mikudagur 12. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 151 - 12. august 2009
Húkur í kreppu
Jákup Sólstein, Óli M. Las
sen og Auðunn Konraðs son
siga, at fiskaprísirnir hava
ført til kreppu hjá línuog
útróðrarflotanum.
Miðalprísurin á toski er
frá januar 2008 til januar
2009 fallin úr 24 krónum
fyri kilo niður í 13 krónur
fyri kilo. Hýsuprísurin er
somu leiðis fallin úr 14,40
krón ur fyri kilo niður í til
8,48 krónur fyri kilo. Við
so lágum fiskaprísum er
sjálv sagt, at royndin minkar
munandi. Vánaligt gjaldføri
í vinnuni hevur við sær, at
skipini klára ikki fleiri túrar
við negativum úrsliti. Eisini
bíða skipini sum longst við
at fiska kvotuna í Íslandi
við vón um hækkandi prísir.
Hetta hevur við sær, at nær
um allur línuskipaflotin
ligg ur.
Teir vísa á, at størsti
partur in av útróðrar flota
num liggur eisini við
undan taki av bátunum sum
royna eftir upsa við snellu.
Fiskiskapurin eftir toski
er á sama støði sum seinasta
ár, men minni er til av hýsu,
og royndin eftir hýsu er
lítil. Samstundis, sum prís
ir nir eru lækkaðir, er tal an
eisini um, at tað í dag eru
alt ov fáir fiskakeyparar til
tosk og hýsu. Tí ivast vit í,
um marknaðarprísurin í
Før oyum er hin rætti.
Greið niðurstøða
Í 1984 vóru 277 fesk fiska
skip.
Taka vit aktivar út róðrar
bátar omanfyri 15 BRT
fyri 2009 og teir smáu trol
bátarnar á landleiðini, eru
um leið 110 skip og bátar í
dag. Hetta merkir, at mink
ing in í skipum er omanfyri
60% frá 1984 til 2009. Í
dag eru bert 15 útróðrarbátar
eftir og 5 snellubátar. Tí er
neyðugt at geva hesum bát
um nøktandi umstøður at
virka undir.
Teir vísa á, at í 1984
kundu øll skipi uttan undan
tak, ið royndu við Føroyar,
fiska heilt inn at 12 fjórð
inga markinum, men í dag
er umleið 45% av land
grunninum
uttanfyri
12
fjórð ingar stongdur fyri
trol veiði, samstundis, sum
daga talið hjá øllum skipa
bólkum er munandi skert.
Men kortini er boðskapurin
púra greiður: Minkið um
daga tal og skip!
Jákup Sólstein, Óli M.
Las sen
og
Auðunn
Konraðsson siga seg tí stúra
fyri, at Føroyar enda sum
flestu onnur fiski veiðu sam
feløg.
Vit kunnu bert hyggja at
vestur strondini í Jútlandi.
Eitt nú í Esbjerg vóru
um leið 700800 skip, tá tey
vóru flest. Í dag tað kanst tú
telja tey á fingrunum, siga
teir tríggir.
onnur fiskiveiðisamfeløg
Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auðunn Konraðsson leggja
fram áhugaverd hagtøl yvir húkaveiði og fiskidagar
Óttast influensu
Nógvir danir bera ótta fyri at missa onkran av sínum kæru av
beinkríminum Influansa A. Í einari kanning, sum kringvarpið DR
hevur latið gera, svara 17 prosent av teimum spurdum, at tey bera ótta
fyri at misssa eina ommu, ein abba ella onkran heilsuveikan næstring
av influensuni. Else Smith, sum arbeiðir í Heilsustýrinum, sigur við
DR, at hon skilir væl, at fólk stúra fyri teimum gomlu og veiku, hóast
hendan influensan ikki er verri enn tær, sum koma á hvørjum ári.
Sambært Heilsustýrinum eru 750.000 danir í vandabólkinum, men
nógv tey flestu verða frísk aftur.
Tað var ikki hann
Fyri nøkrum døgum síðani helt indonesiska løgreglan, at hon hevði
gjørt av við ein tann ringasta yvirgangsmannin í landinum, Nordin
Mohammad Top, men nú hava DNAroyndir víst, at tað var ikki hann.
Myndugleikarnir í Indonesia hava illgruna um, at Nordin Mohammad
Top hevur skipað fyri fleiri av atsóknunum, sum alQaeda hevur framt
har tey seinastu seks árini. Millum annað halda myndugleikarnir, at
hann var høvuðsmaðurin aftan fyri atsóknina at tveimum hotellum í
høvuðsstaðnum Jakarta fyri einum mánaði síðani. Sjey fólk deyðu.
Tillutaðir & brúktir húkadagar 1997 - til juni 2009
0
5000
10000
15000
20000
25000
30000
35000
40000
1997-98
1998-99
1999-00
2000-01
2001-02
2002-03
2003-04
2004-05
2005-06
2006-07
2007-08
2008-09
Vinnulig húkaveiða
Útróðrarbátar u
15 brt.
Tillutaðir dagar
Brúktir fiskidagar
Vinnulig húkaveiða
Útróðrarbátar u 15 brt.
Tillutaðir dagar
Brúktir fiskidagar