Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2009 15 viðmerkingar Neyðugt er at gera staðiliga vart við, at upp­ skotnu broytingarnar í penjónsskipanini einans eru eitt uppskot frá einum embætismannabólki. Politiska viðgerðin er enn ikki meira enn byrjað. Settur er ein tvørpolit­ iskur bólkur at viðgera uppskotið. Javnaðar­ flokkurin er ikki samdur við embætismannabólk­ inum í týðandi lutum. Tí hevur tingbólkurin gjørt sær greiðar niðurstøður til víðari viðgerðina av pensjónsreformi í Føroyum Tað er Javnaðarfloksins greiða fatan, at neyðugt er við einum pensjónsre­ formi, sum hevur til enda­ máls at tryggja øllum føroyingum eina virðiliga eftirløn nú og í framtíðini. Hetta verður gjørt í tveimum. Lutvíst við nýggj­ ari skipan fyri eftirlønar­ uppsparing, og lutvíst við munandi broytingum í almennu fólkapensjónini. Við lóg verður ein nýggj arbeiðsmarknaðar eftirløn­ aruppsparing sett á stovn, sum skal fevna um allar løntakarar í Føroyum. Henda eftirlønarskipan skal við eini skiftistíð koma í staðin fyri allar verandi og ógviliga ymisku eftirlønarskipanir, sum eru fingnar í lag við sáttmála millum partarnar á arbeiðs­ marknaðinum. Nýggja eftirlønarupp­ sparingin skal byggja á lívrentuháttin, við ávísari lívlangari veiting og ratu­ eftirløn, við ávísari upp­ hædd í eitt áramál. Samstundis skal skatta­ fyrimunurin til privatar kapi­ taluppsparingar takast av. Í almennu fólkapensjón­ ini skulu gerast fleiri broyt­ ingar, har høvuðsdenturin verður lagdur á at økja veitingarnar til teirra, ið ikki hava aðrar pensjónir enn almennu fólkapensjón­ ina og Samhaldsfasta at líta á. Í dag er tann størri parturin av fólkapensjónini ein grundarupphædd, sum óskerd verður veitt øllum yvir 67 ár, uttan mun til aðra inntøku, og tann minni parturin er ein viðbót, sum verður mótroknað av aðrari inntøku. Henda samansetingini av fólkapensjónini skal broyt­ ast soleiðis, at viðbótin verður hækkað munandi og lækkað verður um grundar­ upphæddina. Hesin leist­ urin gevur møguleika fyri at hækka viðbótina enn meira enn minkingin av grundupphæddini, soleiðis at endaúrslitið hjá einum, ið ikki hevur aðra pensjón ella inntøku, verður størri enn samlaða pensjónsupp­ hæddin við samhaldsfasta, grundarupphædd og viðbótum er í dag. Javnaðarflokkurin vil, at reguleringin av viðbótun­ um verður broytt soleiðis, at mótrokningin av aðrari inntøku verður lækkað munandi, so tað skal fremja hugin til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum eftir vanliga pensjóns­ aldurin. Samstundis vil Javnaðar­ flokkurin halda fast við, at tað ikki skal mótroknast frá fyrstu krónu, men at tað framvegis skal verða eitt ávíst inntøkumark, áðrenn mótroknað verður. Javnaðarflokkurin vil broyta reguleringina av fólkapensjónini, frá støð­ uni í dag, har bert viðbótin verður regulerað við ein føstum prosentsatsi, til eina nýggja regulering við einum miðaltali av prístali og lønarvøkstri. Í sambandi við, at ein eldri hjúnarfelagi verður pensjónistur, skal hesin ikki mótroknast inntøkuni hjá yngra hjúnarfelaganum, ið framvegis er á arbeiðsmarknaðinum. Javnaðarflokkurin vil, at pensjónsaldurin skal sum grundregla framhaldandi vera 67 ár, men markið eigur at vera smidligt, soleiðis at fólk fáa størri frælsi at gera av, nær tey fara av arbeiðsmarkn­ aðinum. Velja tey at útseta pensjónina, skulu tey kunnu fáa endurgjald við hækkaðari viðbót. Sam­ stundis skal verða betri møguleiki hjá teimum, sum mugu gevast á arbeiðs­ marknaðinum av sliti, til at kunna fáa framskundað pensjónina. Javnaðarflokkurin held­ ur, at miðast skal eftir, at vit við árunum flyta okk­ um frá at gera mun á ógift­ um og giftum, og í staðin javnseta øll sum sjálvstøð­ ugar persónar. Miðað verð­ ur eisini eftir at umskipa uppihaldsskylduna soleið­ is, at samlivandi verða viðgjørd eins og hjún. Fyri at tryggja framtíðar pensjónsviðurskiftini í Føroyum, vil Javnaðar­ flokkurin fremja henda pensjónsreformin við munandi broytingum í almennu fólkapensjónini, og við at stovna eina nýggja skipan við eini eftirlønaruppsparing, sum skal fevna um allar løntakarar í Føroyum. Javnaðarflokkurin tekur sostatt ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at mótroknað verður í fólkapensjónini frá fyrst tjentu krónu afturat pensjónini. Viðvíkjandi fyritíðar­ pensjónini tekur flokkurin ikki undir við, at mótrokn­ að verður frá fyrstu krónu. Hetta tí, at tað er beinleiðis í mótstríð við teir stóru batar, ið