hósdagur 13. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Litava vann á Luxembourg
Einasta av hinum londunum í okkara HM-bólki, sum spældi
dyst í gjárkvøldið, var Litava, sum á útivølli spældi
venjingardyst ímóti Luxembourg. Dysturin, ið var spældur á
Stade Josy Barthel í Luxembourg, endaði við 1-0 sigri til litavar,
sum eisini vóru á odda í hálvleikinum. Einsamalla málið í
dystinum skoraði Tomas Danilevicius fimm minuttir fyri
steðgin.
hil
Var strævið sum væntað
Tá tú í samfullar 90 minuttir skalt stríðast við mætar menn sum
Toulalan, Gourcuff, Diarra, Anelka og aðrar, er ikki so løgið, at møðin
sæst á monnum eftir dyst. Og í so máta var Fróði Benjaminsen einki
undantak, tá grikski dómarin hevði floytað av. – Tað var strævið, sum
eg hevði væntað. Men ert tú ikki móður og troyttur eftir ein slíkan
dyst, hevur tú ikki gjørt títt. Innsatsinum bilti so einki, segði Fróði,
meðan hann turkaði sveittan av pannuni. – Men tað var keðiligt, at
teir skuldu vinna, tí teir komu ikki til so øgiliga nógvar kjansir. Vit
taptu so 0-1, og tað var eitt keðiligt úrslit, haldi eg. Tað er eg ikki
nøgdur við, hóast avrikið hjá okkum nokk var gott. hil
Tað var ein stór upp
living hjá 21ára gamla
runavíkingingum,
Johan Troest Davidsen,
at spæla móti fronsku
heimsstjørnunum
LANDSDYSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroyski stríðsviljin móti fransk-
monnunum fekk sjálvt teir gumpu-
tungu føroysku áskoðararnar upp
úr setrunum. Og merktist inni á
vøllinum.
- Seinastu tíggju minuttirnar
vóru áskoðararnir rættiliga við og
byrjaðu at rópa, og tað merktu vit,
sigur Johan Troest Davidsen.
Ein slíkur dystur er jú nakað
serligt fyri ein ungan leikara.
- Vit møttu jú stórum stjørnum,
sum Anelka, Ribery og Evra, so tað
er klárt, at tað er stórt, sigur Johan
Troest Davidsen.
Hann heldur við Manchester
United, og tí var tað eyka stuttligt
at møta Evra.
- Hann spældi nú ikki í somu síðu
sum eg, men tað var stuttligt kort-
ini, sigur Johan Troest Davidsen.
Um spælið sjálvt sigur hann, at
teir høvdu fyrireikað seg upp á
franska spælistílin, og tí kom tað
ikki óvart á teir í so máta.
- Miðvøllurin hjá okkum kempaði
eisini sera væl, og vit føla allir, at
liðið er í einari framgongd. Teir
komu ikki fram til nakrar veruligar
málmøguleikar aðrar enn málið og
so opna kjansin móti endanum av
dystinum, sum Jákup bjargaði, sigur
bakkurin úr NSÍ.
Hann sigur, at Brian Kerr hevur
sett sín dám á venjingina og liðið,
men at hann hevur so lítið grundar-
lag at sammeta við, tí hann var so
lítið við undir fyrrverandi
landsliðsvenjaranum, Jógvan
Martin Olsen.
- Men tað merkist, at hann er ein
stór persónligheit, sigur Johan
Troest Davidsen.
Og nei. Hann fekk ikki troyggjuna
hjá Evra.
- Nei, onkur var longu farin
avstað við henni. Eg stóð beint við
síðuna av Nicolas Anelka, tá dyst-
urin varð bríkslaður av, so eg fekk
hansara troyggju í staðin, sigur
Johan Troest Davidsen, sum leikti
ein sera góðan dyst móti stóru
fronsku stjørnunum.
Høvdu fyri
reikað okkum
- Seinastu tíggju minuttirnar vóru áskoðararnir rættiliga við og byrjaðu at rópa, og tað merktu vit,
sigur Johan Troest Davidsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Rósar teimum
ungu
Fyrrverandi landsliðs venj arin, Jógvan Martin Olsen,
fegnaðist um føroyska avrikið og var serliga fegin
um tað, teir ungu menninir vísa á liðnum
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Hetta var eitt fantastiska gott avrik, og yvir alla linjuna gjørdu allir
tað gott. Kanska hava vit hepni við okkum í einum tveimum førum,
men samanumtikið kunnu vit vera errin av avrikinum, tí her var
rættiliga stórur prísmunur, um vit settu liðini upp ímóti hvørjum
øðrum.
Tað staðfesti Jógvan Martin Olsen, eftir at hann í gjárkvøldið hevði
verið viðmerkjari hjá Rás 2 og sostatt hevði sæð dystin ímóti
Fraklandi úr einum heilt øðrum sjónarhorni, enn hann er vanur.
Rásarúmið var í ovastu hæddini í FSF-húsinum, við góðum útsýnið
niður yvir allan vøllin.
Ungar dygdir
– Nógvir av hesum monnunum eru rættiliga ungir. Í verjuni hava vit
Jónas og Johan, sum eru 20 ára gamlir, og Bogi í høgru síðu er eisini
20, umframt at Jóan Símun í álopinum bara er 18 ára gamal. Hesir
ungu menninir hava nakrar dygdir, vit ikki hava sæð fyrr, segði
Jógvan Martin eftir dystin.
– Hetta er nakað, vit hava bíðað nokk so leingi eftir, men hetta vit
sóu eisini longu í dystunum í fjør heyst, at her var nakað at byggja
víðari á. Tað hava teir so sanniliga víst nú og eisini í dystinum ímóti
Serbia. Liðið er við at spæla seg saman og menn eru við at finna út,
hvussu teir á besta hátt kunnu samarbeiða á liðnum.
Jógvan Martin Olsen hevði bara rósur at bera øllum ketunum á
føroyska liðnum:
– Allir gera sítt besta, og so var tað enntá ímóti endanum øgiliga
nær við, at vit fingu eitt kontramál, segði hann.
Góð fríspørk
Nakað, royndi venjarin serliga hefti seg við, vóru deyðbóltsstøðurnar,
sum bæði í fyrra og seinna hálvleiki góvu Føroyum møguleika at
leggja eitt ávíst trýst á fronsku heims stjørnurnar, ið eisini hvørja ferð
komu í trupulleikar.
– Fríspørkini hjá Súna Olsen lógu heilt ótrúliga væl og tað var
veruliga høgur klassi yvir teimum. Har mundu vera einar seks góðar
frísparksstøður, sum Súni tók sær væl av, tí hann hevur heilt framúr
góðan sparkiteknikk. Tað kundi verið øgiliga skjótt, at vit fingu eitt
mál burtur úr onkrari av teimum, segði Jógvan Martin Olsen, sum
hevur vónir um, at landsliðið kann fáa okkurt stig aftrat í komandi
dystunum.
– Vit vita, at skulu vit hava okkurt stig aftrat, so verður tað sera
torført á útivølli ímóti Serbia og Fraklandi. Og hóast eg vænti, at
næsti dysturin, sum er á útivølli ímóti Eysturríki, verður sera torførur,
so er tað í tí dystinum og heimadystinum ímóti Litava aftaná, at vit
skulu satsa uppá at fáa okkurt stig aftrat.
Raymond
Domenech og
Jógvan Martin
Olsen undan
dystinum
Mynd: football.fo