Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 áður hava sæð tað í dystum av hesi støddini. Tóktist at hugsa nógv um verjupartin, har hann gjørdi tað væl, men var ikki eins frekur og av bjóðandi í framrættaða spælin­ um, sum vit hava sæð tað fyrr. Hevði tó fleiri góðar avleveringar og er beinleiðis orsøkin til, at før­ oyska liðið var vandamikið við so at siga hvørja einastu deyðbólts støðu. Eitt ótrúliga umráðandi og avger­ andi vápn í føroysku royndunum at fáa eitt mál. 10. Christian Lamhauge Holst, 15/2 Spældi bara ein lítlan hálvan tíma, áðrenn hann noyddist at lata seg skifta út. Hesa løtuna stríddist hann tó væl og gjørdi sítt til at stressa verjuna. Kom í rímiliga skotstøðu einaferð, men valdi at spæla bóltin heldur enn at skjóta sjálvur, sum hann kanska burdi gjørt. 11. Bogi Løkin, 8/1 Rann – sum vanligt – vøllin upp og niður. Kom tó ikki eins væl aftur við at hjálpa Jónasi á bakkinum, eins og vit hava sæð tað áður. Takkaði tó Brian Kerr fyri álitið og endurval við millum annað at vinna Føroyum trý fríspørk í frálíkari støðu, langt frammi í høgra borði, ið eisini vóru upphav til fleiri vandastøður í franska feltinum. Valdi oftast tryggu loysnina heldur enn at bjóða av, og av tí sama hevði Bogi ógvuliga fá bólttap, sum kunnu kosta nógv. Varð fluttur inn sentralt á miðvøllin móti dystarenda, sum eisini er eitt pláss, Bogi kann røkja. 14. Jákup á Borg, 58/2 Fekk bara fimm minuttir á vøllinum, sum er ov lítið til at gera eina met­ ing av. Fekk tó skapt størsta før­ oyska kjansin, tá hann í yvirtíðini stútaði eitt innkast frá Jónasi Þór Næs beint framvið málinum. 17. Jann Ingi Petersen, 13/0 Toftamaðurin fekk ein góðan hálvleik á vøllinum og royndist væl. Maðurin, sum hevur verið uttanfyri landsliðshitan í fleiri ár, hevur nú spælt sín næsta landsdyst undir Brian Kerr, og tað er fult uppiborið. Arbeiddi eins og restin av liðnum væl og tordi eisini at móttaka bóltin. 18. Jóan Símun Edmundsson, 1/0, B68 Fekk ein góðan tíma í sínum fyrsta landsdysti nakrantíð. Jóan Símun Edmundsson prógvaði vissuliga, at úttøkan av honum var fult uppi­ borin. Deiliga ósmæðin kom toftamaðurin á vøllin. Fleiri ferðir vann hann bóltar frá fronsku verjuni, umframt at hann eisini arbeiddi væl í verjupartinum í samband við deyðbóltar. Spurningurin er nú, um 18 ára gamli toftamaðurin hevur spælt sín seinasta ungdómslandsdyst. Gunnar og Evra Gunnar Lydersen var ein av teimum ungu, sum var so heppin at fáa eina mynd saman við einum av fronsku heimsstjørnunum eftir dystin. Sjálvur heldur Gunnar Lydersen við Manchester United, og tí passaði tað honum ógvuliga væl, at tað hann fekk eina mynd av sær og Patrice Evra. – Hetta var deiligt, helt Gunnar Lydersen fyri, tá hann hevði fingið myndina. Somuleiðis var hann eisini væl nøgdur við føroyska landsliðið og tað, teir vístu á vøllinum í gjár. Úttikin seinast – vakt hesaferð Tað er neyvan nógva staðni í heiminum, at tað ber til men í Føroyum er tað soleiðis. Til dystin í móti Serbia var Palli Augustinussen úttikin til bruttohópin. Hesaferð hevði Brian Kerr valt at síggja burtur frá suðuroyinginum, sum tó kortini var á Tórsvølli, tá áðrenn, undir og eftir dystin. Palli Augustinussen er nevniliga løgreglumaður og var vakt nú franskmenn vitjaðu, so hann kom rættiliga nær heimsstjørnunum hóast alt. Tað eru nógv, nógv ár síðani, at at føroyska landsliðið hevur verið mannað við júst somu leikarum tveir dystir á rað, men hetta er støðan nú somu ellivu byrjaðu inni móti Fraklandi sum móti Serbia Mynd: Jens Kr. Vang