hósdagur 13. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. august 2009 – Nr. 152
Jákup á Borg kom inn, tá
bara fimm minuttir vóru
eftir, men kortini eydnaðist
honum í yvirtíðini at fáa
kanska størsta kjansin,
Føroyar høvdu ímóti
Fraklandi í gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Fyrst og fremst mátti eg bara
royna at leypa upp og raka bóltin.
Eg visti ikki ordiliga, hvagar hann
fór, men eg visti, at eg fekk lagt
hann rímiliga væl. Tíverri fór hann
beint við síðuna av.
Tað segði Jákup á Borg, sum fekk
tilsamans sjey minuttir á vøllinum,
men í yvirtíðini fekk kanska størsta
kjansin, tá hann royndi at seta
krúllin undir bóltin við fremru
stong, eftir at Jónas Þór Næs hevði
tveitt langt innkast í vinstru síðu.
– At skalla hevur ongantíð verið
mín sterka síða, viðgekk Jákup, sum
fekk skallað bóltin, men var so mikið
kroystur av tveimum frak lend ingum,
at bólturin fór minna partin av ein
um hálvum metri fram við málinum.
29 ára gamli miðvallarspælarin
hevur nú verið við fýra av teimum
fimm ferðunum, Føroyar hava møtt
Fraklandi, og hann heldur tað vera
líka stórt hvørja ferð.
– Enn eina ferð var tað ein risa
stór uppliving, tí hetta eru alt stórar
stjørnur. Men tað er eitt sindur
keðiligt, at vit ikki hava skorað ímóti
teimum enn. Hinvegin kundu vit
kortini fegnast um, at áskoðararnir
vóru so væl við og stuðlaðu okkum
so væl, segði hann.
Gott avrik
Hóast stuttu løtuna á vøllinum,
spældi hann í gjárkvøldið sín lands
dyst nummar 58, og av núverandi
spælarum er tað bara Jákup
Mikkelsen, sum við sínum 63
landsdystum hevur fleiri í
ummælisbókini.
– Hesa ferð var eg so stutt inni, at
mín innsatsur nokk ikki kann
metast rættiliga. Men liðið vísti eitt
gott avrik, og serliga fríspørkini hjá
Súna Olsen vóru fantastiska góð,
staðfesti Jákup á Borg, ið helt
fraklendingar gera alt fyri at fáa eitt
mál aftrat, tí teir ikki vóru heilt
álvuligir við bara at vera á odda 10.
– Vit vistu, at teir ikki ætlaðu at
seta Ribery inn, uttan so at teir
kendu seg noyddar til tað, og tað
gjørdu teir so. Men sum heild haldi
eg, at franska liðið var akkurát so
gott, sum tað hevur verið.
Nøgdur Domenech
Venjarin hjá franska landsliðnum, Raymond Domenech, var
nøgdur við sigurin, hansara menn fingu í gjár. – Vit vinna við
einum máli og fáa trý stig, so sjálvandi eru vit nøgdir. Spurdur
ítøkiliga til sjálvt spælið hjá sínum liðið, svaraði Domenech, at
tað í hansara eygum er sigurin, ið telur. – Sjálvandi høvdu vit
verið fegnari, um vit vunnu 50, helt Domenech fyri. Hann vísti
annars á, at Tórsvøllur ikki var tann besti vøllurin, hann hevði
verið á. Eitt nú skuldi grasið var eitt sindur ov langt
Trupult hjá Evra
Patrice Evra, vongverji hjá Manchester United, segði
eftir dystin í gjár, at tað var trupult at spæla. – Hetta tí
at føroyska liðið spældi so defensivt. Haraftrat tóktist
vøllurin at vera rættiliga lítil, men vit fingu tey trý
stigini, vit komu eftir og tað er umráðandi. Eins og
flestu av hinum leikarunum, hevði Evra hug at hyggja
frameftir nú og hann ásannaði, at tað verður trupult í
móti Rumenia.
Spældir dystir
06/092008
SerbiaFøroyar
20 (10)
06/092008
EysturríkiFrakland
31 (20)
06/092008
RumeniaLitava
03 (01)
10/092008
FøroyarRumenia
01 (00)
10/092008
LitavaEysturríki
20 (00)
10/092008
FraklandSerbia
21 (00)
11/102008
FøroyarEysturríki
11 (00)
11/102008
SerbiaLitava
30 (20)
11/102008
RumeniaFrakland
22 (21)
15/102008
LitavaFøroyar
10 (10)
15/102008
EysturríkiSerbia
13 (03)
28/032009
RumeniaSerbia
23 (02)
28/032009
LitavaFrakland
01 (00)
01/042009
EysturríkiRumenia
21 (21)
01/042009
FraklandLitava
10 (00)
06/062009
SerbiaEysturríki
10 (10)
06/062009
LitavaRumenia
01 (01)
10/062009
FøroyarSerbia
02 (01)
12/082009
FøroyarFrakland
01 (01)
Støðan
Serbia
7
601
15 5
18
Frakland
6
411
8 6
13
Litava
7
304
6 6
9
Eysturríki
6
213
7 9
7
Rumenia
6
213
710
7
Føroyar
6
015
1 8
1
Komandi dystir
05/092009
EysturríkiFøroyar
05/092009
FraklandRumenia
09/092009
FøroyarLitava
09/092009
RumeniaEysturríki
09/092009
SerbiaFrakland
10/102009
EysturríkiLitava
10/102009
FraklandFøroyar
10/102009
SerbiaRumenia
14/102009
LitavaSerbia
14/102009
RumeniaFøroyar
14/102009
FraklandEysturríki
HM-undankapping, bólkur 7
Jónas fekk
troyggjuna
frá Ribery
– Tað er altíð fantastiskt
at spæla fyri landsliðið,
við tjóðsanginum og
øllum tí heila, sigur
Jónas Þór Næs, sum eftir
dystin skundaði sær
at fáa troyggjuna frá
Ribery
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Serliga í fyrra hálvleiki hevði
Jónas Þór Næs úr at gera á
høgra bakki, har hann ferð eftir
ferð fekk tveir fraklendingar at
stríðast við í senn. Trupulleikin
gjørdist ikki so stórur eftir
steðgin, men síðstu 25
minuttirnar spældi Jónas
beinleiðis yvir fyri Franck
Ribery, ið kom inn sum seinasta
royndin hjá Fraklandi at vinna
við meiri enn einum máli.
– At spæla yvir fyri Ribery, er
sjálvandi ein stór uppliving,
men eg hugsaði ikki um tað,
meðan dysturin var. Tað var
sum at spæla ímóti einum og
hvørjum øðrum, men hann er
heilt øgiliga góður. Tá dysturin
var av, var eg øgiliga troyttur,
men eg vil siga, at eg eri
nøgdur við at tapa 10, segði
Jónas Þór Næs, sum eftir dystin
skundaði sær at fáa blusuna frá
Ribery.
– Sjálvandi er tað nakað
serligt at spæla ímóti Fraklandi
við øllum stjørnunum, men eg
vil siga, at sum heild er tað
nakað serligt at spæla fyri
Føroyar. Tað er fantastiskt at
spæla fyri landsliðið, við
tjóðsanginum og øllum tí heila.
Jákup størsta kjansin
Jákup á Borg fekk bara sjey minuttir á vøllinum,
men átti størsta føroyska kjansin
Mynd: Jens Kr. Vang
Jónas Þór Næs taldist
millum bestu føroysku
leikararnar
Mynd: Jens Kr. Vang