Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 151 - 12. august 2009 Nú vinnunevnd løgtingsins er liðug við viðgerðina av uppskoti landsstýris­ ins um fiskidagar fyri fiskiárið 2009/2010, eru tilmælini sera ymisk – heilt frá ongum skerjingum, sum Sjálvstýrisflokk­ urin skjýtir upp til 50% skerjing av dagatalinum hjá húkaflotanum, sum Tjóðveldi skjýtir upp Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinnunevndin hevur lagt álit fyri løgtingið um fiski­ dagar, og úrslitið er, at nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta, sum er umboðini fyri samgonguna – og tveir minnilutar, sum ávikavist eru umboðini hjá Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum. Meirilutin í vinnunevndini vísir í fyrsta lagi til upp­ skotið hjá landsstýrismanni­ num í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, sum hevur mælt til, at fiskidaga­ talið í komandi fiskiári verður skert við 5% fyri all­ ar bólkar í mun til dagatalið í fiskiárinum 2008/2009. Aftrat hesum hevur lands­ stýrismaðurin mælt til nakr­ ar nýggjar friðingar á land­ grunninum, eins og friðing­ arnar av Føroyabanka halda fram við undantaki av, at loyvt verður útróðrarbátum í bólki 5 at royna avmarkað dagatal við snellu, snøri ella tráðu. Landsstýrismaðurin hev­ ur skotið upp, at øll línu­ veiða verður bannað ein fjórðing úr landi í eitt ár, eins og markið hjá línuflot­ anum verður flutt úr 6 fjórðingum úr landi og út á 7,5 fjórðingar. Eisini mælir landsstýrismaðurin til, at meskavíddin í hjáveiði­ posanum hjá trolbátum, sum royna innanfyri 12 fjórðingar, verður økt úr 180 mm upp í 250 mm. Seigpíning av vinnu Meirilutin í vinnunevndini vísir á, at fiskiflotin er vorðin ov stórur og ávirkast harafturat mest av um­ støðunum í havumhvørvi­ num. Í so máta er flotin eisini sárbærur. ­ Vit eru samd um, at hetta við at skerja dagar í tíð og úrtíð er ov fyrilitaleyst og er við til at seigpína vinn­ una. Eisini eigur politiska skipanin at tryggja, at vinnan hevur møguleika at gagnnýta samlaða tillutaða dagatalið, at summir partar av vinnuni ikki kunnu liggja inni við ónýttum døgum, meðan aðrir ikki hava møgu­ leika at ogna sær neyðugar dagar til vælriknan rakstur. Í stuttum tekur meirilutin í vinnunevndini undir við landsstýrismanninum um at skerja fiskidagarnar í øllum veiðibólkum við 5%, sam­ stundis sum mælt verður til, at aðrar ásetingar í fiski­ veiðiskipanini, sum lands­ stýrismaðurin skjýtir upp, verða framdar. Tjóðveldi minniluti Tjóðveldi vísir í sínum minnilutauppskoti, at okk­ ara fiskivinna er í sera álvarsamari støðu, har stór­ ur partur av flotanum hevur ilt við at bera seg, eins og fiskivinnan á landi heldur ikki kastar nógv av sær. ­ Hjá fleiri fiskastovnum er støðan hættislig, ser­ stakliga hjá toskastovninum, sum eingin í løtuni veit, hvørt hann fer at koma fyri seg aftur ella ikki. Minni­ lutin harmast stórliga, at tað heldur ikki hesaferð verða tikin mundadygg stig fyri av álvara at loysa teir trupulleikar, okkara høvuðs­ vinna er í og vil leggja eitt burðardygt grundarlag undir fiskivinnuna. Tjóðveldi ynskir at fylga fiskifrøðiligu tilráðingini hjá Havstovuni og mælir í høvuðsheitum til, at fiski­ dagarnir hjá húkaflotanum og trolbátunum verða skerd­ ir við 50%, og at dagarnir hjá partrolarum verða skerdir við 20%. Haraftrat skal haldast fast um frið­ ingarnar av Føroyabanka. ­ Vit hava ilt við at skilja, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tykist lurta eftir øllum øðrum enn tí stovni, ið átti at verið høvuðsráðgevi hansara. Enn meira ørkymlandi er tað, at sitandi samgonga stuðlar hesum politikki hjá landsstýrismanninum, sum higartil hevur sent tey signal, at hann ikki ætlar at taka tey stóru fetini fyri at fáa alla okkara høvuðsvinnu aftur á beina kós. Hetta er í stórari andsøgn til