hósdagur 13. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 152 - 13. august 2009
T
að var skeivur tekstur
undir myndini av Óla
Svend í seinasta parti.
Kona hansara var Ellen
Cathrina f. Johannesen f.
1859 av Velbastað.
Tað er kent, at tey hjá
Óla Svend vóru sera væl
við tey hjá Restorff. Óli
var jú eisini skipari hjá
teimum. Onnur arbeiddu
hjá Restorff.
Hetta sambandið millum
ættirnar fekk eisini fylgir.
Ein systir Óla Svend var
Elsa Maria Olsen f. 3. 10.
1857. Hon fær 2. apríl
1880 eina dóttir, sum kall
ast Anna Frederikka Ole
sen. Pápin er skrivaður at
vera A.W. Restorff, son
gamla Restorff. Hann var
tá longu giftur við Sofíu
Helenu, sum hann átti
níggju børn við.
Tað einasta, sum er vitað
við vissu um møðgurnar er,
at tær eru báðar farnar til
Danmarkar. Nancy Bjørk
lund greiðir frá, at tá ið hon
var innløgd á sjúkrahúsi í
Danmark í 1960unum
plagdi hon at fáa vitjan av
eini Onnu, sum hon kallaði
Anna “Abba,” tí hon hevði
eitthvørt samband við abba
sín. Hetta kann væl passa at
vera henda Anna. Hon var
gift Rasmussen og átti í
hvussu er eina dóttir, sum
kallaðist Else.
Um børnini hjá Óla
Svend kann sigast, at Juli
anna giftist í Danmark,
Sofía giftist við Venzel
Petersen, Svend doyði 20
ára gamal í Hull í Bretlandi
í 1918, Sigrid giftist við
Vilhelm Nielsen. Simon
gekk burtur 45 ára gamal
undir krígnum við svenska
skipinum Atland.
Næstyngst var Nancy.
Nancy var romantisk
Tað ber til at siga eitt
sindur um Nancy, tí hon
hevur lagt ikki sørt av
skrivligum eftir seg.
Hon hevur verið gávurík
og eisini romantisk. Eftir
hana liggur ein dagbók,
har hon hevur yrkingar og
viðmerkingar.
Í dagbókini liggur eitt
turkað blomstur “Fra
Christian Djurhuus’s
bryllup August 1917.”
Nancy hevur uttan iva
verið umsvermað, og
romantisk hevur hon eisini
verið. Hon greiður frá
fleiri veitslum í klubbanum
saman við manning av
Beskytteren. Her tykist
hon at hava verið serliga
nógv saman við einum av
manningini, Bornemann.
Hann bjóðar henni við og
fylgir henni eisini til hús.
Hon greiðir gjølla frá teirra
samskifti, og tað hevur
verið rættuliga inniligt.
Nancy fekk eisini eina gull
nál frá honum.
Nancy dugdi annars væl
at skriva. Eitt bræv liggur
eftir hana, sum er sent til
systrina Sigrid (Gigga), og
er tað einar átta tættskriv
aðar síður.
Nancy hevur arbeitt í
handlinum hjá Zakarias
Heinesen. Har arbeiddi
hon millum onnur saman
við Katrinu Christiansen,
sum seinni fekk handil við
sama navni. Her er Nancy
so eisini komin at kenna
William Heinesen.
Brævið frá William
Nancy fer til Danmarkar í
1918 at vitja systir sína
Julionnu. William er niðri
um sama mundi. Nancy
hevur skrivað William eitt
bræv, og hon fær eitt svar
aftur. Hetta er ikki eitt
vanligt bræv, men tað er
skrivað uppá rím saman
við tekningum, sum lýsa
innihaldið í brævinum.
William er tá um 18 ára
gamal, so hetta man vera
eitt tað fyrsta listarliga
avrikið hjá William, sum
vit her endurgeva.
Ove sum er nevndur í
brævinum, er Ove Lützen,
sonur Jacob Lützen, sum
eisini er umrøddur í røðini
um Egil Djurhuus.
