mikudagur 12. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. august 2009 – Nr. 151 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Tá Terje Joensen koyrdi
á Donnington Park, varð
hann tveittur av súkkluni.
– Tá eg fór sendandi
gjøgnum luftina og sá
súkkluna niðri undir
mær, hugsaði eg við mær
sjálvum, at nú eri eg í
trupulleikum, sigur Terje
Joensen
KAPPKOYRING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað eru góðar tvær vikur síðani, at
Terje Joensen í Funningsfirði koyrdi
kapp á Donnington Park. Terje
Joensen koyrdi í einum stuðuls
bólki undan sjálvum Moto GP – ein
sokallaður support class, sum er
sama dag sum undankapp koyr
ingin og sjálv kappkoyringin var.
Hetta vikuskiftið á Donnington
Park var eitt vikuskiftið við góðum
og minni góðum upplivingum.
Leygardagin 25. juli koyrdu teir
kvalifikatiónskoyring.
– Hetta var einasti møguleiki
okkara at læra breytina at kenna.
Tað ávirkaði sjálvsagt, tá eg ikki
hevði koyrt á henni fyrr, so eg
kvalifiseraði meg sum nummar 37
av 43, greiðir Terje Joensen frá.
Hetjurnar duttu
Sunnudagin bleiv veðrið vánaligt
og tað versnaði bara út á dagin.
Hóast hetta vóru umleið 90.000
áskoraðarar og hugdu eftir sjávum
Moto GP kappkoyringini.
– Sjálvandi hugdi eg eisini og eg
gjørdist vitni til nakað so sjáldsamt
sum at síggja bæði Valentino Rossi
og liðfelag hansara Jorge Lorenzo
detta, greiðir Terje Joensen frá.
Harvið sá maðurin úr Funningsfirði
sínar egnu hetjur detta, áðrenn
hann sjálvur fór sendandi av sinar
motorsúkklu.
Vát og vandamikil breyt
Teir, sum koyrdi í support class, har
Terje Joensen eisini koyrdi, vóru á
breytini ein hálvan tíma eftir, at
sjálvt Moto GP var av.
– Sjálvandi var eg spentur, og eg
havi ongantíð í lívinum sæð so
nógv fólk, fortelur Terje Joensen.
Tað gjørdi heldur ikki spenningin
minni, at fyrireikararnar boðaðu frá,
at talan var um sokallað wet race,
orsaka ógvusliga regni. Tað merkir,
at tað er munandi truplari at koyra
og at ávís fyrivarni skulu takast.
– Donningtion breytin er vanda
mikil í regni. Asfaltið har verður
heilt øðrvísi í regni, og tá tú kemur
út í móti markinum, kennist tað
sum tú koyrir á ísi, fortelur Terje
Joensen.
Koyrdi seg fram
Sambært Terja Joensen gekk tað
væl at koyra kortini.
– Eg megnaði at fanga nakrar
aftur og kom nærkaðist miðjuni
sum nummar 27, men so fekk eg
trupulleikar. Í eini roynd at taka teir,
sum koyrdu nakað frammanfyri,
koyri eg hart, ov hart, ásannar Terje
Joensen.
Tað stutta av tí langa var, at tá
hann var á veg út úr Scwantz curve,
sum er uppkallað eftir fyrrverandi
heimsmeistaranum Kevin
Schwantz, er ferðin ov høg.
– Eg føli at bakhjólið var á mark
in um á breytini. Knappliga missir
tað fullkomiliga vegtakið. Hetta
hendir so skjótt, at har er einki at
gera, fortelur Terje Joensen, sum
varð slongdur harðliga av súkkluni.
– Tá eg fór sendandi gjøgnum
luftina og sá súkkluna niðri undir
mær, hugsaði eg við mær sjálvum,
at nú eri eg í trupulleikum, sigur
Terje Joensen, sum var ógvuliga
heppin at sleppa undan óhapp
inum uttan nakað brot.
Ikki mist mótið
Hann mátti tó brúka nakrar dagar
um at koma fyri seg aftur, og
motorsúkkla hansara hevur fingið
nakað av skaða. Hóast Terje
Joensen sjálvsagt hevur fingið ein
hvøkk av óhappinum, er hetta á
ongan hátt nakað, ið slær hann út.
– Um tú ongantíð dettur, so
roynir tú ikki nóg hart, sigur Terje
Joensen avgjørdur, sum eisini hevur
positiv minni frá fallinum.
– Tað var stuttligt at stóra fjøldin
av áskoðarum, sum var savnað har,
eg datt, klappaði og vendi tumli
num upp eftir, tá eg varð koyrdur
av breytini á einum skootara, sigur
Terje Joensen, ið er errin um at
hava tikið lut í tiltakinum á
Donnington Park.
– Tað var ein heiður fyri meg at
luttaka í søguliga tiltakinumn, sum
var síðsta Moto GP á Donnington
Park. Og um ikki annað kann eg nú
siga, at eg var á staðnum tann
dagin, Valentino Rossi og Jorge
Lorenzo duttu, sigur Terje Joensen
at enda.
Nú fyrireikar hann seg til næstu
kappingina, sum verður á Brands
Hatch 29.31. august.
Til ber at fylgja við Terja Joensen
á heimasíðu hansara tracing.co.uk,
har søgur, stuðlar og tíðindi eru at
finna.
Terje varð slongdur
av súkkluni
Terje Joensen úr Funningsfirði sæst her á eini motorsúkklu í Føroyum
Adu til OB
Fyri seks árum síðani var Freddy Adu eitt navn, flest
fótbóltsáhugað kendu til. Tá skrivaði amerikumaðurin undir
yrkissáttmála og varð mettur at vera millum heimsins mest
evnaríku leikarar. Hann er í løtuni sáttmálabundin at portugisiska
Benfica, men var í fjør útleigaður til Monaco í Frankaríki. Hetta
hepnaðist ikki serliga væl, og nú roynir Adu eftir øllum at døma
aðrir leiðir. – Einki er avgjørt enn. Talan er um ein leigusáttmála og
eg skal til Danmarkar at fáa alt endaliga upp á pláss, sigur Adu við
Yanks Abroad sambært bold.dk. Við somu heimasíðu hevur stjórin
í OB, Kim Brinck, sagt, at teir halda eitt vakið eyga við Adu.
Gerrard klárur sunnudagin
Liðformaðurin hjá Liverpool hevur givið avboð til landsdystin í
kvøld vegna skaða. Steven Gerrard hevur trupulleikar við
lærkrikanum og fær tí ikki spælt í móti Hollandi. Heimasíðan hjá
Liverpool boðar tó í dag frá, at skaðin ikki fær nakra ávirkan á
teirra byrjan upp á kappingarárið, tá teir fara til London at dystast
við Tottenham. Hesin dystur verður spældur sunnudagin.