Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2009 5 virkað verður í Føroyum, og úr útheiminum, ið hevur tilknýti til oyggjar okkara. Við framsýningum, arbeið­ andi verkstaðum, hand­ verkskappingum og øðrum vilja tær skapa karmar fyri gróðri og íblástri til eitt livandi og mennandi hand­ verksumhvørvi. Gluggaglæma hevur verið fýra ferðir áður. Hetta var árini frá og við 2003 til 2006. So tað eru heili trý ár síðani vit seinast høvdu høvi at síggja og keypa tað nýggjasta innan føroyska handverkslist. Klæðir í skapa føroyingin Í sambandi við, at Tórs­ havnar Kommuna hátíðar­ heldur 100 árini sum fólka­ vald kommuna, hevur Gluggaglæma eisini sam­ starvað við kommununa um eina serframsýning und ir heitinum »Klæðir, ið skapa føroyingin«. Her hava fólk seinastu fimm mánaðirnar havt møguleika fyri at senda inn hugskot um klæði, við støði í orðingini: ”100 ár á baki og visjónir um framtíðina flutt yvir á klæðir og før­ oyingar”. Avbjóðingin var, við støði í mentanarligum samleika og visjónum um framtíðina at flyta eyðkenni við klæðum føroyinganna inn í framtíðar klædnabúnar til føroyskar menn og kvinnur. Heiðrað vinnarar Jónhild og Randi upplýsa, at inn eru komin 11 pør ella 22 stk. til ser fram­ sýningina, sum tríggir skikkaðir dómarar fara at meta um. Innkomnu avrik­ ini verða mett út frá hepni og evni at sameina gamalt og nýtt á ein hegnisligan og visjóneran hátt. Latnar verða tríggjar virðislønir, sum verða ávikavist 25.000, 15.000 og 10.000 krónur. Virðislønirnar verða hand­ aðar á palli seinasta dagin á søluframsýningini hjá Gluggaglæmu, hin 16. august. Eftir hetta verður serframsýningin við øllum teimum innkomnu avrik­ unum í Müllers pakkhúsi frá 21. august til 6. sep­ tember. Metstór laksasøla Norðmenn útfluttu í juli laks fyri 2,1 milliardir norskar krónur, sum var heilar 721 milliónir krónur ella 51 prosent meiri enn í sama mánaði í fjør, skrivar NTB. Nøgdin var 20 prosent størri. Teir fyrstu sjey mánaðirnar seldu norðmenn laks fyri tríggjar milliardir krónur meiri enn somu mánaðir í 2008. Samstundis er nøgdin vaksin umleið 38.000 tons, ið svarar til 10 prosent. NTB skrivar, at prísurin á laksi er á sama stigi sum í juli í 2006, men væl oman fyri prísin seinasta summar. Norðmenn útflyta væl meiri laksaflak nú enn fyrr, og tað er serliga USA, sum keypir meiri. Vertur bílegði morð Leingi hava brasilar verið hugtiknir av, at sjónvarpssendingin "Canal Live" altíð er tann fyrsti fjølmiðilin, sum hevur almannakunngjørt myndir av myrdum fólki. Men kanska er frágreiðingin rættiliga einføld. Í hvussu er kannar løgreglan í býnum Manaus, um verturin í sendingini, tann væl umtókti politikarin Wallace Souza, hevur biðið menn myrða fimm fólk fyri seg. Endamálið skal hava verið at prógva, at hann hevur rætt í, at brotsmenninir í Manaus gera, sum teimum lystir. Løgregluovastin í Manaus er ikki í iva um, at Wallace Souza bílegði tey fimm morðini, skrivar AP. Lærlingar Søkt verður eftir einum handilslærlingi til PE á Heykavegnum og ein til PE ì Miðbýnum Krøv Tú hevur staðið útbúgving HH, FHS ella aðra hóskandi útbúgving. Harumframt at viðkomandi: • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Hevur góð samstarvsevni • Tolir avbjóðingar • Ert álítandi og arbeiðssamur Arbeiðstíð 40 tímar um vikuna Tú arbeiðir 4-hvønn leygardag og hevur fríð ein annan dag í vikuni Vit kunnu bjóðað Eitt fjølbroytt lærupláss í einum góðum og til tíðir hektiskum arbeiðsumhvørvi saman við 6 øðrum fólkum í handlinum. Ljóðar hettar sum nakað fyri teg send okkum eina skrivliga umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum til: hallur@pe.fo ella Sp/f PE, Heykavegur 2, Postboks 1259, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinasta lagi tann 24. August 2009. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Eirik Djurhuus telefon 511346. Sp/f PE er ein av førandi matvøruhandlum í Føroyum. Virksemið fevnir um handlarnar PE-Heykavegur, PE-Argir, PE-Sørvágur, PE-Skála, PE-Norðagøta og PE Miðbýður. tivt handverk á bryggjuni Fakta Gluggaglæma 13.-16. august er opin allar dagarnar kl. 10-20. Tó sunnudagin frá kl. 14. Atgongugjald fyri vaksin er 30 kr og fyri børn 20 kr. www.gluggalaema.fo Básarnir til Gluggaglæma vóru settir upp, tá vit hugdu inn í pakkhúsið í morgun. Seinnapartin skuldu luttakarnir seta fram sýningarnar upp so alt verður klárt, tá latið verður upp í morgin árini klokkan 10 Mynd: Jens Kristian Vang teuerwald sera væl nøgd sjúkuna CTD, áðrenn tvær vikur eru farnar. Ætlanin er, at øll PKU­ kort hjá teimum, sum eru fødd eftir 1986 verða kann­ að, umframt, at fólk, sum eru í familju við CTD sjúk­ lingar, skulu kannast bein­ anvegin. Øll onnur fáa til­ boð um at verða kannað fyri eitt lítið egingjald. – Hetta var tað besta, sum kundi henda, sigur Ulrike Steuerwald, barnalækni, við Sosialin. Tað var hon, sum upprunaliga fann sam­ bandið millum brádligan deyða hjá føroyskum smá­ børnum og sjúkuna CTD. Ulrike Steuerwald heldur tað vera líkamikið hvar ella hvør ger kanningarnar, bara at tey, sum bjóða seg fram, kunnu gera tær bein an­ vegin. – Heldur í dag enn í morg in, sigur hon við Sosialin, og vísir á, at hóast talan ikki er um so nógv fólk, hevur tað stóran sálar­ ligan týdning fyri tey, sum eru bangin. – Tí er tað eisini í lagi, at tey, sum ikki eru í vanda­ bólki, rinda eitt sindur sjálvi, sigur Ulrike Steuer­ wald, sum staðfestir, at tað er sera umráðandi, at fólk koma í viðgerð beinanvegin, hava tey ov lágt Carnitinetal. Sostatt mugu fólk ikki bíða, til aftan á eina ílegukanning, sum tekur fleiri vikur at fáa úrslitið av. Landsstýrið ætlar eisini at gera eina klinisk­genet­ iska vegleiðing her í Før­ oyum, og eina CTD­kann­ ingarskrivstovu. Tað hevur í mong ár verið ynski frá heilsuverkinum, og ikki minst frá Ulriku Steuerwald, at fáa eina føroyska klinisk­ genetiska starvsstovu við ser ligum førleika til før­ oysk ar ílegusjúkur og –gransk ing. Ulrike Steuerwald sigur, at tað mest umráðandi nú er, at CTD- kanningarnar fara í gongd beinanvegin, so fólk ikki skulu ganga í ótta.