Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 151 - 12. august 2009 Tey fægstu geva sær helst far um hvat tað er fyri ein framleiðsla, sum fer í gongd, tá Dagur og Vika fer í luftina. Flestu okkara kenna vertirnar og ymsu report­ ararnar frá tíðindasendingini, men handan skíggjan og hvørja sending stendur eitt sjónvarpslið á 6 fólk. Ein av hesum er saman við redaktiónsleiðaranum við frá byrjan til enda, og hevur ábyrgd­ ina av at Dagur og Vika fýra ferðir um vikuna kemur á skíggj­ an. Ein av teimum báðum, sum skiftast um krevjandi leiklutin, er 30 ára gamli Rúni Friis Kjær. Hann byrjaði sum freelansari í sjón varpinum í 2001, og fór stutt eftir í læru sum framleiðslu­ tøkningur. – Tá mann velir at arbeiða innan hetta økið, er tað tí mann brennir fyri fakinum, sigur hann. – Her rennir mann skjótt og nógv fyri at fáa alt at hanga saman. Uttan ein sterkan vilja, hevði tað ongantíð latið seg gjørt at havt eitt føroyskt sjónvarp. Samanborið við londini rundan um okkum, skuldi tað slettis ikki latið seg gjørt, sigur hann av ­ gjørdur. Hvat, hvar, nær Rúni Friis Kjær veit hvat hann tosar um eftir at hava verið í starvinum í átta ár. Hann hevur langar arbeiðsdagar, har upp­ gávurnar skifta í millum at vera framleiðari og at klippa og taka upp. Sum oftast arbeiðir hann á longum vaktum sum vara 8­20.00 tá hann er í framleiðslu. Er hann upptikin av øðrum arbeiði í húsinum, arbeiðir hann á vakt sum eitur 8­16.00. – Mín uppgáva er at syrgja fyri beinleiðis partinum, tá eg eri framleiðari á Degi og Viku. Eg samstarvi nógv við redaktørin á Degi og Viku, og saman leggja vit dagin til rættis. Mín spesi­ fikka uppgáva er at taka í móti innsløgum, tá reportarar og upp­ tøkufólk hava verið úti og gjørt onkra samrøðu, at klippa til og leggja innsløgini til rættis. Hann skipar sostatt eina tíðinda sending frá byrjan til enda, og tað er eisini hann, sum avgerð nær hvat kamera skal inn hvar, tá sent verður beinleiðis. –Á ein hátt er tað ein gáva, sum redaktørurin keypir, og vit selja og pakka inn fyri hann, sigur Rúni Friis Kjær og flennir. Høgt stress støði Ein vanligur dagur hjá Rúna Kjær byrjar við einum redak­ tións fundi um morgunin, har tosað verður um hvat skal gerast til tíðindasendingina um kvøldið. So fer hann í holt við at klippa, skifta kamera og ymiskt annað, ið hoyrir til arbeiðið. – Hetta er eitt arbeiðspláss við einum sera høgum stress støði. Størsta trýstið er uttan iva beint áðrenn deadline. Vit hava eina rættiliga flótandi deadline, hóast tann offisiella deadline’in er klokkan 18.00. Tað kemur meir enn so fyri, at innsløg ikki koma inn fyrr enn klokkan 18.45, og tað er tá, at planleggingin ríkur. Tá vit noyðast at sita og klippa meðan sendingin er í luftini, greiðir Rúni Friis Kjær frá. Tilsamans eru fimm fram­ leiðslufólk í starvi Kringvarp­ inum. Tað er ikki nokk, og skapar trupulleikar tá frítíð skal setast av til øll starvsfólk, ella tá sjúka ger um seg. Fyri at bøta um illa sperdu arbeiðsorkuna, er Kringvarpið farið undir at fram­ leiða videojournalistikk. Maðurin handan Dag og viku Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Her arbeiði eg Ein umráðandi postur í framleiðsluni á sjónvarpsredaktiónini, er ein persónur, sum ongantíð sjálvur kemur á skíggjan, men sum skal syrgja fyri at Dagur og Vika kemur á skíggjan sum ætlað. Tann postin eigur Rúni Friis Kjær. Tað, sum førdi hann aftur um knappaborðini í Kringvarpinum, er alskurin til at siga eina søgu Rúni Kjær er ein av teknikarunum í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hann hevur eitt nú stóru ábyrgdina av at Dagur og Vika kemur á skíggjan heima í stovunum hjá Føroya fólki