hósdagur 13. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152
Sum lið kunnu leikararnir
einans vera ernir av sínum
avriki í gjár, men eisini
mann fyri mann kann hvør
einasti leikari ganga við
røttum ryggi. Allir stríddust
fyri liðið og allir stríddust
fyri hvørjum øðrum. Tí
var talan um eitt frálíkt
føroyskt avrik
LEIKARAMETING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen, 63/-142
Vísti veruliga hví Brian Kerr valdi at
taka hann framum Gunnar Nielsen,
og hann vísti eisini, at hetta var ein
røtt avgerð. Royndi málverjin var
tryggur í næstan øllum, hann
gjørdi. Hóast hann onkutíð áður
hevur havt meiri at gjørt, man
bjargingin í 71. minutti, tá hann við
beininum vardi fyri einum skoti
eftir eitt frálíkt franskt álop, teljast
millum hansara bestu. Somuleiðis
komu hansara longu útspørk
ógvuliga væl við í gjár.
2. Jónas Þór Næs, 8/0
Spældi sín besta landsdyst nakran
tíð. Við monnum sum Evra,
Malouda og Ribery sum beinleiðis
mótstøðuleikarar, tók Jónas brodd
in av teimum. Einaferð stóð hann
skeivt plaseraður, tá hann gjørdist
akkurát ov stuttur til ein bólt, ið
varð spældur upp um hann, og
Anelka fangaði aftanfyri hann, men
við sínum ótroyttiliga vilja og ótrú
ligu arbeiðsorku taldist Jónas
millum bestu leikararnar á
vøllinum.
3. Jóhann Troest
Davidsen, 12/0
Hevði stóran lut í føroyska upp
spælinum, tá Jóhann ofta var
maðurin, ið fekk bóltin frá Jákupi
Mikkelsen. Hetta prógvar, at mað
urin torir og vil spæla fótbólt –
eisini í móti fronskum heimsstjørn
um. Sum oftast slapp Jóhann sær
væl av við bóltin, eins og hann í
verjupartinum ikki spardi seg. Var
einaferð runnin av dekan ov lætt í
samband við eina horna sparks
støðu miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
men spældi sum heild ein fínan
dyst. Eisini deiligt at síggja ein so
ungan mann sum hann biðja
fronsku heimsstjørnurnar taka seg
saman, tá hesar ýlandi og ómotiver
að tveita seg niður, eftir at hava
tapt ein nærdyst. »Fuck off!« vóru
boðini til teirra.
4. Atli Gregersen, 2/0
Óroyndi Víkingurin spældi í gjár,
sum um hann ikki hevði gjørt
annað enn at spæla í móti heims
stjørnum. Var sterkur í luftspælinum
og stýrdi verjuni væl. Tók sær væl
og virðiliga av Anelka, sum næstan
ikki sást aftur í skugganum av Atla
Gregersen. Gøtumaðurin tók hvønn
nærdyst, hann kundi, spardi seg
ongantíð og var deiliga ósmæðin á
vøllinum. »Put the fucking ball
out!«, rópti Atli einaferð eftir fransk
monnum, tá ein av okkara lá
skaddur, og sum heild hoyrist hann
væl á vøllinum – og tað er gott.
Fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki,
sum kortini ikki nervaði hansara
spæl á nakran hátt seinni.
5. Egil á Bø, 8/0
Prógvaði enn einaferð, at tað var
rætt av Jógvan Martin Olsen at
innlima seg í landsliðshópin, og
rætt av Brian Kerr at halda áfram
við sær í miðverjuni. Egil var trygg
leikin sjálvur og spældi sín besta
dyst í ár yvirhøvur. Fór út við skaða
tíðliga í seinna hálvleiki, men kom
inn aftur og beint í eldin, tá hann
við tveimum góðum blokad um
vardi fyri fronskum atsøknum á
føroyska málið. Var sterkur í luft
spælinum, og var eisini snýttur fyri
eitt brotsspark miðskeiðis í fyrra
hálvleiki, tá hann tveitti seg fram í
eitt innlegg, men varð kroystur um
koll á vegnum.
6. Atli Danielsen, 32/0
Spældi bara ein lítlan hálvleik, men
royndist væl hesa løtuna inn til
hann fekk eitt slag á økilin og
fótøliðin, og noyddist lata seg skifta
út. Teir 42 minuttirnar Atli Daniel
sen var á vøllinum royndist hann tó
væl, flutti seg gott slapp sær væl av
við bóltin.
7. Fróði Benjaminsen, 53/3
Helst besti leikarin á føroyska
liðnum í gjár. Var ótrúliga sterkur á
miðvøllinum – bæði í smáspæl
inum og í luftspælinum, har hann
hevði tikið yvir leiklutin hjá Rógva
Jacobsen og skuldi vinna høgu
bóltarnar. Vann nógv fríspørk, sum
so vunnu føroyska liðnum tíð og
orku, og kundi altíð spælast, eisini
tá hann hevði ein mann í rygginum.
Varð fluttur í miðverjuna eina løtu,
tá Egil var úti við skaða, og eisini
har spældi hann við yvirliti og
sannføring. Flott Fróði!
8. Símun Samuelsen, 24/1
Spældi ein frálíkan dyst í vinstra
borði. Arbeiddi væl bæði aftur og
fram eftir vøllinum. Tordi at bjóða
av og inn í millum riggaði tað eisini.
Var eisini ágangandi í sínum press
spæli, og átti í roynd og veru ein
asta føroyska skoti úti frá, tá hann
smekkaði til úr 25 metrum, tá ein
tími var spældur.
9. Súni Olsen, 35/2
Var ikki eins eyðsýndur, eins og vit
Frálíkt
føroyskt
avrik
Atli ikki við sunnudagin
Atli Danielsen fór út við skaða í dystinum í gjár, og verður
neyvan klárur hjá KÍ sunnudagin. – Tað havi eg ikki góðar
vónir um, viðgekk Atli Danielsen eftir dystin í gjár. Hann
fekk eitt slag á fótliðin, sum var ógvuliga hovin eftir dystin,
har Atli Danielsen gekk við ísi um fótin. – Tað er ræðuliga
keðiligt at verða skiftur út ein dyst sum henda, men tá tú
ert skaddur er tað sjálvandi betri fyri liðið, at ein frískur
maður kemur inn, segði Atli Danielsen.
Bara ein havnarmaður á liðnum
Av teimum 11, sum byrjaðu inni á føroyska liðnum í gjár, var bara ein
havnarmaður. Jónas Þór Næs er einasti leikarin, sum er uppvaksin í einum
havnarfelag – í hansara føri B36. Fimm minuttir fyri leiklok varð Jákup á Borg
skiftur inn, og hesa løtuna til dysturin varð bríkslaður av, vóru tveir
havnarmenn á føroyska liðnum – báðir uppvaksnir úr B36. Umframt
havnarmannin byrjaðu seks eysturoyingar inni, tveir klaksvíkingar, ein
suðuroyingur og ein dani.