Danmark er gott,
Føroyar er betri
Komin heim aftur úr
Danmark hevur Nancy í
august 1918 skrivað eina
vakra yrking um sína ferð
til Danmarkar. Hon skrivar
fleiri kladdur.Tann fyrsta
er á eini rokningsblaði hjá
Z. Heinesen. Hetta bendir
á, at hon er komin higar at
arbeiða aftur, eftir at hon
er komin heim úr Dan
mark. At enda er yrkingin
við vakrari hondskrift førd
inn í dagbókina.
Hon ljóðar so:
Minder om Danmark
Nu er jeg atter hjemme
hvor Stilheden er saa stor,
dog, jeg kan aldrig glemme
Landet hvor Solen bor.
Landet, hvor Solen
skinner,
har Skove med Fuglesang
Slotte med gyldne Tinder
Bække med Sølverklang.
Landet med Glæde og
Sommer,
har Blomster i tusindvis,
jeg møder smil hvor jeg
kommer,
alt aander til Solens Pris
Landet med ingen Fjælde
er mygt som fin Musik,
der kan jeg ej Taarer fælde ,
kun Glæde der indpas fik.
Der fik jeg Smilet tilbage,
der lærte jeg først at
forstaa,
at Lykken den vil jeg tage
herhjemme i Taagen graa.
Jeg lærte, at der hvor jeg
fødtes
vil jeg altid drages imod,
kun der kan det brudte
bødes,
kun der faar den svage
Mod.
Kun her vil jeg Stilheden
tage,
indhyllet i Taagen graa,
og mindes de glade Dage,
da først jeg Sollandet saa.
Men eydnan at koma til
Føroyar hevur vart stutt.
Longu 12. februar 1919 er
hon deyð. Hildið verður, at
hon hevur fingið sponsku
sjúku, sum so nógv doyðu
av um hesum tíðina.
Meira syrgiligt kundi tað
illa vera. Men nú hava vit
so reist henni eitt minni!
Kelda: Nancy Bjørklund
Nancy Svendsen:
Fekk bræv uppá rím
frá William Heinesen
Í seinasta parti umrøddu við Svend Olesen og son hansara Óla Svend. Hesa ferð hva vit meira um ættina og
serliga um Nancy, dóttir Óla Svend, sum bert gjørdist 24 ára gomul
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
NANCY SVENDSEN
* 12. JANUAR 1894
✝ 13. FEBRUAR 1919
HVIL I FRED
Nancy var eing ung gávurík
genta, hon gjørdist bert 25 ár
Komandi partur:
Næstu ferð umrøða
vit Lorenstu,
vermóður Charlottu,
systir kaptein
Simonsen
Brævið frá William Heinesen
Ringsted 18. Juli 1918
Kær Nancy!
Deres Brev af 17. Juli
overraskede mig gruelig.
Hvordan kom De dog afsted?
Og hvad rejste De dog med?
Det vilde da være ganske fjoget
at tænke, at De kom med Toget?
Aldrig det af Hu mig rinder,
At De ingen Vejne finder!
Jeg kan tro, at det var Grin
at se Opkrævningen fra Katrin,
hvordan var han ellers, Kjær
fik De Frokost – hm - med mer?
Nu paa næste Løverdag
rejser jeg i Ro og Mag
ind til Kongens København
(It is a very beautiful town!)
Næste Gang Jyllandstoget kommer
fra den lumre, jyske Sommer,
stiller jeg paa Banegaarden.
(Det er en Mand som har alt i Orden!)
Hundred Kroner laante jeg af Ove,
thi hin Nat jeg kunde ikke sove
af Angst for, om det lod sig gøre
at sende Check’en – ja, der kan De høre!
Jeg satte op den Morgentur og gik
i Stedet for til Oves Gross – Butik.
Naar jeg kommer ind igen til By’n
skal jeg have Penge med som Lyn.
Altsaa ses vi, Søndag, Kl. hvad?
Ja, det maa De skrive paa et Blad!
Konner Deres respektive Søster,
eller det at rejse ene Dem lyster?
Rüssel maa vi søge at undgaa
og Fru Marcher (i høj Grad) ligesaa,
men da jeg eventuelt maa alene ud paa Splejsen,
ma De helst se at opsøge Marie Nicolajsen.
Nu haaber jeg, at det bliver godt Vejr, ikke Regnesen
Venlig Hilsen, Deres Wm. Heinesen
Johs Hoved paa et Fad
Igen har Katrina skrevet!