Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2009 19 – Tað merkir, at journalisturin fer út á onkra uppgávu við einum kamera, og tekur sær av øllum arbeiðnum sjálvur. Tað var NRK, sum var her og helt skeið fyri okkum, og við hesum er ætlanin at frígeva resursir, so serliga journalistarnir kunnu fáa betri arbeiðsumstøður. So teir hava betri stundir til at fara í dýpdina við evnunum, sigur Rúni Friis Kjær. Betri tíðindagóðska Eitt rættiliga vanligt fyribrigdi innan journalistiska arbeiðið, er at søgurnar, sum avtalað var at arbeiða við um morgunin, ikki halda, og ein so stendur við ongum tá tíðindasendingin fer í luftina. Eisini kann tað henda seg, at upptøkurnar og sam­ røðurnar taka longri tíð enn ætlað, og koma aftur stutt fyri deadline við 30 minuttum av upptøkum, sum skulu klippast niður hálvanannan og tríggjar minuttir. Í mesta lagi. ­ Við broytingunum gerast tey væl gjøgnumarbeiddu kamera innsløgini eitt kvink verri, men tað journalistiska skuldi gjarna blivið betri. Tað snýr seg um forteljingina, sigur hann. Tað ger tað eisini persónliga fyri Rúna Kjær. Hann byrjaði sína karrieru sum dj, og minnist at honum dámdi at spæla tónleik fyri fólki, sum var nýggjur og kundi vera áhugaverdur. So flutti hann seg inn á journalistiska økið, og byrjaði á Atlantic Radio og var í eina tíð í útvarpinum síðan í útvarpinum. – Eg veit, at eg altíð havi verið hugtikin av at framleiða sjón­ varp. Men tað hevur eisini nakað við tað at fortelja eina søgu, sum mær dámar so væl. Hetta er ikki bara eitt arbeiði fyri meg. Tað er samstundis mítt ítriv. Eg arbeiði ólønt eitt sindur við síðuna av, har eg fáist við nakað heilt ann­ að, til dømis stuttfilmar, og her í húsinum sleppi eg at eg at royna alt møguligt. Mín fyrsta uppgáva í sjónvarpinum var at taka upp Nýggjárssendingina, síðan Prix Føroyar, Mentanartíðindi og tíðindini havi eg gjørt alla tíðina. So eg sleppi nógv runt í fram­ leiðsluni. Og tað er umráðandi fyri meg at tað ikki kemur rutina í, sigur Rúni Friis Kjær. Borið fram av stríðsanda Hann er ikki avvísandi fyri tankanum um at hann verður gamal í starvinum sum fram­ leiðari í Kringvarpinum. Í yms­ um tíðarskeiðum hevur hann verið aðra staðni og arbeitt, eitt nú í Danmark og Íslandi. – Men at vera við í uppbygg­ ing ini, sum eg eri í sjónvarp­ inum, dámar mær best. Hevði eg arbeitt hjá til dømis Danmarks Radio, hevði eg kanska bara sloppið at tikið upp ella bara klipt. Her er møguleiki at verða við til at uppfinna loysnirnar sjálvi. Sjónvarpið hevur í ár 25 ár á baki, og sum Rúni legði út við at siga, hava vit eitt fólkatal so lágt, at tað snøgt sagt ikki skuldi latið seg gjørt at havt eitt føroyskt sjónvarp. – Tíverri er hugburðurin mill­ um fólk sum oftast at Kring­ varpið onki nyttar. Men tað haldi eg ikki. Vit skulu bara hava eitt betri samskifti við borgaran. Lata hann vita, at hetta er fólksins kringvarp. Hann er sjálvur hugtikin av hvussu sjónvarpið hevur megnað at yvirlivað í 25 ár. Hann vísir millum annað á sendingarnar hjá Zachariasi Hammer, har hann einsamallur var á ferð við einum upptøkutóli og mikrofon, og leveraði gott undirhald til før­ oyska hyggjaran. – Sjónvarpsframleiðslan byrj­ aði og hevur alla tíðina verið hildin uppi av stríðsanda, og tað skal ikki gloymast, sigur Rúni Friis Kjær. – Eg veit, at eg altíð havi verið hugtikin av at framleiða sjónvarp. Men tað hevur eisini nakað við tað at fortelja eina søgu, sum mær dámar so væl. Hetta er ikki bara eitt arbeiði fyri meg. Tað er samstundis mítt ítriv, sigur Rúni Friis Kjær