mikudagur 12. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 151 - 12. august 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Føðingardagsheilsan
til
mammu mína á 65 ára
degnum 12.08.2009.
Orðatakið sigur: »giv mig
en blomst, mens jeg lever«.
Tað vilja vit eisini geva tær,
góða mamma.
Mamma nú fyllir tú aftur,
hesaferð fyllir tú 65 ár. Tá
ið ein er fyltur 65 ár, hevur
ein sjálvsagt upplivað nógv,
bæði gott og ringt. Ja
mamma nógv er hent við
tínum lívi tey seinastu árini,
serliga tá ið pápi bleiv sjúk
ur, hóast hann hevur tað
væl frægari nú enn fyri fýra
árum síðani. Tá var tað
strævið hjá tær og hjá pápa
sjálvum, men tú hevur altíð
verið ein megnar kvinna,
og tú stuðlaði pápa, sum tú
altíð hevur gjørt og ger.
Hetta kenna vit øll børnini
til, um nakað er áfatt, ert tú
klár at hjálpa til og geva
um sorgan til okkum øll.
Mamma
er
fødd
08.12.1944 og hon er doypt
Ingibjørg
Olivia
Jonna
Petrea
Joensen
(seinni
keypti tey sær staðarnavnið
Ryggshamar í Vági til eftir
navn).
Mamma vaks upp vesturi
við Vatnið í Vági á Vallara
jørð. Hon er dóttur Jens og
Alvildu
Ryggshamar
í
Vági. Mamma er yngst av
seks systkjum og er einasta
genta.
Eisini var mamma nevnd
Diddan av teimun eldru í
familjuni. Hetta kom iva
leyst av, at hon var einasta
genta og yngst av systkj
unum. Hini systkini eru
Leivur, Vilmund, Adolf,
Jógvan
og
Bresti. Tað
syrgiliga hendi, at Leivur
druknaði í Klaksvík, hann
var bert 24 ára gamal tá;
hetta hendi miðskeiðis í 50
árunum. Bæði Leivur systk
inabarn mítt og eg eru
uppkallaðir eftir Leivuri,
mammubeiggja.
Mamma og pápi møttu
hvørjum øðrum fyri fyrstu
ferð á Bakkanum í Vági, tá
var mamma bert 15 ára
gomul og pápi var 14 ár.
Um hetta mundið var Bakk
in, sum Hans Jacob Hjelm
sáli, átti, eitt tilhaldsstað
fyri ungdómin í Vági.
Mamma giftist við pápa
okkara Eyðfinn Mørk av
Tvøroyri, sum er sonur
Hjørdis Mørk og Martin
Berg. Mamma og pápi gift
ust 2. januar 1965.
Tey fluttu út í Toftalíð at
búgva saman við lang
ommuni Julionnu Hovgaard
(fødd Larsen, ættað av
Eiði), sum var gift við
Adolf Hovgaard, langabba
mínum sum var ættaður úr
Hovi.
Bert
tríggjar
mánaðir
eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl
1965, brendi heim teirra í
grund. Tey mistu alt, sum
høvdu fingið í brúðargávu,
men til Guds undur sluppu
tey øll frá tí við lívinum.
Jens bróður var bert 2 ár tá.
Í 1968 bygdu tey sær egin
hús vesturi á Vallarajørð í
Vági og tit fingu sjey børn
aftrat.
Pápi og tú hava uppalt
okkum øll átta systkin. Tað
hevur mangan verið strævið
hjá tykkum báðum, men
okur børn og øll abba og
ommubørnini minnast bert
á góðar løtur inni á barna
heiminum hjá okkum á
Vallarjørð í Vági.
Ja, vit eru átta systkin;
Jens, Anja, Levi, Eyðhild,
Heidi, Mortan, Rini og
Sonni. Tað er sera tætt
ímill um okkum øll, og her
kann nevnast, at tað bert er
11 mánaðir millum Heidi
og Mortan. Vit gingu sjey
av okkum í fólkaskúla í
senn. Tað var ofta strævið
hjá tykkum, men hetta
megnaði tit til UG. Tit hava
verið okkum tvey góð for
eldur, og tit hava klárað
uppgávuna til fulnar.
