mikudagur 12. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 151 - 12. august 2009
Meiri og meiri verður
gjørt burtur úr
ovastevnu í Nólsoy,
og kommunan
stuðlar undir við at
hanga littar ljósperur
upp, senda flytbara
toilettið út og annars
at hugna um sum
frægast
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tilfarið og útgerðin, sum
skal flytast um fjørðin í
sambandi við ovastevnuna í
Nólsoy, gerst meiri og meiri
umfatandi. Hetta hevur ført
til, at Ternan seinastu árini
er sett inn at gera ein frakt
túr undan stevnuni og ein
eftir, at flyta alt tað út til
Nólsoyar og inn aftur til
Havnar, sum brúk er fyri á
stevnuni.
Í morgun lá Ternan so tíð
liga við ferjuleguna á Bursa
tanga, og menn fingust við
at lasta og koyra umborð.
At nýta Ternuna ger
arbeiðið so ógvuliga nógv
lættari í sambandi við
flutningin um fjørðin, tí har
kunnu
lastbilarnir
bara
koyra lastaðir umborð í
Havn og síðani koyra á
staðið í Nólsoy, har teir
skulu lossast.
Tað er sjálvandi fyrst og
fremst ovastevnunevndin,
sum skipar fyri, men vit
hjálpa til á fleiri økjum,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Eins og undanfarin ár
sendir kommunan eina sópi
maskinu út undan stevnuni,
og hon verður eisini við í
ruddingararbeiðinum eftir
stevnuna.
Vit flyta eisini toilett
vognin hjá kommununi út til
Nólsoyar, eins og vit seta
fløskubingjur og vanligar
ruskbingjur upp til stevn
una. Annars gera vit nógv
av tí sama, sum vit gera til
ólavsøkuna við littum ljós
perum, fløggum og líknandi,
sigur Heðin Mortensen.
Fríðka um
Kommunan er eisini við í
trygdarskipanini á stevnuni,
og sendur eitt nú manning
frá
brandstøðini
út
til
Nólsoyar á stevnuni.
Tað hevur verið vanligt,
at enda felagssangin við
fýrverki, og tí stendur
kommunan nú fyri, eisini
tað trygdarliga, sigur Heðin
Mortensen.
Sum áður nevnt skipar
kommunan saman við ova
stevnunevndini fyri einari
málningaframsýning
við
verkum hjá Steffani Daniel
sen, og hana skal borgar
stjórin alment lata upp
leygardagin.
So eg verið sjálvandi
við á ovastevnu, eins og eg
plagi at vera, sigur hann.
Eisini í aðrar mátar verð
ur fríðkað um úti í Nólsoy.
Tá nýggja kloakkskipanin
herfyri varð alment handað
kommununi, vóru menn frá
EM Asfalt í Nólsoy og
gjørdu vegirnar gangbarar
aftur, og nú Ternan aftur
siglir, fer felagið út við 20
tonsum av asfalti at fríðka
um rundan um Kunningar
støðina og annars aðrar
snøklar, sum lógu eftir frá
seinast.
Kommunan hevur verið
í sambandi við Strand
ferðsluna um at fáa Ternuna
setta inn í siglingina á ova
stevnu, og eisini í sambandi
við frakttúraranr undan og
eftir stevnuna. Væntandi
verður síðsta asfaltarbeiðið
gjørt, tá Ternan flytir alt
tilfarið inn til Havnar aftur
eftir ovastevnu, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Gera klárt til ovastevnu
Nógv tilfar av øllum møguligum slagi varð í morgun koyrt umborð á Ternuna til Nólsoyar
Clinton fordømdi neyðtøkur
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, forømdi tær
nógvu neyðtøkurnar í Lýðveldinum Kongo, tá hon í gjár vitjaði
eina flóttafólkalegu har eysturi í landinum. Sambært BBC hava
neyðtøkumenn at kalla frítt at fara, og tað hevur havt við sær, at
neyðtøkurnar eru øktar nógv í tali teir seinastu mánaðirnar.
Summir hjálparfelagsskapir siga, at 3.500 kvinnur eru neyðtiknar
higartil í ár, og at fleiri menn eru eisini neyðtiknir.´A ferð síni
kring Afrika hevur Hillary Clinton serliga lagt dent á ágangin
ímóti kvinnum, og hvat kann gerast fyri at forða tí.
Ongar nýnazistar
Forsetin í Ungarn er í øðini um, at nýnazistar hava ætlanir um at
skipa fyri einari skrúðgongu til minnis um Rudolf Hess, sum var ein
av teimum ovastu leiðarunum í Nazitýsklandi. Eftir ætlanini skulu
nýnazistar úr Ungarn og øðrum londum ganga skrúðgongu í
Budapest leygardagin, men Lazlo Solyoun, forseti, sigur, at
nýnazistarnir eru óynsktir í býnum. Sambært lógini kann løgreglan í
Budapest seta forboð fyri skrúðgonguni, men enn er eingin avgerð
tikin um tað, skrivar AFP. Rudolf Hess fekk lívlanga fongsuls
revsing, men beindi fyri sær í fongslinum tann 17. august í 1987.
Fleiri lastbilar fóru út við Ternuni í morgun, millum
anað hesin, sum koyrir flytbara toilettvognin hjá
Tórshavnar kommunu út á stevnuna