Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 151 - 12. august 2009 Í hesum døgum er eitt ferða lag á vitjan í Føroyum við nøkrum forkunnigum BMW og DKW ellis akfør um Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Við Norrönu sunnudagin komu limir í danska veta ranbilklubbinum “BMW Klub 367” í land við fimm ellisakførum, trimum BMW Isetta kabinuskutarum frá umleið 1960, einum BMW 700 frá 1960 og einum DKW F12 frá 1965. Tað er Per á Hædd foto grafur í Havn, ið sjálvur er limur í “BMW Klub 367”, sum hevur tikið stig til vitj anina. Per eigur eisini ein BMW Isetta. Klubburin eitur “BMW Klub 367”. 3-talið stendur fyri BMW Isetta, sum teir flestu hava trý hjól, 6-talið stendur fyri BMW 600, sum er ein bilur við fýra hjólum, ið líkist Isetta, og 7-talið stendur fyri BMW 700. Í klubbinum er umleið 140 limir. BMW Isetta vórðu gjørdir frá 1955 til 1962 í tilsamans 161.728 eindum. Talan er um ein inni lok- aðan skutara við trimum hjólum, ein so nevndan kabinuskutara. Isetta var ein væl umtóktur kabinu skutari fyri umleið 50 árum síðan. Hann var lítil, lættur og væl egn aður til býkoyring. Pláss er til tvey vaksin og eitt lítið sindur av við føri. Tilsamans 10 fólk eru við í ferða- lagnum, sum ferðast kring landið við hesum sermerktu ellis akfør- unum, til tey fara avstað aftur við Norrönu sunnudagin 16. august. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Ellisakførini á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum BMW og DKW ellisakfør Pláss er til tvey vaksin í kabinuni á BMW Isetta BMW 700 varð gjørdur frá 1959 til 1965. Hesin er árgang 1960 DKW F12 varð gjørdur1963 til 1965. Hesin er árgang 1965 Inngongdin til kabinuna er gjøgnum eina stóra hurð framman á bilinum Bert eitt bakhjól og ein spruttlappi