Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. august 2009 – Nr. 151 Tær fyrru fýra ferðirnar, Føroyar hava spælt ímóti Fraklandi, er tað endað við fronskum sigri. Enn hava Føroyar heldur ikki fingið mál ímóti fronsku stjørnunum, men kanska brestur fyri nev hesa ferð FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Undan landsdystinum millum Før oy­ ar og Frakland á Tórsvølli í dag, hava londini fýra ferðir spælt ímóti hvørj­ umøðrum. Tvær tær fyrru ferð irnar var tað í undankapp ingini til HM­ enda spælið í Týsklandi í 2006, og tær báðar seinnu ferð irnar í und an­ kappingini til EM­enda spælið í 2008, sum Eystur ríki og Sveis hýstu í felag. Føroyar hava tapt allar fýra dyst­ irnar, og málmunurin er 16­0 til Frak land, sum tí í miðal hevur vunn­ ið 4­0 hvørja ferð. Enn eiga vit fyrsta málið til góðar, og í teimum undan­ farnu dystunum hevur í onkrum verið møguleiki at fingið mál, men eisini púrt eingin møguleiki í onkrum av hinum dystunum. Av núverandi føroysku spæl ar­ unum, eru tað bara Jákup Mikkel­ sen og Fróði Benjaminsen, sum hava verið við allar 90 minuttirnar í teimum fýra undanfarnu dystunum. Hjá Fraklandi er bara Thierry Henry byrjaður inni allar ferðirnar, men hann er so ikki við hesa ferð. Óli svaraði aftur Fyrsti dysturin var á einum full sett­ um Tórsvølli tann 8. september í 2004, tá Frakland vann 2­0. Føroyar høvdu fýra dagar frammanundan tapt 0­6 á útivølli ímóti Sveis, og vánaliga úrslitið í Basel gav ikki tær stóru vónirnar fyri nøkrum serligum ímóti fronsku stjørnunum. Men tað skuldi vísa seg, at hóast tapið, so megnaði føroyska liðið veruliga at reisa seg og vísa nakað av tí besta spælinum, Føroyar nakr­ antíð hava havt í einum lands dysti. Serlig miðvøllurin var heilt framúr, og tað gjørdist ikki verri, tá Arsenal­ stjørnan, Patrick Viera, fekk seinna gula kortið 10 minuttir inn í seinna hálvleik og noyddist undir brúsu í ótíð. Undan dystinum høvdu mong funnist at, at Óli Johannesen var tikin út, hóast hann spældi við TB í næstbestu deildini. Men í hesum dyst inum læt hann føtur sínar svara aftur á vøllinum, og sum liðfor mað­ ur gekk hann undan og vísti aftur øllum atfinningunum um, at hann var »over the hill«. Jákup vardi væl Tá útidysturin var á skránni á Stade Bollaert í Lens tann 3. september í 2005, sást ikki nógv aftur til góða føroyska spælið, ið hevði merkt fyrra dystin. Tvørturímóti vóru føroysku spælararnir í løtum at líkna við keylur á vøllinum, meðan franska maskinan koyrdi, sum ongantíð fyrr. Var tað ikki fyri Jákupi Mikkelsen, sum ferð eftir ferð borðreiddi við framúr bjargingum, hevði talan verið um eitt nógv størri skrædl, tí Frakland vann kortini »bara« 3­0 við einum føroyskum sjálvmáli og Cissé sum tvífaldum málskjútta. Ein hin størsta upplivingin í hes­ um dystinum var stóri fótbólts snill­ ingurin, Zinedine Zidane, sum hetta kvøldið í løtum vísti fram síni bestu kynstur, ið rættiliga vístu, hví hann av mongum var mettur sum heim­ sins besti fótbóltsspælari. Stórur munur á Tá Føroyar á heysti 2006 vitjaði í Fraklandi í EM­undankappingini, vóru tað varaheimsmeistararnir, ið tóku ímóti. Og ikki kann sigast ann­ að, enn at munur sást á næst besta liðnum í heiminum og lítlu tjóðini, sum tá var nummar 179 á FIFA­ styrkilistanum. Frá mitt í fyrra hálvleiki, tá støðan longu var 2­0, og líka til eitt korter var eftir, vísti Frakland okkum náði, men so gjørdu Anelka og Trezequet bart við trimum málum aftrat, so 5­0 til Frakland stóð á máltalvuni til endans. Føroysku spælararnir gjørdu sítt besta á Stade Bonard í Sochaux­ Montbéliard og stríddust av lívsins kreftum, men ímóti mestsum full­ komna yvirvaldinum var tað til fánýtis. Lendu ongantíð Undan returdystinum í Føroyum tann 13. oktober í 2007 var stórur spenningur, um franska landsliðið yvirhøvur fekk lent. Flogfarið setti seg fáar tímar undan dystinum, men spurningurin er, um fraklend­ ingarnir nakrantíð lendu, tí teir snøgt sagt hølvaðu føroyska liðið av við turrum tennistølum, 6­0. Umframt mjørkan, minnast mong óivað dystin, tí so fáir áskoð­ arar møttu. Heili 4.000 setur stóðu tóm á Tórsvølli, og vantandi áskoð­ ara inntøkurnar góvu Fótbóltssam­ bandinum ein fíggjarligan smeit, umframt at úrslitið av sjálvum dyst­ inum var vánaligt. Tað var forrestin í dystinum, at Henry tangeraði gamla metið hjá Platini sum besti málskjútti hjá Frak landi nakrantíð, tá hann longu í áttanda minutti skoraði til 2­0 og kom upp á 41 landsliðsmál. Frakland fyri fimtu ferð Christian Lamhauge Holst í nærdysti við franska mál verjan, Mickaël Landreau, í síðsta dystinum hjá Føroyum ímóti Fraklandi, sum á heysti í 2007 Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Sjálvandi vinnur Frankaríki So avgjørdur var franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, tá hann á tíðindafundi í FSF­húsinum í gjár varð spurdur, um hann roknaði roknaði við einum sigri á Føroyum. Hetta var ein av fáu spurningunum, ið vóru svaraðir á enskum. Tað vóru einamest franskir fjølmiðlar til staðar. Umframt umboð fyri Sosialin, Rás2, Útvarpið og Dimmalætting var eisini ein skotskur journalistur til staðar. Sambært Fótbóltssambandinum er talan um eini 40 fjølmiðlafólk, ið eru í landinum í samband við dystin. Ein milliard kunnu síggja dystin Kvøldið í kvøld er ikki tað mest rúgvusmikla í altjóða fótbóltskalendaranum, og tí eru tað hópur av rásum, sum senda beinleiðis av Tórsvølli, tá dysturin verður blástur ígongd klokkan 17.00. Umframt at verða sýndur í Fraklandi, sæst dysturin eisini á rásum í Týsklandi, USA, Brasilia, øllum Miðeystri, Malaysia og Indonesia. FSF skrivar, at tilsamans hava yvir ein milliard fólk møguleika at síggja landsdystin. Harumframt vísir franska sjónvarpið eisini eina sending um Føroyar áðrenn landsdysturin byrjar, so illa kann sigast annað enn, at Føroyar veruliga hava møguleika at koma í fokus í hesum døgum.