Pápi fór til sjós sum aðrir
føroyingar flest á ungun
aldri, pápi varð sjómaður
heilt fram til miðskeiðis í
sjeytiárinum. Seinni legðist
hann upp á land og arbeiddi
sum
arbeiðsformaður
á
Suðurfisk í Vági. Eftir tað
hevði pápi egna lastbila
vinnu,
avgreiðslu
hjá
Restorfs
Brýggjarí
og
seinastu árini arbeiddi hann
sum umsjónarmaður hjá
Vágs kommunu, eitt skifti
var pápi bilførari hjá Nær
verkinum á verkstaðnum
inni á Bakka, og hann sat í
Vágs býráð í 23 ár frá 1985
til 2008.
Mamma hevur mest sum
alt lívið verið heima gang
andi, ansa okkum, givið
okkum, nærleika, umsorgan
og tryggleika, tá ið tørvur
var á tí; meðan pápi var
tann sum syrgdi fyri at
matur kom á borið.
Eg minnist nógvar góðar
søgur gjøgnum barndómin.
Vit spældu sum børn »Við
Vatnið«, og pápí smíðaðu
okkum »flakar«, meðan tú
syrgdi fyri at hava turr
klæði til okkum, tá ið vit
komu av vatninum aftur,
oft ani
fleiri
ferðir
um
dagin.
Tá
vóru
ikki
nakrir
barnagarðar ella pedagogar
sum í dag, men vit høvdu jú
teg og pápa, tá ið hann var
heima, og tú megnaði sum
eingin annar at halda hús,
heim og børn.
Vit høvdu ein góðan
barndóm, har var stórur
gleði og vit føldi okkum
sera trygg. Hetta er enn
galdandi, tá ið vit børn, við
okkara børnum, sum nú eru
18 tali og ikki at gloyma
papbørnum, sum eisini eru
fleiri í tali, koma inn á gólv
ið í barnaheiminum. Ja,
altíð hevur barnaheimið
staðið opið, fyri øllum, har
er
hjartarúm
sum
tað
forslær.
Hetta góða lyndi og
um sorgan sum tú hevur,
haldi eg, at tú hevur eftir
mammu tíni; sum hevði eitt
heitt og stórt hjarta til øll
onnur fólk. Hetta sermerkir
eisini teg og tú gevur fyrst
øðrum, áðrenn tú hugsar
um teg sjálva.
Einaferð minnist eg, tá í
bindiklubbur var, at eg
goymdi meg aftan fyri
sofuna í stovuni hjá okkum.
Har hoyrdi eg alt tað, sum
eg ikki skuldi hoyra. Eg
haldi, at Daniella í Kálhag
anum legði merki til mín,
og harvið gekk leiðin hjá
mær skjótt inn í kamarið at
sova. Ja, tað vóru stuttligur
og góðir dagar.
Mamma hevur eisini havt
nógvar vinkonur gjøgnum
øll árini. Í sínum ungum
árum var Anna hjá Elsu,
Marita hjá Herdis á Beyt
inum, Jórun í Kalhaganum,
hennara bestu vinkonur.
Eisini vóru Elisabeth hjá
Miu og Eliesar á Oyri og
mamma vinkonur, tá ið
mamma og tey bygdu húsini
í 1968, tað er tí heldur ikki
løgið, at Elisabeth gjørdist
gumma mín í februar 1969.
Seinni eru nógvar aðar vin
konur komnar gjøgnum
árini.
Mamma hevur ikki bara
verið heimagangandi. Hon
var í sínum ungum árum til
arbeiðis á telefonstøðini í
Vági, har hon var telefon
boð. Eftir hetta var hon
arbeiðsgenta í 2 ár í hús
inum hjá Elsebeth Helenu
og Jógvan Dahl við Krosslið
í Vági. Eisini arbeiddi hon
við fisk hjá A/S J. Dahl í
Vági og á Suðurfisk, og
sum heimahjálp í nøkur ár.
Tað eru nógvir barnadópir,
barnaføðingardagar og kon
firmatiónir, sum eru hildnir
í okkara barnaheimi. Her
vóru serliga svigarindurnar
hjá mammu, Hanna, Disan
Saloma sum hjálpti til.
