hósdagur 13. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152
Defoe bjargaði Onglandi
Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, var ógvuliga ørkymlaður
eftir fyrra hálvleik í vinardystinum móti Hollandi, har persónlig
mistøk frá Rio Ferdinand og Gareth Barry loyvdu Dirk Kuyt og
Rafael van der Vaart at geva Hollandi eina 2-0 hálvleiksleiðslu.
Men líka fegin var hann við stríðsviljan hjá Onglandi í seinna
hálvleiki, har Jermain Dofoe kom av beinkinum og rann seg
frían í 49. minutti fyri at minka um munin til 1-2. 13 minuttir fyri
leiklok stýrdi hann einum innleggi frá einum øðrum innskiftara,
James Milner, í netið til endaliga úrslitið og javnleikin 2-2.
Vón fyri Noregi
Tað var avgjørt seinasta útkall fyri Noreg, tá teir í gjárkvøldið tóku ímóti
Skotlandi, og teir lótu ikki hendan møguleikan fara aftur við borðinum.
John Arne Riise og Morten Gamst Pedersen syrgdu fyri einari tryggari
hálvleiksleiðslu á 2-0, og góða spælið helt fram í seinna hálvleiki, tá Erik
Huseklepp – sum sambært norskum miðlum er í kikaranum hjá Chelsea –
og síðani Gamst Pedersen enn einaferð bundu um. Hetta er fyrsti sigurin í
undankappingini hjá norðmonnum, og hon gevur teimum eina vón um at
fáa ein play-off dyst fyri at koma við til HM í Suðurafrika næsta ár.
Sentimetrar. So nær vóru
føroyingar frá einum
stigi og einari sensatión,
sum hevði verið størri
enn sigurin á Eysturríki á
sinni. Eitt fantastastiskt
liðavrik helt fronsku
heimsstjørnunum frá stóru
kjansunum, meðan okkara
einasti stóri kjansur fór
skeivu megin stongina
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Enn einaferð. Eitt heiðurligt tap fyri
einum av heimsins størstu fót-
bóltstjóðum. Tepra tapið fyri
Fraklandi í gjár var tó øðrvísi, enn
fleiri av hinum tapunum av sama
slag.
Í mun til so ofta áður, kom einki
mál inn fyrstu løtuna av dystinum.
Og í mun til so ofta áður, kom einki
mál inn seinastu løtuna av
dystinum.
Eitt annað, ið eisini gjørdi dystin í
móti Fraklandi í gjárkvøldið øðrvísi
enn aðrar var, at fraklendingar í
roynd og veru ikki høvdu nevni-
verdar stórar kjansir. Av tí sama var
tað sjáldan, at Jákup Mikkelsen var í
fullari longd, sum vit annars eru so
von við at síggja.
Vardu fyrimyndarligt
Fremsta orsøkin var, at verjan
spældi fyrimyndarligt. Og ja, verjan
spældi fótbólt – og sparkaði tá tað
var neyðugt. Við Atla Gregersen á
odda – maðurin spældi sín næsta
landsdyst í gjárkvøldið – varð
verjan stýrd við jarnhond. Atli
Gregersen gjørdi eisini beinanvegin
franskmonnum greitt, at teir skuldu
vísa føroyingum ta virðing, vit hava
uppiborið.
Har var eingin slingur í valsinum,
og væl stuðlaður av Egili á Bø, sum
hevur átta landsdystir á baki nú, var
lítið um Anelka og restina av
framrættaður kreftunum hjá
Domenech.
Í høgra borði var Jónas Þór Næs
ein sannur brandur. Besta avrik
hansara á føroyska landsliðnum, og
var havnarmaðurin millum mest
eyðsýndu leikararnar á vøllinum.
Í vinstru var Johan Troest
Davidsen, sum átti stóran lut í
uppbyggjandi føroyska spælinum.
Fróði stýrdi miðvøllinum
Somuleiðis eigur miðvøllurin nógv-
an heiður uppibornan fyri, at
franskmenn ikki komu fram til meiri
enn tað sama. Við Fróða Benjamin-
sen sum stýrimanni tóku teir slagið
við franskmenn, sum sluppu at flyta
bóltin, men ikki har, teir ynsktu at
flyta bóltin.
Somuleiðis var tað hugaligt at
eygleiða, hvussu Fróði Benja-
minsen, Atli Danielsen, Súni Olsen
og Jann Ingi Petersen tordu at
bjóða seg fram – eisini tá ein
franskmaður hekk í rygginum á
teimum.
Í borðunum var hugaligt at
síggja Boga Løkin og serliga Símun
Samuelsen stríðast. Síðstnevndi
tykist av sonnum at hava funnið
stevið á landsliðnum, eftir fleiri
dystir uttan at imponera.
Fleiri um fremsta sessin
Fremstur á føroyska liðnum var
Christian Lamhauge Holst. Hesin
var skjótt skiftur út, vegna skaða, og
inn kom blaðungi Jóan Símun
Edmundsson. Maðurin, sum skeyt
russisku bjørnina niður, var sera
sannførandi.
Við honum og skaðafríum
Christian Lamhauge Holst og
Rógva Jacobsen, er kappingin um
fremsta sessin beinhørð!
Hvørki Christian Lamhauge Holst
og Jóan Símun Edmundsson komu
fram til nakran kjans, men arbeiðs-
innsatsurin var øgiligur hjá báðum.
Trýstir í botn
Hóast avrikið í gjárkvøldið í mangar
mátar var framúr gott, so er ikki yvir
at dylja, at føroyska liðið var trýst í
botn fyrstu løtuna. Fyrstu tíggju
minuttirnar mundu føroysku
leikararnir valla vera á fronsku
hálvuni, men tað gjørdist tíbetur
ikki til meira enn eitt skot úti frá frá
franskmonnum.
Hol kom tó á stutt fyri hálvleik.
Nýggi maðurin í franska hópinum,
André-Pierre Gignac, fekk bóltin í
brotsteiginum, snaraði um seg
sjálvan, smekkaði til og bólturin fór
inn við nærmaru stong.
Málið fekk royndi klaksvíkingurin
í málinum einki gjørt við. Hetta var
tó ikki einasta royndin hjá Gignac.
20 minuttir fyri leiklok hevði Jákup
Mikkelsen eina av sínum bestu
bjargingum í landsliðsbúnanum, tá
hann við beininum vardi fyri eini
skotroynd frá honum, tá Gignac
avsluttaði eitt frálíkt franskt álop.
Harvið átti Jákup Mikkelsen heilt
bókstavliga ein fót við í, at tapið ikki
gjørdist størri enn 0-1.
Føroyar – Frakland 0-1 (0-1):
Sentimetrar frá føro