hósdagur 13. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2009
13
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Urnan við Joen Jacob
Gaard Joensen, vanliga
nevndur Jack, fer úr
Skop unar kirkju sunnu
dagin 16. august kl.
14.00.
Kistan við Nansy Her
mansen,
Haldórsvík,
fer úr lands sjúkra hús
kapellinum hóskvøldið
kl. 18.00. Jarðarferðin
verður úr Haldórsvíkar
Kirkju fríggjadagin kl.
14.00. Tey, ið vilja
minnast Nansy, kunnu
lata Diabetes Felagnum
eina peningagávu konta
í peningastovninum.
Páll
Østerø,
fyrrv.
bóndi á Trøllanesi, and
aðist týsdagin á Klaks
víkar Sjúkrahúsi, 76 ára
gamal. Bønarhald verð
ur
í
kapellinum
á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
fríggjadagin kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr
Betesta leygarmorgunin
kl. 11.00, Tey, ið ynskja
at minnast Páll, kunnu
lata Barnalegunum í
Grøn landi eina gávu
konta í peninga stovn
unum.
Andlát og jarðarferðir
Celine Müller hevur
nøkur heilt serstøk
evni, sum hon fær
møguleika at vísa
fyri øllum tí danska
kongaríkinum. Hon
dugir nevniliga at
imitera djóraljóð
Kapping
Óli Jákup Jacobsen
Fríggjadagin klokkan 20.00
fer næsta umfar av væl um
tóktu undirhaldssending ini
2009 av bakkastokki. Í fjør
gjørdist ungi og sjarmerandi
havnadrongurin
Ragnar
Finnson bæði lands og
ríkiskendur fyri sína luttøku
í hesari sending. Í ár fáa
føroyingar aftur møguleika
at fylgja, heppa og stemma
uppá ein luttakara av før
oyskari ætt við nøkrum
heilt
serligum
evnum,
nevni liga Celinu Müller.
Hon er tó ikki fødd og
uppvaksin í Føroyum, men
hevur djúpar røtur til Før
oya. Oldurabbi Celinu var
kendi havnamaðurin Sørin
Emil Müller, sum var ein av
stórur reiðari fyrst í 20.
øld. Pápi Celinu er Kenn
eth, sonur Jens Müller,
kallaður Pink. Hann er
sonur Poul Müller í Havn.
Jens og hansara ætt búgva í
Jyllinge, ikki so langt frá
Keypmannahavn.
Her hevur Jens eisini
verið borgmeistari.
Elskar djór
Celine er ein sannur djóra
elskari. Hon brúkar nógv
av síni frítíð á natúrustøðini
Engen í Lyllinge Nordmark.
Her er hon veruliga í ess
inum saman við øllum djór
unum – seyðir, esil, kettir,
høsn og kaninir. Hon upp
trakkar eisini, har hon
herm ir eftir eini rúgvu av
djórum – apur, hestar, falk
ar, hundar og mong onnur.
Tíðan verri fyri Celine er
pápi hennara allergiskur
yvir pelsdjórum, so heima
má hon sláa seg til tols við
tveimum útikaninum og
undulatinum Pepe. Hinveg
in hevur hon so lært hann at
tosa. Hann sigur eitt nú
nøvnini í familjuni og dugur
at endurtaka mong orð.
Súreplið fellir stutt
frá stammuni
Alskurin til djór kemur ikki
frá
fremmandum. Tipp
oldurabbi hennara var Hans
Christoffer Müller, sum
skrivaði ta fyrstu føroysku
fuglabókina.
Haraftrat
skrivaði han eisini bøkur
um grind og fisk, sum tað
hevur verið greitt frá í
røðini Hendur ið Sleptu.
Hann hevði eitt gott og
um fatandi samstarv við
pro fessor Stenstrup í Keyp
mannahavn á Zoologisk
Museum. Enn tann dag í
dag kann ein í gomlu
arkivunum finna tað lívliga
brævaskifti millum hesar
báðar um tað føroyska
djóralívið.
Góða eydnu
Sosialurin vil hervið ynskja
Celine alla góða eydnu í
sendingini, og vóna vit, at
hon kemur langt. Við slík
um djórakennara familju
rótum er vónandi longu væl
slóðað fyri.
Leygardagin
15.
august
halda hjúnini Jastrud og
Sámal Clementsen 75 + 75
ára føðingardag.
Jastrud fylti 5. august og
Sámal 21. september.
Sámal er føddur á Syðra
dali og flutti til Havnar sum
smádrongur, og Jastrup er
ættað úr Froðba og flutti til
Havnar sum ung.
Sámal er væl kendur frá
Postverki Føroya. Hann
gekk í mong ár við posti í
Havn og kennir so at siga
allar gøturnar í býnum.
Hann hevur upplivað at
hava 25 ára starvsdag í
bæði danska og føroyska
post verkinum, áðrenn hann
legði frá sær vegna pen
sjónsaldur.
Jastrup
starvaðist
á
Ellisheiminum,
til
hon
gavst vegna aldur. Hon hev
ur í mong ár havt sum ítrív
at mála, bæði postalín, glas
og eisini málningar. Hon
fekk sær sítt ítriv sum starv
eftir pensjónsaldur, tá hon
byrjaði at undirvísa í máling
hjá Tórshavnar Kvøld og
Ungdómsskúla. Sámal er
oftast við og hjálpir henni
við at koyra, bera og seta
upp. Tey nærmastu, og onn
ur við, hava mangan fingið
ein hvønn gávulut, sum hon
hevur málað.
Børnini eru fimm í tali,
barnabørnini eru 15 og
lang ommu og abbabørnini
eru fimm. Í samkomuni
Lívdini eru tey trúføst, og
annars hava tey nógv at
tríva í. Dagurin byrjar sum
oftast við einum túri niðri á
rennibreytini í Gundadali.
At fríðka um húsini og
garðin dámar teimum væl,
og eru tey sera glað um at
vera flutt niðan til Hoyvíkar,
har tey hava keypt sær eini
minni hús.
Børnini saman við øllum
familjum
teirra
ynskja
teim um hjartaliga tillukku
vi 75 ára degnum og gleða
seg til hendan dagin. Føð
ingardagurin verður hildin í
Starvs manna felag shús in
um í J.H. Schrøtersgøtu 9,
har fólk eru vælkomin at
heilsa uppá tey.
Jastrud og Sámal 75 ár
Føroysk djóraljóð í Talent 2009
Celine dugur væl at herma eftir djórum
Tipoldurabbin H.C. Müller
var ein av okkara fremstu
djórafrøðingum
Dagurin
3. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein
grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu
rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av
døgum við at verða slitin millum hestar, sum navn
hansara sipar til. Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum)
varð føddur hendan dagin í 1871.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)