mikudagur 12. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 12. august 2009
Tað var ein blíður, men
ógvuliga fokuseraður
Willam Gallas, ið
Sosialurin og Rás2 hitti
eftir tíðindafundin í FSF-
húsinum í gjár
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
31 ára gamli verjuleikarin hjá
Arsenal, William Gallas, var umboð
fyri leikararnar, tá tíðindafundur var
í FSF-húsinum í gjár. Gallas gav sær
góðar stundir at svara spurningum
frá fronsku pressuni – á fronskum.
Men eftir at hava tosað við
fronsku fjølmiðlarnar í góðar tíggju
minuttir, kom Raymond Domenech
og tók yvir, meðan William Gallas
stillisliga gekk út í hølunum, har
tíðindafundinum.
Í gongini fingu fólk úr Miðlahús-
inum fatur í mannin, sum gav sær
stundir til at svara nøkrum
spurningum. Við síni tíð í Onglandi
– fimm ár í Chelsea og nú gongur á
triðja árið í Arsenal – er William
Gallas ein av teimum fáu á franska
liðnum, ið dugir enskt.
Royndur harri
William Gallas spældi sín fyrsta
landsdyst í 2002, og var millum
annað við at tapa finaluna í heims-
meistarakappingini í 2006, tá Italia
basti Fraklandi eftir brotssparks-
kapping.
Feløgini, hann hevur umboðað,
eru Caen og Marseille í Fraklandi og
Chelsea og Arsenal í Onglandi. Í
síðstnevnda felag var verjuleikarin
eisini liðformaður eitt skifti. Hetta
merkir, at talan eru um ein ógvuliga
royndan mann – eisini tá tað kemur
til at tosa við fjølmiðlarnar. Gallas
tosar í breiðum vendingum og
dugir væl at víkja frá spurningum
um ítøkilig viðurskifti.
Tí lá eisini væl fyri hjá honum at
svara, tá vit spurdu hann, um tað
var trupult hjá honum at motivera
seg til ein dyst sum tann í móti
Føroyum, tá Fraklandi áður hevur
vunnið við bæði fimm og seks
málum.
– Nei, avgjørt ikki. Vit eru
professio nellir leikarar allir samlir.
Vit mugu og skulu vinna ein dyst
sum henda, og mær nýtist onga
eyka motivatión. Tað, sum drívir
meg ein slíkan dyst er, at eg vil hava
okkum víðari til endaspælið, segði
William Gallas róliga.
Hvør einasti landsdystur
er stórur
Gallas vísti á, at tað ikki ger mun,
um tú dagliga spælir í móti
Manchester United, Liverpool og
Chelsea, fyri so at spæla í móti
einum liði sum føroyska
landsliðnum.
– Eg skal siga tær tað, at tá tú
spælir á landsliðnum so er hvør
einasti dystur ein stórur dystur,
segði William Gallas við týðiligari
tilsiping til, at motivatiónin ikki
verður nakar trupulleiki.
Lyklaorðið er fokus
Í samrøðuni við Gallas er eitt orð,
hann brúkar aftur og aftur. Fokus.
Av tí sama ynskir hann ikki at tosa
um, hvat eitt gott úrslit hevði verið í
dag.
– Um vit ynskja at koma víðari úr
bólkaspælinum, so er ein sigur eitt
krav. Tí skulu tankar okkara savnast
um hvussu vit vinna. Vit eru eisini
greiðir yvir, at tað ikki verður lætt, tí
føroyska landsliðið verjir væl á
heimavølli. Tí er tað altavgerandi, at
vit eru fokuseraðir í øllum tí, vit
gera á vøllinum, segði William
Gallas.
Hann minnist aftur á stórsigurin,
tá hann spældi allan dystin á tamb,
tá Frakland vann 6-0 á Føroyum.
– Vit fingu eina fína byrjan, men
so gjørdist tað trupult hjá okkum
eina góða løtu, sigur William Gallas.
Vónandi fara føroysku leikararnir
eisini at gera tað trupult hjá
franskmonnum í kvøld, tí sambært
Gallas lata teir seg ikki nerva av
umstøðunum annars, so ein lítil
vøllur og vánaligt veður verður
eingin fyrimunur.
– Á vøllinum gloyma vit alt og øll
og vilja bara vinna, vóru síðstu
orðini hjá Gallas, áðrenn hann fór at
venja fyri seinastu ferð undan dyst-
inum í móti føroyska landsliðnum.
Fokuseraðir
franskmenn
William Gallas, liðformaður á
franska landsliðnum, á veg út
frá tíðindafundinum, sum var
klokkan 16.30 í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang