Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. august 2009 – Nr. 151 Í fronskum fjølmiðlum verður føroyska liðið skýrt eitt pengaskáp, sum skal lirkast upp. Sum heild eru franskmenn varnir og eyðmjúkir í sínum metingum av føroyska liðnum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sigurð Vang, ið hevur lisið í Fraklandi er stinnur í fronskum, hevur seinastu dagarnar lisið fronsk bløð og á netinum, fyri at gera ein mynd av, hvørja umrøðu Føroyar fáa í fronsku pressuni. Hesum greiddi hann frá á Rás2 í morgun. Sambært honum hevur Domenech, franskur landsliðs­ venjari, sagt við blaðið Le Monde, at franskmenn mugu vera ógvuliga varnir. – Føroyska liðið er sum eitt pengaskáp, sum skal lirkast upp. Serfrøðingurin til hetta hevur verið Henry, men nú hann ikki er við, verður tað trupult, sigur Domenech. Hann heitir samstundis á leikararnar, um ikki at koma í eina fellu í Føroyum, og sipar til, at teir ikki mugu undirmeta mótstøðuna, teir fáa í kvøld. Mugu fáa mál tíðliga Jeremy Toulalan, sum hevur sína dagligu gongd í Lyon, er eisini varin og eyðmjúkur, tá hann verður spurdur um dystin í kvøld. – Tað verður torført hjá okkum, um vit ikki skora tíðliga í dystinum. Hendir tað ikki, mugu vit ikki missa tolið, sigur hann. Somu hevur hann sagt, at um teir ikki vinna í Føroyum í kvøld, so hava teir ikki uppiborið at koma víðari til endaspælið. Ræddust flogtúrin Annars verður nógv gjørt burtur úr flogferðini til Føroya í fronskum fjølmiðlum. Loic Remy, sum spælir við Nice, segði undan fráferðini við franska tíðarritið á netinum football.fr, at hevði hoyrt alt møguligt um lendingina í Føroyum, og hvussu trupult hetta var. Flogferðin fyllir eisini eitt sindur í blaðnum l'Equipe í gjár. Har fegnast tey um, at liðið lendi uttan trupulleikar. Samstundis minnast teir aftur á heysti í 2007, tá franska landsliðið hevði eina ógvusliga lending í Føroyum beint undan dystinum. Jákup’arnir eru iva­ málini Jákup Mikkelsen hevur trupulleikar við lærinum, og fysiskt hevur Jákup á Borg verið betri fyri fyrr. Tí byrjar Gunnar Nielsen í málinum og Bogi Løkin í høgra borði FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Áðrenn blaðið fór til prentingar í dag, var einki alment komið út, um hvussu føroyska liðið verð­ ur mannað í kvøld. Vit loyva okkum tí at koma við einum boði upp á, hvørjir mans byrja inni, tá dysturin verður bríksl­ aður í gongd klokkan 17.00. Í málinum verður Gunnar Nielsen. Kappingin um plássið millum stengurnar er hørð, men tá Jákup Mikkelsen hevur trupulleikar við lærinum, fellur valið á Gunnar Nielsen, sum fær úr at gera við at sparka mál­ spørk langt niðan á fronsku hálvuna. Verjan gevur seg sjálvt í stóran mun. Á bakkunum vera Jónas Þór Næs og Jóhan Troest Davidsen, meðan Egil á Bø og Atli Gregersen manna mið­ verjuna. Hetta er sama verja sum í móti Serbia. Á miðvøllinum verður heldur eingin broyting í mun til sein­ ast. Í borðunum vera Bogi Løkin og Símun Samuelsen, meðan Atli Danielsen, Súni Olsen og Fróði Benjaminsen taka sær av sentralu plássunum. Hetta skal takast við tí fyri­ varni, at Atli Danielsen ikki er darvaður av skaða. Er tað støðan, verður Bogi Løkin helst fluttur inn sentralt, meðan Jákup á Borg kemur inn á høgra borð. Fremstur verður Christan Lamhauge Holst, sum má metast sum sjálvskrivaður til hetta pláss, tá Rógvi Jacobsen ikki er við. Verður hetta liðið, er einasta broytingin í mun til dystin í móti Serbia útskiftingin millum stengurnar. Men Jákup Mikk­ elsen er sjálvsagt eisini ein møguleiki, og so verður liðið júst tað sama sum seinast. Franskir fjølmiðlar eru varnir Ongland kann vinna HM Spæla vit, sum vit spæla nú, hava vit avgjørt ein møguleika at vinna HM komandi summar! Tað sigur enski landsliðsleikarin, John Terry, nú Ongland spælir fyrsta dystin í sesongini, ein vinardyst móti Hollandi í Amsterdam í kvøld. Undir leiðslu av Fabio Capello meta ensku landsliðsleikararnir, at teir kunnu vinna størsta prísin í fótbólti nevniliga HM fyri landslið. Skommin, ikki at vinna fram til EM endaspælið í 2008 er farið í søgubøkurnar, og sjey vunnir dystir út av sjey spældum sigur Terry og hansara monnum, at teimum ikki nýtast at óttast nakran. ­ Øll tey stóru londini hava ein møguleika til HM, og vit eru einki undantak, sigur John Terry við The Sun. Røkka ella støkka fyri Noreg Tað stendur á gomlum nøglum í Noregi. Grannarnir fyri eystan møta í kvøld á heimavølli Skotlandi, og alt annað enn ein sigur merkir eitt farvæl til møguleikarnar hjá Noregi at spæla seg til endaspælið í HM í Suðurafrika komandi ár. Noreg hevur bert megnað tríggjar javnleikir og tvey tap í fyrstu fimm dystunum, og sjálvt við sigrum í teimu trimum seinastu dystunum er eingin trygd fyri, at teir sleppa at spæla play­off dyst um eitt pláss í endaspælinum. Venjarin, Egil »Drillo« Olsen ætlar sær sambært VG at leggja ein offensivan taktikk til dystin móti skotum í kvøld. Umleið 40 fronsk fjølmiðlafólk eru í Føroyum í hesum døgum Mynd: Jens Kr. Vang