Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 151 - 12. august 2009 - Eingin vinna í Før oyum, hvørki í gamlari ella nýggjari tíð, hevur áð ur upplivað so ó støðug- ar karmar sum fiskivinnan. Visti tú ikki betri, hevði tú hildið, at tað er ein tvangstanki hjá okkara politikarum, at lógin um vinnu- lig an fiskiskap og har við karmarnir um vinnuna fyri alt í verðini skulu broyt- ast – í minsta lagi eina ferð um árið, siga Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auð- unn Konraðsson, sum hava vent sær til Sosialin við áhuga- verd um hag tølum Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú nýtt fiskiár stundar til, og landsstýrið enn einaferð hev ur skotið upp at skerja dagar nar umframt aðrar broyt ingar í fiski veiði­ skipan ini, hava teir tríggir, Jákup Sólstein, Óli M. Las­ sen og Auðunn Konraðsson í Klaksvík, tosað saman um viðurskiftini. Teir vísa á, at politiska til mæli enn einaferð er skerj ingar av fiskidøgum, hesa ferð við 5 prosentum. ­ Felagið Línuskip, Megin felag Útróðrarmanna, Før oya Fiskimannafelag og Før oya Reiðarafelag hava í hes um sambandi gjørt kann i ngar av húkanýtslu, til lutað um og brúktum døg­ um, síðani fiski daga skipan­ in kom í gildi. Tølini vísa heilt greitt, at nógv minni roynd er á føroysku grunnu­ num, og at royndin hesi sein ni árini er flutt av innaru leiðu num út á ytri leiðir, eins og línuskipini eisini leita sær eftir nýggjum vinnu møgu leikum, eitt nú í Grøn landi. Teir siga, at hóast hesar greiðu niðurstøður, hoyrast enn røddir, sum mæla til størri skerjingar og fleiri broyt ingar í skipanini. ­ Hendan framhaldandi gongd in er ein tann størsta hóttan in fyri framman hjá vinn u ni. Eingin vinna í Før oy um, hvørki í gamlari ella nýggjari tíð, hevur áður upp livað so óstøðugar karm ar sum fiskivinnan. Visti tú ikki betri, hevði tú hild ið, at tað er ein tvangs­ tanki hjá okkara politikar­ um, at lógin um vinnuligan fiski skap og harvið karmar­ nir um vinnuna fyri alt í verð i ni skulu broytast – í minsta lagi einaferð um árið. Teir vísa á, at broytingar í fiski dagatalinum verða til­ mælt ar, sjálvt um amboðið at broyta dagarnar ikki finnst. ­ Tað einasta, ið sambært fiski dagaskipanini kann broyta ásetta dagatalið, eru broyt ingar í veiðiorkuni. Vinn an hevur í nógv ár ynskt eina nøktandi kanning av hesum broytingum, men talað hevur verið fyri deyv­ um oyrum, siga teir tríggir. Veiðuorkan flutt Jákup Sólstein, Óli M. Las­ sen og Auðunn Konraðsson ásanna, at veiðiorka er flutt frá útróðrarflotanum til línu skipini, men hetta hev­ ur sam stundis havt við sær, at veiðiorka er flutt frá hýsu og toski til onnur fiskasløg. Teir vísa til hjásettu talvu sum vísir, at talið av settum húkum um árið seinastu 12 árini hjá útróðrarflotanum er minkað við 59%. Sam­ stundis sæst, at húkanøgdin hjá línuskipum heldur ikki er økt. ­ Hvørjar eru tá grund­ gev ing arnar fyri øktari skerj ing? spyrja teir tríggir. Í fiskiárinum 1997­98 hevði húkaflotin góðar 35.000 fiskidagar tillutaðar, men í dag hevur sami floti góð ar 26.000 dagar. Talan er soleiðis um eina minking í samlaða dagatalinum uppá 9.598 fiskidagar ella sløk 27%. ­ Við øðrum orðum eru fram til 14. juni 2009 einans brúkt ir stívliga 8.423 fiski­ dagar. Soleiðis eru út við 18.000 óbrúktir fiskidagar. Talvan vísir eisini greitt, at fisk dagatalið undir Føroy­ um hevur verið í fríum falli frá 2003 til í dag. Sam­ stundis sæst eisini, at línu­ skip ini ikki brúka fleiri dag ar í dag enn í fiskiárinum 1997/98, vísa teir á. ­ Alt tos um økt veiðitrýst má fána burtur, um fólk hava evni og vilja til at lesa hagtøl. Føroyar fara at doyggja sum 700 funnin aftur á lívi Myndugleikarnir í Taiwan stúrdu fyri, at 700 fólk vóru deyð í einum stórum skriðulopi, men nú eru øll funnin aftur á lívi. Sambært bjargingartænastuni vóru tey 700 rýmd úr bygdini Heian Lin, sum er har norðuri í landinum, áðrenn skriðan leyp. Tað bjargaði teimum. Tropiska ódnin Morakot hevði óvanliga nógv regn við sær, tá hon herjaði Taiwan, og tað nógva vatnið elvdi til vatnflóð og nógv skriðulop. Sambært tíðindastovunum hevur ódnin kravt 66 mannalív í Taiwan, og 61 fólk eru ikki komin afturíaftur. Morakot herjaði eisini Filipsoyggjarnar, Japan og Kina, har hon kravdi ávikavist 23, 13 og seks mannalív. 13 deyð í flogvanlukku Eingin slapp livandi frá vanlukkuni, tá eitt leiguflogfar við 13 fólkum umborð datt niður í Papua Ný Guinea í gjár. Flogfarið var á veg til tað væl umtókta ferðamannastaðið Kokoda, tá tað brádliga hvarv av radaraskíggjanum hjá eftirlitinum. Nakrar tímar seinni funnu bjargingarlið vrakið í einum fjallalendi, og tað vísti seg, at øll tey 13, sum vóru við flogfarinum, høvdu latið lív. Tey flestu ferðafólkini vóru úr Avstralia, og avstralski forsætisráðharrin Kevin Rudd, hevur sent teimum avvarðandi samkenslufjarrit.