Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152 Forsetin er ikki nøgdur Forsetin í franska fótbóltssambandinum segði við heimligu miðlarnar í gjárkvøldið, at hann ikki var nøgdur við avrikið hjá Fraklandi í móti Føroyum. Ikki minst tí, at fraklendingar ivaðust ov nógv í avgerandi støðunum, helt hann. Somuleiðis vísti hann á, at tíðspunktið er heldur óheppið hjá fraklendingum, tí kappingarnar, har leikararnir spæla dagliga, ikki eru byrjaðar enn. – Næsta mánað verður betri, og tá møta vit Rumenia í einum avgerandi dysti, sum vit kortini ikki óttast, segði Jean-Pierre Escalette, forseti í franska fótbóltssambandium. Fegin franskur málskjútti André Pierre Gignac kundi valla ynskt sær betri byrjan á franska landsliðnum. – Hetta er mín fyrsti dystur og eg gjørdi mítt besta. Eg var konsentreraður allan dystin, og nú kenni eg tað sum, at eg ikki kundi gjørt tað betri enn tað sama, segði matchvinnarin við franskar miðlar í gjár. André Pierre Gignac vísti á, at teir báðir næstu dystirnir hjá Fraklandi vera ógvuliga avgerandi. Hesir eru í móti Rumenia og Serbia. - Vit halda taktikkin og megna at halda teimum niðri á 0-1 allan dystin. Men kontramálið kom ongantíð, sigur Jákup Mikkelsen LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen, sum nú aftur er aftarsti skansin á føroyska lands- liðnum, stóð sum so ofta fyrr ein branddyst. Málið í endanum av fyrra hálvleiki kundi hann einki gera við, men ein fantastisk bjarg- ing móti endanum móti púra fría 1-0 málskjúttanum, André-Pierre Gignac, bjargaði í denn grad dystinum og úrslitinum. - Hattar vóru bara refleksir, sigur ein lítillátin Jákup Mikkelsen, sum ikki er nøgdur við tapið. - Tað er sjálvandi eitt fantastiskt úrslit, bert at tapa 0-1 móti Frak- landi, men eg fari langt frá út at feira hetta sum ein hálvan sigur. Til tað skulu stig til, sigur landsliðs- málmaðurin. Hann heldur, at teir hildu tak- tikkinum væl. Teir hildu frak lend- ingum frá fatinum allan dystin, burtursæð frá eina málinum í fyrra hálvleiki, men kontramálið, sum teir høvdu vónað kom, kom ikki. Men eg vóni, at úrslitið aftur fer at vekja áhuga fyri føroyska lands- liðnum í Føroyum. - Eg haldi, at Landskrona stríðsviljin hómaðist aftur, so tað hevði verið gott, um sami áhugin sum tá eisini savnaði seg um landsliðið nú, sigur Jákup Mikkelsen. Tað var eitt sindur av turbulensi um málmansplássið, tá Heðin Ask- ham stóð á odda fyri lands liðnum í einum dysti í Íslandi í vár, men Jákup Mikkelsen hevur síðani gjørt sína støðu greiða. - Eg eri við á landsliðnum 100%, í hvussu er hetta árið út. So mugu vit síggja, hvat tá hendir, sigur lands- liðsmálmaðurin. Hóast framúr góða úrslitið, var Brian Kerr ikki heilt nøgdur við dystin. – Vit skulu vísa meira, tá vit hava bóltin, staðfesti hann LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Eg má siga, at eg eri stoltur av at vera venjari hjá einum liði, sum stríð ist so væl, sum føryska liðið gjørdi í kvøld. Vit høvdu næstan uppi borið eina betri lagnu við øll- um teimum takklingum og avbjóð- ingum, leikararnir løgdu fyri dagin, sigur Brian Kerr. Hann heldur kortini ikki, at fram- gongdin í mun til Serbia dystin hevur verið so eyðsýnd. - Móti Serbia skaptu vit fleiri vandamiklar møguleikar, tað megn- aðu vit ikki móti Fraklandi. Men sjálvandi má tað takast við, at Frak- land er eitt betri lið enn Serbia, sigur Brian Kerr. Tað var framman undan ivasamt, um Franck Ribery fór at byrja inni, tí hann hevur drigist við ein skaða. Dómaraseðilin avdúkaði, at Ribery byrjaði á beinkinum. - Eg segði við leikararnar, at kom Franck Ribery inn í dystinum, var tað tekin um, at vit stóðu okkum væl. Og so var, sigur Brian Kerr. Útskiftingar darvaðu Longu tá 28 minuttir vóru farnir, gjørdi føroyski landsliðsvenjarin sína fyrstu útskifting. - Eg visti framman undan, at Holst hevði drigist við ein skaða. Men hansara royndir, skjótleiki og evni, at halda upp á bóltin fekk meg at taka kjansin. Tað gekk tíverri ikki. At Atli Danielsen bleiv skaddur beint fyri hálvleik var so nakað, eg ikki kundi verja meg fyri, men givið er, at hesar báðar útskiftingarnar avmarkaðu okkara møguleikar í seinna hálvleiki at gera broytingar, sigur Brian Kerr. Hann karakteriserar spælið hjá føroyingum, serliga í verjupartinum, sum organiserað. - Verjan spældi væl, og Atli Greg- ersen var krumtappurin, ið alt snar- aði um. So hóast spælið sum so einki var at reypa av, tá vit høvdu bóltin, so var tað ein frægd at síggja leik- ararnar stríðast so fyri sakini. Teir tveittu seg í takklingarnar og góvu alt, teir høvdu, sigur Brian Kerr. Tað er kortini ikki bert spælið fram eftir vøllinum, hann heldur má gerast betri. Leikararnir mugu eisini gerast fysiskt sterkari. - Tað vóru fleiri støður, har før- oysku leikararnir stutt sagt vórðu kveistraðir til viks, og tað gongur jú ikki, tí teir stóðu í støðunum ikki langt aftan fyri mótleikaran í tek- nikki. So vit mugu fáa okkara leik- arar kropssterkari, sigu Brian Kerr. Jóan Símun Edmundsson fekk sín debut á A-landsliðnum, og stóð seg sera væl. - Ja, tað eru evnir í honum. Vit skulu minnast til, at hann leikti móti einum av heimsins bestu miðverjuleikarum, og stóð seg væl, sigur Brian Kerr. Undarlig kensla Vísa meira frameftir Jákup Mikkelsen stóð klárur, tá boð vóru eftir honum Mynd: Beinta Haraldsen - Eg eri stoltur av at vera venjari hjá einum liði, sum stríðist so væl, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari Mynd: Jens Kr. Vang