Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Sjey um boðið Flestu serfrøðingar í enskum fótbólti eru á einum máli um, at kappingin um meistaraheitið komandi lekár fer at standa millum Chelsea og Manchester United. Men Didier Drogba hevur eitt breiðari boð. Hann roknar nevniliga við, at tað verða sjey feløg, sum fara at kappast um meistaraheitið. Hann metir, at umframt vanligu »top-four«, sum eru Arsenal, Chelsea, Liverpool og Manchester United, fara eisini nýríku Manchester City, Aston Villa og Tottenham at blanda seg í kappingina um enska meistaraheitið 2009/2010, skrivar enska blaðið The Sun. Danmark tapti Nakrir HM-undandystir vóru í gjárkvøldið, sum eisini bjóð- aði upp á tíggjutals vinardystir. Teirra millum var dysturin millum Danmark og Chile. Í einum ógvuliga hart spældum dysti mátti Danmark taka til takka við einum tapi upp á 1-2. Eftir ein málleysan fyrra hálvleik skoraði Esteban Paredes í 61. minutti fyrsta málið. Bert ein minutt seinni javnaði landsliðsdebutanturin, Lasse Schøne, fyri Danmark. Gleðin var tó stokkut, tí einans seks minuttir seinni avgjørdi Alexis Sanchez dystin eftir einum mistaki frá einum øðrum debutanti, Kris Stadsgaard. oyskum stigi Føroyar-Frakland 0-1 (0-1) HM undankappingardystur mikudagin 12. august kl. 17.00 á Tórsvølli Dómarakvartett úr Grikkalandi: Michael Koukoulakis, Cristos Gennaios, Dimitrios Bozatzidis og Anastasios Kakos Dómaraeygleiðari úr Russlandi: Nikolay Levnikov FIFA eygleiðari úr Onglandi: George Courtney Áskoðarar: 2.974 0-1: André-Pierre Gignac 41. Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, liðformaður, 63/-142, KÍ - 2. Jónas Þór Næs, 8/0, Hvidovre IF, 5. Egil á Bø, 8/0, EB/Streymur, 4. Atli Gregersen, 2/0, 3. Jóhan Troest Davidsen, 12/0, NSÍ – 11. Bogi A. Løkin, 8/1, NSÍ, 6. Atli Danielsen, 32/0, KÍ (17. Jann Ingi Petersen, 13/0, NSÍ, 42.), 9. Súni Olsen, 35/2, Víkingur (14. Jákup á Borg, 58/2, B36, 85.), 7. Fróði Benjaminsen, 53/3, HB, 8. Símun Samuelsen, 24/1, Keflavík – 10. Christian Lamhauge Holst, 15/2, Silkeborg IF (18. Jóan Símun Edmundsson, 1/0, B68, 28.). Gult kort: Atli Gregersen 18., Fróði Benjaminsen 45., Jónas Þór Næs 74. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Gunnar Nielsen, Manchester City, 1/-1, 15. Bartal Eliasen, 5/0, ÍF, 13. Einar T. Hansen, 6/0, NSÍ, 12. Christian Høgni Jacobsen, 47/2, NSÍ Venjari: Brian Kerr Hjálparvenjarar: Jens Martin Kundsen og Abraham Løkin Frakland: 1. Hugo Llores, Olympique Lyon - 2. Bakary Sagna, Arsenal FC, 5. William Gallas, Arsenal FC, 4. Julien Escude, Seville FC, 13. Patrick Evra, Manchester United - 6. Lassana Diarra, FCG Bordeaux, 14. Jéremy Toulalan, Olympique Lyon, 8. Yoann Gourcuff, FCG Bordeaux - 11. André-Pierre Gignac, Toulouse FC, 9. Nicolas Anelka, Chelsea FC 15. Florent Malouda, Chelsea FC (7. Frank Ribery, Bayern München, 65.) Gult kort: eingin Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Steve Mandanda, Olympique De Marseille, 3. Eric Abidal, FC Barcelona, 10. Karim Benzema, Real Madrid FC, 12. Loic Remy, OGC Nice, Sébastian Squillaci, Seville FC, 18. Alou Diarra, FCG Bordeaux Venjari: Raymond Domenech Sjáldan hevur Nicolas Anelka verið so lítið sjónligur sum hann var í tepra sigrinum, sum franskmenn hálaðu heim í gjárkvøldið. Súni Olsen var ein teirra, sum syrgdi fyri, at talan gjørdist um eitt ógvuliga tepurt tap Mynd: Jens Kr. Vang Eingin spardi seg í nærdystunum og allir góvu seg heilt Mynd: Jens Kr. Vang