føgur orð um burðardygga veiðu í ólavsøkurøðu løgmans, siga umboð tjóðveldisins, sum halda, at neyðugt er at gera eitt skifti í fiskivinnu­ politikkinum. Umboðini siga seg ikki vera í iva um, at tað er alneyðugt at taka stór stig til tess at tryggja eina burðardygga gagnnýtslu av eitt nú toski og hýsu. ­ Hóast svárt í stutttíðar­ máli, so verður hetta ein tann besta politiska langtíðaríløga, skipanin yvirhøvur kann gera, heldur Tjóðveldi. Sjálvstýri minniluti Annar minniluti í vinnu­ nevndini er umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum í stuttum mælir til óbroytt fiskidagatal í fiskiárinum 2009/2010. ­ Vit halda, at fiskidaga­ skipanin er ein góð skipan, um ásetingarnar verða hildnar og neyðugar regu­ leringar verða gjørdar í fiskidøgunum fyri ymisku skipabólkarnar. At skerja fiskidagarnar við sama pro­ sentparti fyri allar skipa­ bólkar til tess at verja ávísar fiskastovnar uttan mun til, um skipini veiða av fiska­ stovni, sum er betur fyri, er ikki haldbart. Teir, sum veruliga dríva fiskiskap og gagnnýta allar dagarnar, verða hart raktir. Somuleiðis heldur prosentvísi niður­ skurðurin lív í spekulasjóns­ ssølu av døgum og kvotu, ið tyngir raksturin enn meiri. Sjálvstýrisflokkurin vísir á, at tað er ein trupuleiki, at tilráðingarnar frá tilmælandi pørtunum liggja so fjart frá hvørjum øðrum og vísir í hesum sambandi til tilmælini hjá Havstovuni og fiskidaganevndini. ­ Skulu politikarar taka ráðini til eftirtektar og fylgja tilmælunum krevst, at tey eru samskipað, sigur umboðið hjá Sjálvstýris­ flokkinum. Umboðið heldur eisini, at Havstovan fer ov vítt, tá hon mælir til, at bátar við B­fiskiloyvi ikki skulu hava loyvi at avreiða. ­ Stovnurin eigur bert at koma við sínum fakligu tilmælum til politisku skip­ anina. Hvør og hvussu veið­ ast skal, er ein reint polit­ iskur spurningur, sum sjálv­ sagt skal avgerast og av­ greiðast á røttum stað, sigur umboðið hjá Sjálvstýris­ flokkinum í vinnunevndini. Umboðið mælir eisini til, 1) at friða gýtingarleiðirnar úr klettinum út á 200 metra dýpi í gýtingartíðini, 2) at loyva royndarfiskiskapi eftir havtasku á ymiskum leiðum, 3) loyva royndar­ fiskiskapi eftir hvítings­ bróðri 4) at neyvt eftirlit verður við hjáveiðini hjá pelagisku skipununum, ið veiða í føroyskum sjógvi og 5) at betra møguleikan hjá Fiskiveiðieftirlitinum fyri eftirliti, og herða revsingina fyri brot á reglurnar. Ymisk sjónarmið um fiskidagar Eins ymisk og tilmælini hjá Havstovuni og fiskidaganevndini eru um fiskidagar – líka so ymisk eru tey trý tilmælini, sum vinnunevnd løgtingsins nú hevur lagt fyri løgtingið Mynd: Vilmund Jacobsen NASA í penganeyð Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur ikki ráð at halda eyga við teimum sokallaðu "dreparasteinunum", sum kunnu raka jørðina, um illa vil til. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing. Sambært frágreiðingini skal NASA avdúka 90 prosent av "dreparasteinunum", sum ferðast úti í rúmdini, men stovnurin hevur ikki fingið teir neyðugu pengarnar til arbeiðið, verður sagt. Eitt nú hevur NASA ikki pengar til at keypa teir neyðugu kikararnar. Í okkara sólskipan eru umleið 20.000 rúmdarsteinar, sum kunnu gera skaða, um teir raka jørðina. Fyribyrgdu atsókn Myndugleikarnir i Kuwait siga, at teir hava tikið seks menn, sum hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al­ Qaeda. Menninir eru tiknir, tí teir høvdu lagt ætlanir um at søkja at einari amerikanskari herstøð í Kuwait og at einari støð hjá kuwaitisku fregnartænastuni. Sagt verður, at menninir, sum eru kuwaitiskir ríkisborgarar, hava játtað seg sekar undir avhoyringum. Sjónvarpsstøðin Al­ Arabiya sigur, at teir tríggir menninir ætlaðu at fremja atsóknirnar, tá tann muslimski føstumánaðurin byrjar tann 20. august. USA hevur 15.000 hermenn í Kuwait.