Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 151 - 12. august 2009 Andlát og jarðarferðir Nicodemus Nico demus sen, Sandi, van liga nevndur Demmus, andaðist mána dagin á Áargarði, 65 ára gamal. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13 úr Sands kirkju. Tey ið vilja minnast Demmus, kunnu lata Áargarði eina gávu, konta í Før oya Banka. Alis Ørvarodd, Tórs havn andaðist á Lands sjúkra húsinum sunnu morgunin, 59 ára gom ul. Bønarhald verður í kapell inum mikudagin kl. 18.00. Jarðar ferðin verður úr Vestur kirkjuni hósdagin kl. 14.00. Kistan við Árna Joen sen fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Christians kirkjuna miku kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christians kirkjuni hósdagin klokkan 13.30. Tey, ið vilja minnast Árna, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Kári við Stein greiðir frá, at tað er nógvur krabbi at fáa í Grønlandi. Hann greiðir frá dag fyri dag 20. juli Í dag er dýrdarveður og + 10 stig. Qaqqatsiaq er komin inn at landa og skifta fólk. Teir hava um 350 tons inni, og teir sigldu longu á midnátt til nýggjan túr. Teir vóru ikki meir enn leysir, tá kom Markus til kaj. Teir skuldu leggja um 250 tons upp. Polar Assik var í Nuuk og landaði í gjár. Har var alt fult hjá teimum. Teir skulla skifta fólk eisini. Polar Natarnaq er á veg til Nuuk at landa við fullari last. 21. juli Í dag er toka og +10 stig. Markus var liðugur at landa í dag. Teir hava knapt 250 tons og skuldu sigla, tá liðugt var. Men har var trupulleiki við einum toppstykki, so teir sigldu aftaná døgurða. Sisimiut kom til Reykjavík í morgun at landa og skifta nakað av fólki út. Teir eru lidnir við svartkalvakvotuna í Eysturgrønlandi. Teir hava 440 tons inni eftir 50 døgum, mest svartkalvi. Polar Nanoq kom til Hafnafjørð í dag at landa kongafisk. Teir hava 365 tons inni eftir 25 døgum. Nú skulla teir leggja um til svartkalva. 24. juli Í dag kom Akamalik inn at landa. Teir hava gott 300 tons inni eftir einari viku. Tað var ein heitur dagur í dag, + 19 stig og stilli. Akamalik loysti kl 21 til nýggjan túr i kvøld . Virkið her hevur lukkað fyri avreiðing av krabbum eina viku fram. Bátarnir hava fiskað væl hesa seinastu tíðina. Men tað kemur illa við hjá monnum at missa so nógva fiskitíð, nú meðan veðrið er til vildar og nokk er av krabba. Herfyri kom ein krabbabátur inn við um 10 tonsum av krabba, men tíverri var alt deytt hjá teimun. Í gjárkvøldið kom ein annar krabbabátur inn við umleið 13 tonsum, har eisini alt var deytt. Teir meina, at sjógvurin er ov heitur um hesa tíðina. Í fjør lógu teir báðir krabbabátanir í juli. Men tann eini vil royna eitt legg afturat og seta køling á sjógvin, sum krabbin verður goymdur í. 23. juli Í dag + eru 10 stig. Natarnaq er komin inn at landa og skifta fólk. Skipið hevur fulla last henda túrin. Teir skulla skifta fólk eisini. Teir komu við leiguflogfari, tí boðað var frá verkfalli í gjárkvøldi kl 20, men tað er fyri so fyribils útsett. 24. juli Í dag eru + 9 stig. Natarnaq loysti seinnapartin til nýggjan túr. 28. juli Markus er inni í Nuuk og landar. 30. juli Ocean Tiger kom inn í morgun at landa. Teir høvdu gott 360 tons inni. Tveir av manningini fóru út fáa sær eitt kók av toski. Teir komu aftur við 10 kurvun av góðum slag. Agnið er óføra gott, sum kokkurin hevur við at gera. Krabbabáturin, sum misti tann góða fongin, kom inn aftur við krabba, sum var niðurkøldur. Nú hjálpti hjá teimum, alt prima krabbi. 1. august Nú er veiðutíð fyri reinsdjór. Summir gera skjótt av. Tey fyrstu reinsdjórini komu teir við longu um kl 17. Tey, sum eg sá, vóru kaldarak. Nú er tíðin byrjað at fiska laks við gørnum. Men har bar lítið til. Eg tosaði við ein laksafiskara, sum hevð ligið alla nátt við 30 gørnum og drivið fyri at halda stórhval burtur frá gørnunum. Teir fingu ongan laks, men nøkur síl vóru í . Polar Natarnaq kom inn til Aasiat við 160 tonsum og skuldi skifta fólk. Skiparin Karl Thomasen úr Kollafyrið lat væl at. Teir hava fiskað knapt 1.000 tons hetta tørnið, alt sekkjarækjur Nógvur krabbi og lítið av laksi í Grønlandi Grønlandstíðindi Kári við Stein Dagurin 12. august. Klara, deyð í 1253, var av aðalsætt úr Assisi. Fór í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og eggjað av honum grundlegði hon eitt nunnukleystur og skipaði eina nunnuskipan,klarisurnar nevndar. Navnið er latínskt, og merkir hin kenda ella skæra. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)