Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2009 7 Meira enn bara ein konsert Keyp atgongumerki á Kr. 395 á nashville.fo, Statoil-støðum kring landið, Expert í SMS ella við at smsa „NV” til 1906. Sms-boðið kostar kr. 395 pluss vanligt sms-gjald. Loyniorðið í kvittanarboðunum er atgong- umerkið til konsertina. Allir kundar hjá Føroya Tele kunnu nýta tænastuna. Gev gætur, at endurgjald verður ikki latið fyri burtur- blivin sms-atgongumerki. Presenterar Koppsetningin móti svínakrími vandameiri enn sjúkan, siga tveir granskarar frá ISIS SVÍNAKRÍM Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Vaksinan ímóti svínakrími­ num er meiri deyðilig enn svínainfluensan sjálv, og hópvaksinatión er upp­ skriftin til eina katastrofu, siga doktor Mae­Wan Ho og Joe Cummins professor í nýggjari, drúgvari rapport. Tey starvast á kenda stovn­ inum ISIS, og gransking teirra kritiserar koppset­ ingar­hysteríið, sum í hesum døgum herjar kring heimin. Norska heimasíðan www. fritthelsevalg.org hevur lagt fleiri partar av rapportini hjá Mae­Wan Ho og Joe Cummins út til almenningin at lesa.Tey finnast at, at fleiri lond ætla at vaccinera alt fólkið, tí koppingarevnið fer bert at verða roynt í fáar vikur áðrenn tað verður latið út til almenningin. Harvið veit man altso einki um langtíðarárin av kopp­ ingarevninum. Hartil er influensan so mikið mild, at tað er hol í høvdið at koppseta øll. Í Onglandi, sum er harðast rakt av sívakrími, er deyðs­ talið av H1N1 bara 0,03%. Helst er talið enn minni, tí ikki allir sjúkutilburðir eru blvinir skrásettir, tá farið varð upp á sætta tilbúgving­ arstig. Kritikarar siga eisini, at koppsetingar­serfrøðingar­ nir, sum hava mælt til, at øll skulu koppsetast, eru í lummanum hjá koppseting­ arframleiðarunum, sum fara at forvinna ovurstórar upphæddir, um landsstýrini í ymsu londunum gera av, at øll skulu koppsetast. Sterkasta argumentið ímóti, at vaccinan ikki skal nýtast er, at tað ikki riggar at koppseta ímóti influensu, og at koppingarevnið beinleiðis kann vera vandamikið. Seinastu ferð USA hópkoppsetti var í 1976. Tá endaði tað við eini van­ lukku. 40 milliónir vóru koppsett móti eini sjúku, sum als ikki var vandamikil. Minst 25 doyðu av vacc­ inuni, og túsundtals fólk søktu um endurgjald fyri varandi mein, tey fingu av koppsetingini. Koppingarevnið, sum bretska felagið Glaxo Smith Kline framleiðir, fer bert at verða roynt til nøkur heilt fá fólk, áðrenn tað verður latið almenninginum, tí framleið­ arin hevur sagt, at tey mugu "uppvigað vandan fyri pandemi ímóti vandanum við eini ótryggum koppingar­ evni". Og sambært teimum er tað er týdningarmeiri, at týna pandemiina. Professor Hugh Penn­ ington, mikrobiolog, heldur hetta vera eina óhepna og vandamikla gongd. "Við at skerja talið av kliniskum testum, økir Glaxo Smith Kline um vandan fyri einum koppingarevnið, sum ikki er rætt doserað, og tað kann føra til eitt koppingarevni, sum ikki verjir móti sjúkuni ella er ótrygg á annan hátt, sigur hann. Hópkoppsetingin er uppskriftin til eina katastrofu