mikudagur 12. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 151 - 12. august 2009
Skrivað hevur: Rigmor Dam
T
rø hava røtur, menniskju hava
føtur, segði Salman Rushdie
einaferð. Onkuntíð vildi ein ynskt,
at tað var øvut.
Í
vikuni andaðist ein av hildin
danskur politikari, Svend Auken.
Hann duldi ongantíð fyri, at hans
ara pláss var á vinstravong inum,
sum verji teirra, ið vegna vanlagnu
sína ikki hava somu møguleikar
sum vit onnur; minnilutar og ein
som, tey, sum eru øðrvísi og ikki
passa inn í ráðandi stundum
ræðandi hug myndir okkara um,
hvussu samfelagið skal innrættast,
og hvat skal til, fyri at eydnast sum
menniskja.
Sjálvur stóð Svend Auken
mangan einsamallur sum drangur í
brimi, tá ið tað politiska
ódnarveðrið leikaði harðast á. Men
røtur hansara stukku so djúpt niður
í sunt hugsjónarligt lendi, at hann
ongantíð lat seg skrykkja upp.
At enda noyddust røtur hansara
tó geva eftir ikki fyri hugsjónar
ligum trýsti ella menniskjaligum
ágangi, men fyri sjúku, sum ikki
kundi grøðast. Slíkum kann ongin
verja seg fyri, heldur ikki hug
sjónarligir skansar sum Svend
Auken.
U
m somu tíð sum Sven Auken
slepti takinum í jarð arlend
inum í hesum lívi, fall eitt annað
av heim sins sjáldsomu trøum. Ikki
vegna sjúku ella ódnar veður, men
menniskjaligt tanka loysi: træið í
plan tasjuni í Havn; hitt lítla træið,
sum móti øllum skili og allari
náttúru, hevði fest sínar røtur niður
í eina kloyvu í einum stórum
kletti. Og har hevur tað staðið
erpið og toygt seg upp móti sólini
og himm alhválvinum.
Hetta undranarsama træ hevur
seinastu árini verið ein áminning
til okk ara, sum brúka plantasjuna
sum friðskjól í gerandis degnum.
Bæði vaksin og børn hava havt
gleði av tí. Børnini, tí tey hava
verið bergtingin av, at eitt træ kann
vaksa á ella úr einum steini. Tey
vaksnu av tí sama, men eisini við
at tulka ymiskar ímyndir burt ur úr
hesum hugnaliga og lívsjáttandi
fyribrygdi. Og orðini Klettur,
klovin fyri mær, lat meg fáa lívd
hjá tær renna mær í hug.
M
en ikki longur. Nú er onki
træ. Tað er nú brotið burtur
og eftir stendur ein særd rót.
Tað er ringt at skilja, at nakar
fær seg at gera seg inn á nakað so
vandaleyst og friðarligt sum eitt
træ, ið onki hevur gjørt annað enn
at velja sær sítt heim á einum
steini heldur enn í moldini, eins og
øll hini. Men kanska var tað
ovboðið fyri onkran, at eitt neyð
ars ligt træ skuldi standa har og
mótsiga viðtiknu fatan okk ara um,
at onki kann blóma í kargari jørð?
At tað við røttum hugburði og við
viðurkenning frá um hvørv inum
ber til at trívast, hóast umstøðurnar
eru mest sum óliviligar?
Í námsfrøðini læra vit um hug
takið Mælkebøttebarn. Hetta er
barnið sum, eins og hagasóljan,
megnar at skapa sær eitt eydnuríkt
lív við at bróta negativa sosiala
arvin, hóast tað hevði alt ímóti sær
frá fyrsta degi.
Vónandi fer tann ella tey, sum
framt hava hesa óbóta gerð, onkun
tíð í framtíðini at finna megi til at
venda sína vreiði til nakað meira
lívsjáttandi og blómandi.
Aftur hópuppsøgn hjá SAS
Skandinaviska flogfelagið fer at siga millum 1200 og 1500 úr
starvi, og onnur skulu hava mini løn enn nú. SAS hevur júst
almannakunngjørt, at felagið hevði 750 milliónir krónur í hallí eftir
skatt í apríl ársfjórðingi, og at felagið skal spara hálva aðru milliard
krónur í rakstrinum. Spariætlanin fer millum annað at hava við sær,
at millum 1200 og 1500 fólk verða søgd úr starvi. Herumframt
krevur leiðslan, at tey, sum eftir eru, skulu fáa millum 10 og 20
prosent minni í løn og pensjón. SAS sigur, at ferðafólkatalið við
flogførum felagsins minkaði meiri enn 17 prosent í øðrum
ársfjórðingi.
Kreppan verður drúgv
Forstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, og bankans
egnu búskaparfrøðingar draga ikki eina línu, tá tað snýr
seg um at gita, hvussu drúgv verandi fíggjarkreppa
verður. Búskaparfrøðingar hjá Danske Bank hava sagt,
at gongdin fer at venda um stutta tíð, men forstjóri
teirra segði í gjár, at kreppan verður drúgv, hóast
hækkandi partabrævaprísir kundu bent á tað øvugta.
Peter Straarup sigur, at kreppur, sum byrja við, at
bankar koma í trupulleikar, gerast vanliga drúgvar, og
hann væntar, at tann núverandi verður ikki nakað
undantak í so máta.
Týski barnalæknin,
sum hevur stríðst fyri,
at allir føroyingar
skulu vera kannaðir
fyri CTD, er sera fegin
um, at Landsstýrið nú
ætlar at bjóða øllum
at verða kannað
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á middegi í gjár boðaði
Aksel V. Johannesen, lands
stýrismaður í heilsumálum
frá, at Landsstýrið á fundi
um morgunin hevði gjørt
av, at allir føroyingar eiga at
fáa tilboð um at verða kann
aðir fyri arvaligu drepara
Hósdagin letur
søluframsýningin
Gluggaglæma við
kreativum handverki
innan pløgg, keramik,
glas, tóvirki og øðrum
spennandi upp í
Müllers Pakkhúsi
Handverk og list
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Enn einaferð kunnu vit
fegnast um, at tær báðar,
Jónhild
Johannessen
og
Randi Sigurðsdóttir Vang,
hava
uppfunnið
tiltakið
Gluggaglæma,
har
vit
sleppa at síggja og keypa
tað allarfínasta handverkið,
sum fólk hava at bjóða.
Hetta verður komandi dag
arnar, hósdagin til og við
sunnudagin, í Müllers Pakk
húsi í Havn, har hugna lig
café eisini er á skránni.
Tær báðar, Jónhild Jo
hannessen og Randi Sig
urðsdóttir Vang, upplýsa, at
endamálið
við
Glugga
glæmu er at arbeiða fyri at
fáa
dygdargott
føroyskt
hand verk og listhandverk
fram í ljósið, bæði tað, ið
Kreat
Ulrike S
Træ úr klovnum kletti hvarv
Hesin smáldrongurin hevur traðkað
sínar barnaskógvar í plantasjuni. Nú
spyr hann foreldur síni, hvar lítla
barnatræið á klettinum er farið. Hvat
skulu vit svara honum?
Privatmynd
Nú er onki lív í klettinum meira
Mynd: Jens Kristian Vang
Gleðiliga tjóðarhátíðin varð
eina løtu vend til sorg, tá
Jógvan á Dul gekk túr við
hund inum í plantasjuni ólav
søku morgun. Hvør hevur
hjarta til at fara so illa við
einari verjuleysari dunnu?