mikudagur 12. august 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 • 12. august 2009
MIÐvIkaN
27
at vita, hvør fru Hansen hevur
verið. Men tað kann roknast
við, at fru Jacobsen frá Gøtu
man hava verið Inga, kona
Absalon Jacobsen, kendur seinni
sum Absalon á Skála. Hann
hevði nevniliga úthandil fyri
Faktorin í Syðrugøtu, og tí hevur
kennskapur verið millum tey.
Her skal vera komið eitt sindur
inn á hendan úthandil. Hann
byrjaði so tíðliga sum í 1860,
tvey ár eftir, at Faktorin tók við
í Klaksvík. Tvey tey fyrstu árini
var hann rikin av Gregorius
Johannesen, vanliga kallaður
Grækaris á Gørðum, í Syðrugøtu.
Hann hevði bert handilin í tvey ár,
tá hann fór av knóranum.
Grækaris var ein heilt sjáld
samur maður. Hann var bóndi,
luttók í almenna kjakinum og
var eisini løgtingsmaður. Mest
kendur er hann fyri sín skaldskap,
og hann fer at verða umrøddur í
eini komandi Miðviku.
Men tað sum hevur áhuga í
hesum sambandinum er, at hann
eisini yrkti um Faktorin, og sigast
kann, at henda yrking ikki er tað
sum í dag kallast jalig. Kanska
hevur hann havt agg, tí hann
hevur mist úthandilin.
Her skal verða endurtikið okkurt
brot í vísuni:
Jeg raader for alt
Og hersker alene med Magt og Gevalt,
Den hele Maskine, den driver med mig
Som jeg stiller Uhret, saa skal det gaae
Ej viges derfra.
Anvendes kan her
Hvad Ludvig den Fjortende sagde om sig
At Staten i Frankerig: dette er mig
Jeg har og i Haand alle Tøjler af Magt
Som jeg med Foragt.
Men som jeg sad glad
Og drømte hvor fast jeg i Sadelen sad
Da greb en Tanke saa pludselig fat
Den nemlig: Du kan bortøde din Skat
Thi Lykken kan muligen vende dig Ryg
Tro dig ej for tryg.
Tað tykist sum at Grækaris
metir Faktorin fyri at vera ein ov
maktfullan mann, og tað hevur
hann kanska eisini verið sæð hjá
onkrum.
Aftaná Grækaris verður tað
SkúlaJógvan, sum rekur handilin.
Sum tað liggur í orðinum hevur
hann eisini verið lærari, tann
fyrsti í Gøtu. Hann var føddur
21. september 1820 og var giftur
við Onnu Johannesdatter f. 17.
augustt 1825. Hann byrjaði at
undirvísa í juni mánaða 1839.
Millum hansara ættarfólk eru
tey í Bartalstovu í Gøtu.
Men í 1897 er tað Absalon
Jacobsen, sum tekur við. Hann
var ættaður av Dunganum í
Syðrugøtu, og hann giftist við
Ingu, sum var ættað av Toftum.
Við tí sambandi, sum tey hava
havt við Faktorin, hava tey eisini
kent Egil og hansara lagnu, og
Inga er so farin til Havnar, har
hon hevur vitjað hann.
Absalon flutti seinni yvir
á Skála, har hann rættuliga
kom at gera vart við seg sum
vnnulívsmaður fram til 1930ini.
Hann átti skip og virkir og kom
at merkja nógv fyri Skála. Hann
var kendur sum ein serstakligur
heiðursmaður. Ein abbadóttir er
Anna, kona Poul Mohr, og eina
abbasonur er Absalon Djurhuus,
fyrrverandi lærari.
Tað er partur av hesi søgur, at
Anna Maria, einkjan eftir son
Absalon, Dánjal Pauli, giftist
við Jógvan Húsgarð, sum fyrr er
umrøddur.
2. Marts
Da Faster havde Kortparti om
Aftenen havde jeg som følge
deraf en fransk Visit af Sanna
Kjelnæs og fru Evensen. Fru
Evensen fortalte mig lidt angaa
ende det hollandske Skib. De
have sikkert troet, at de skulde
gaa under.
Havi roynt at hugt í bløðunum
eftir meira um hesa hending, men
havi einki funnið.
3. Marts
Egil var hendan dagin fyrstu
ferð, síðan hann kom heim úr
Danmark, úti í túninum. Hann
fekk eitt prát við tey undir Klettti,
sum fortaldu, at tað var ikki nøkur
vón fyri Jóhan í Ólastovu, sum var
innlagdur á Øresund hospitalinum
(tuberkladeildini).
Johan var beiggi Kristian
Djurhuus, sum seinni gjørdist
løgmaður. Hann uppkallaði
eisini ein son eftir honum. Hesin
gjørdist ein virdur skrivstovustjóri
í landsstýrinum í mong ár.
Longu tann 26. Mars 1918 er
soljóðandi lýsing í Dimmalætting:
Dødsfald
At vor kære elskede Søn
Johan er afgaaet ved Døden
den 10. Marts d.A. paa
Øresundshospitalet i København
bekendtgøres herved for Slægt
og Venner.
Ellen og H.A. Djurhuus
Johan gjørdist bert 22 ára gamal
og varð jarðaður 21. mars 1918
í gamla kirkjugarði. Her liggur
hann saman við foreldrum sínum,
sum eru umrødd í røðini Hendur
í Sleptu. Hann var bert ein av
teimum mongu ungu, sum doyðu í
hesum tíðum.
5. Marts
Egil var tvær ferðir úti fyri dyr í
eitt korter hvørja ferð. Hittti Jens
Evensen og Edvard Bærentsen og
fekk eitt prát við teir.
Havde om Eftermiddagen
besøg af Magnus fra Viderejde.
Om Aftenen tog Tjaldur afsted.
Arnedal og Bretling rejste “við
alla.” Hvørjir munnu teir hava
verið?
6. Marts
Sama Dimma
Da det er “føðingardagur” hos
min moder og Ove den 8. denne
maaned sendte Johs telegram
afsted.
Eftir at hava telvað við Johan
í Grótinum “laa jeg og læste
Krossurin og Dimmalætting.
Krossurin var meget god, men
Dimmalætting var den samme
uforbedrelige Dimma som altid.”
Egil hevur opinbart havt eina
greiða politisku støðu!
7. Marts
Da jeg atter befandt mig godt,
var jeg oppe i nogen Timer.
Om morgenen var jeg en lille
Spadseretur for første gang
oppe paa Brúgv. Fik en passiar
med Sunnegrethe, Poul og Ogga.
Siden var jeg inde hos Just
Jacobsen. Han var meget gæstfri
“blíður”. Vi drak et Glas portvin
sammen (fra Morgenstunden af).
Siden fulgte han mig hjem. Da
det var første Gang, siden jeg
kom hjem, at jeg havde vovet mig
saa langt, maatte jeg selvfølgelig
blive meget forpustet. Og da det
tillige var op ad Bakke, maatte
det jo anstrænge mig en del.
Bedre lykke næste gang, lad os
haabe det!
8. Marts
Om Formiddagen havde jeg besøg
af Binu fra Klaksvig. Vi sad og
passiarede “eina góða løtu.” Hun
fortalte mig mangt og meget fra
Klaksvig.
13. Marts
Da det var Fasters Fødselsdag,
have hun nogle faa til Chokolade
om Eftermiddagen. Tað var ein
hópur av fólki inni á gólvinum
hendan dagin.
Befandt mig meget godt hele
Dagen. Havde “mærkeligt nok”
ingen Opkastning.
15. marts
Var oppe hele dagen, befandt
mig meget godt. Spadserede
to gange. Om Morgenen var
jeg ovre hos Evensens og om
Eftermiddagen “uppi hjá”
Herluf Lützen. Paa hjemvejen
fik jeg mig en lille Passiar med
Maria hjá Justines og Sigrid,
Nancy (Svendsen) og Katrina
(Christiansen). Siden hilste jeg
lige paa Katrina á Verthúsinum
(einkjan eftir Christian Edvard
Djurhuus, sum tók við hotellinum
eftir pápabeiggjan Hans Andreas
Djurhus,) Hans C. Müller, Jens
Mohr, Gudrid Olsen og Frederikka
hjá Jens. Det var forresten
“rættuliga fittligt at ganga úti.”
Botnia var nyligt kommet fra
København. Der var en masse
islændere med. Vejret var meget
pænt hele dagen.
19. Marts
Om Eftermiddagen havde Faster
Dameselskab, og som følge deraf
havde jeg mange Besøgende.
Først var Ingeborg Lützen. Vi sad
og passiarede “eina góða løtu.”
Derpaa havde jeg besøg af
Ammelena á Heygnum, der
fortalte mig mangt og meget fra
Klaksvig.
Om Aftenen havde jeg Besøg
af fru Olivia Andreassen, Fru
(Olavus) Jacobsen og Frk. Berg
frá Sanatoriet.
Dagin eftir hevur fasturin
Magdalena aftur “Dameselskab”
við øðrum vitjanum.
Tey á Heygnum
Ammalena er vermóður Søren
á Krákusteini og harvið omma
Albert, gudsonin hjá Egil. Hon
er rættuliga ofta og vitjar, og
hon kemur ta tá longu
leiðina úr Klaksvík.
Familian Absalon Jacobsen, sum rak úthandil í Gøtu fyri Faktorin: f.v. Absalon
(1871-1944), dóttirin Inga Malena (1902-1994), sonurin Dánjal Pauli (1904-
1936) og Inga (1864-1950), sum kom úr Gøtu at vitja Egil
Hetta er blaðið, sum Egil setti sína grein í. Nærri verður greitt frá tí í komandi parti
➘