Sjáldan var matur keyptur
útifrá, nei døgurðamatin
syrgdi pápi fyri, eisini tá ið
nakað stórt skuldi haldast í
húsinum hjá okkum.
Eisini
hava
pápi
og
mamma
havt
seyð
og
seyðahald í Hovi. Hetta var
eitt stórt íkast til okkum
gjøgnum árini, tí tað vóru
nógvir munnar at metta.
Eg minnist eisini á sum
smádrongur, ta ið vit øll
børn ini fóru at ferðast í
egnum landi. Vit vóru bæði
á Leynavatni, og á Kirkju
vatni í Famjin, har setti
mamma og pápi eitt stórt
“vilt telt” upp, og vit hugn
aðu okkum úti í nattúruni.
Ja, tú og pápi høvdu nógv
yvirskot, hóast átta børn.
Alvilda omma og Jens
abbin vóru eisini ein góður
stuðul
gjøgnum
okkara
uppvøkstur. Ja, onkuntíð
var omman ella abbin
barna genta, soleiðis at tit
bæði kundi fara ein túr í
biograf.
Eisini eitt skifti høvdu tit
bæði arbeiðsgentur í húsin
um, eg minnist serliga Helle
Thomsen, Kirstin, Bodil og
Solgerð Thomsen. Tær vóru
allar stak fittar, sjálvt um
eg til tíðir var strævin.
Eg minnist, tá ið vit øll
blivu størri og byrjaði at
ganga í dans. Mangan hevur
tú sitið uppi um náttina og
bíðað, til vit øll komu aftur
í øllum góðum úr dansi.
Tú og pápi hava eisini
havt børn í pleygu hjá
okkum, hesi børn eru eisini
væl fyri í dag, eg trúgvi
eisini, at tey hava nógv at
takka tær og pápa fyri.
Tá ið eg var í Danmark í
lestrarørindum var tað sera
kærkomið at fáa bæði
føroyskan mat og annað
gott frá tykkum, tað eri eg
takksamur fyri.
Vit eru øll børnini komin
væl frá okkara uppvøkstri.
Ja, eg haldi at vit hava nógv
at takka tykkum báðum
fyri. Eisini er tað frálíkt, at
koma heim aftur til Vágs, at
vitja
barnaheimið
og
tykkum bæði.
Mamma og pápi eru sera
trúgv ímóti guds orði, og
tað sær ein einamest, um
viðkomandi fer ein túr í
Missónshúsið í Vági, tí har
eru mamma og pápi oftani
at síggja. Tú hevur sum
altíð opið hús á sjálvum
føð ingardegnum, vit síggj
ast.
Á sekstifimm ára degnum
vil eg ynskja tær hjartaliga
tillukku og alt tað besta í
komandi framtíð og Guds
signing yvir teg og pápa.
Eg fari at enda hesa føð
ingardagskvøðu við orð
inum hjá Harry Birtilið,
»Mamma mín« sum eg veit
tú dámar væl.
»Góða mamma, tú ið lívið
gav mær,
aftur koma barndómsdagar
ei,
men tey ljósu minni, eg
fekk frá tær
vilja lýsa mær á lívsins
leið.
Mangar mammur syrgnar
heima sita
tí ein sonur gloymdi burtur
tær.
Men mín góða mamma tú
skalt vita,
at tú stendur hjarta mínum
nær.
Meðan tú enn livir, vil eg
veita
Hesa hjartans tøkk til tín,
Heimsins besta mamma,
mamma mín.
Og tá lívsins stormur á
meg herja
og eg óttafullur standi har
Veit eg, tú við bønum meg
vil verja
Móðireygað vekjur yvir
meg«
Hoyvík, 09.08.2009
Levi Mørk
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma,
dóttir og systir
Alis Ørvarodd
Tórshavn
fødd Haraldsen, ættað úr Sandavági,
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 9. august, 59 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum mikudagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Margeir
Theodor, Oddmar og Rói
Tey ið ynskja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata
eina peningagávu til Krabbameinsfelagið,
konta í peningastovnunum.
Ingibjørg Mørk í Vági 65 ár