vórðu framdir undir fyrru ABC sam­ gonguni, við tí endamáli at stimbra fyritíðarpensjónist­ in til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum, alt eftir arbeiðsførleika. Javnaðarflokkurin: Týðandi partar í pensjónsuppskotinum mugu broytast Formaður, Tingbólkur Javnaðarfloksins John Johannessen Tað sum ovrógvar teirri Sosialu kumpassina tykist vera, at onkur hevur hug at drekka sprittið. Og so sjálvandi fullveldismagnet­ in, sum dreygar alt til íslendskar tilstandir. Rósa Samuelsen leitar eftir pengum, sum skulu loysa hennara uppgávur, sum landsstýriskvinna og veit ikki, hvar hon skal fáa kabalina at ganga upp. Góða Rósa, monnum so líkt, at kasta frá sær, tá fløkja er komin í, so var eisini í Íslandi. Eg skal koma við nøkr­ um hugskotum, sum kan­ ska kunnu hjálpa tær at greiða uppgávuna um at spara pensjónistarnar fyri óneyðugar byrðar skaptar av “úlvum í seyðaskinni” sum søgan tekur til. • Fullveldispolitikarar eiga at fara 50% niður í løn • Tey alment løntu eiga at ofra eina viku um mánaðin • Javnaðartingmenn eiga at ofra tvær vikur um mánaðin Her eru fleiri milliónir at gera gott við. Fullveldispolitikkur er orsøk til, at so lítið er í landskassanum. Javnaðar­ menn sum eiga at ofra seg fyri tey veiku í samfelagn­ um hava mist stavnhaldið og eru farnir til at fríggja til bæði høgru og vinstru. Og hettar upp á rokning hjá javnaðarveljarum. Abbasonur Pól F. sála, skyldmannin, var bersøgin á ólavsøku, har hann segði »Eg átti ein abba, sum segði, at fjøldin er býtt«, tað var um, hví ikki bara, at satsa upp á einstakar, hann ivaleyst meinti. Men hví blíva pensjónistar og onnur góð fólk við at velja upp í saman aftur, tá polit­ ikarar svíkja. Sum teir her gera. Teir sleppa ov lætt, hvat við at seta teym treytir? Teir gomlu høvdu poli­ tikkin sum hjartamál og ikki sum »potens forleingj­ ara, sum nútímans politik­ arar tykjast at brúka sín politiska sess til, fram um at røkja áhugamálini hjá veljaranum. Eitt annað sum eg lærdi í samfundslæru, á norska háskúlanum, sum eg var á sum ungur, var um, hvussu norðmenn taklaðu fíggjar­ kreppuna í tríatiárunum. Og har var samanborið við danir. Har bleiv sagt, at meðan mangir norðmenn doyðu í hungri, sluppu danir betur, tí teir fóru og læntu pening so leingi nakað var at fáa. Hvar norðmenn startaðu við at spara. Tá so norð­ menn sóu, at teir ikki makt­ aðu støðuna við egnari megi og royndu seg við at fáa hjálp, var ongin hjálp at heinta, ongin hevði nakað at læna av. Hettar sigur so mikið, at bæði danir og norðmenn sóu eina loysn við at læna, til teir komu burtur úr kreppuni. Hvat gera okkara polit­ ikarar, teir vilja spara so tey veikastu koma í klemmu, og kanska teirra »neyðarróp« loysa upp fyri einari loysn, sum teir í dag ikki tora at taka. Politikararnir eru ikki teir fyrstu sum blíva svang­ ir. Tað hava teir syrgt fyri. Vónandi onkur teirra lesur hettar og fær ringa samvitsku. So er nógv vunnið. Tann sosiala kumpassin Porkeri hans B. DanBJørg Nú er aftur ein OVA­ stevna, og pengar koma inn á kontoina til svimjihylin, men tann stóri spurning­ urin er, hvussu nogv er komið til henda góða svimjihyl? Fyri 20 árum síðan var undirritaði við til at samla pengar inn til hylin, og vit lótu 1,2 milión í ca. 1995, og onki hordust aftur, og man fær onki at vita, um man spyr, man hoyrir bert, at pengarnir eru brúktir til ferðir og annað fjas, tað kann ikki passa, pengarnir vóru oyramerktir. Einaferð í heyst var ein nólsingur í Sosialinum og úttalaði seg um hylin og hvussu reiskir teir vóru har úti. Stevnurnar hava goldið eitt hol har úti, var og hugdi, jú min sann har var eitt hol og okkurt var eisini stoypt. Eg eri ikki fakmaður á økinum, men hatta man neyvan hava kostað meir enn 3­4 hundrað túsund krónur, og stevnurnar geva ca. 100 túsund krónur pr. ár, so nú er tann brennandi spurningurin, hvussu nógvir pengar standa á bók ár 2009 við renternes rente væl at merkja. Vildi vurderað ca. 2,5 ­ 3 milliónir krónur? Verið nú so mikið at tykkum komin, og latið Føroya fólk hoyra frá tykkum har úti. Ymiskar søgur ganga í Havn, manið tær til jarðar. OVA- stevna Jóanes K. anDreasen Hósdagin 13. august Spareribs / Høsnarungabringa Fríggjadagin 14. august Rullusteik / Kjøtfrikadellur / Lasagna Leygardagin 15. august Coulottesteik Mánadagin 17. august Kókað neytakjøt / Knettir Týsdagin 18. august Grýturættur / Rivjasteik Mikudagin 19. august Bollar í Karry / Stoktur fiskur Lesið - so eru tit við