardagin 15. august giftast Rannva E. Hammer og Bárur Tindskarð. Víglsan verður í Ebenezer kl. 14 og vælkomst í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19. Tey sum vilja gleða okkum við at koma, kunnu ringja áðrenn 1. august til 581712 (Rannva) ella 275852 (Bárur). Brúdleyp Leygardagin 5. september giftast Jóhanna Christiansen, Søldarfjørður, og Kriistian Mikkjalsson Joensen, Klaksvík. Vígslan verður í Elim í søldarfirði kl. 13 og veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at tekna seg á tlf: 288953 ella 216858 áðrenn 22. august. Brúdleyp Leygardagin 19. september kl. 14.00 giftast í Hovs kirkju Selinda Hovsgarð, Hov, og Thorstein Thomsen, Hvalba. Veitslan verður hildin í Royn høllini í Hvalba kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at tekna seg á tlf. 375445, 575445 (Selinda) ella 222899 (Amy) áðrenn 1. september. Brúdleyp Corina Oana Panait og Bogi Niclasen skulu giftast í Føroy um næsta summar. Tit kunnu fylgja við í brúd- leypsfyrireikingunum á heimasíðuni corinabogi.com