Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 152 - 13. august 2009 Landsfelag Pensjónista fegnast um, at landsstýrið hevur gjørt av at seta í verk eina almenna pensjónsuppsparingar­ skipan fyri føroyska samfelagið, og vónar, at nýggja uppsparingar­ skipanin fer at virka sum skjótast til frama fyri Føroya fólk Kári Petersen og Ina Hammershaimb, búskap­ arfrøðingar, hava vegna Fíggjarmálaráðið tilevnað og latið úr hondum upp­ legg, ið hevur yvirskriftina “Uppskot til eina haldføra pensjónsskipan fyri Før­ oyar”. Uppleggið sigst snúgva seg um eina kom­ andi pensjónsnýskipan. Hóast hetta snýr nevnda upplegg seg einamest um heilt onnur evni, nevniliga um, hvusssu vit kunnu minka sonevndar “eldra­ útreiðslur”, t.v.s. útreiðslur til ellis­ og røktarheim, til sjúkraviðgerð v.m., og viðger væntaðar skatta­ hækkingar. At uppleggið einamest snýr seg um útreiðslur til ellis­ og røktarheim, sjúkraviðgerð, skattatrýst v.m., er sera óheppið, tí arbeiðssetning­ urin, sum Fíggjarmálaráðið setti arbeiðsbólkinum at arbeiða við, skuldi snúgva seg um eina pensjónsný­ skipan fyri føroyska fólkið. Uppleggið sýnist at hava sum fremsta mál at fáa Fíggjarmálaráðið og Løg­ tingið at fremja stórar spar­ ingar á fólkapensjónsøki­ num. Hinvegin er lítið og onki í upplegginum, ið ítøkiliga vísir á, hvussu ella eftir hvørjum leisti komandi pensjónsuppspar­ ing fyri føroyska samfelag­ ið skal fremjast ella setast í verk. Í upplegginum verður tó eisini lagt upp til at avvikla fólkapensjónina sum hugtak og samhalds­ fasta institutión. Lands­ felag Pensjónista mælir frá at vikna um støðuna hjá fólkapen­sjónini, tí lands­ felagið metir, at fólka­ pensjónin er góð universell og samhaldsføst institutión (fyri allar fólkapensjónist­ ar), sum vit eiga at varð­ veita og styrkja, heldur enn at avvikla. Uppleggið vísir, at Kári Petersen/arbeiðsbólkurin hevur broytt ætlanina um almenna lógar­ásetta pen­ sjónsnýskipan á avgerandi hátt í mun til tað, sum Jóannes Eidesgaard, táver­ andi løgmaður, og ABC samgongan boðaðu frá í 2007 í bókini VISJÓN 2015. Í VISJÓN 2015 verður nevniliga sagt, at pensjóns­ nýskipanin skal hvíla á: • fólkapensjón, • samhaldfasta, • eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntak­ arar og arbeiðsgevarar, meðan Kári Petersen nú ­ í juni 2009 sigur ­ at pensjóns­ nýskipanin skal hvíla á: • fólkapensjón og sam­ haldsfasta, • eina sáttmálabundna ella lógarbundna persón­ liga uppsparing, • fría uppsparing. (Lands­ felagið heldur at henda súla eigur at verða hildin uttanfyri almenna geiran – og eigur ikki at verða part­ ur av pensjónsnýskipanini). Pensjónsnýskipanin, ið er nevnd í VISJÓN 2015, er reiðuliga solidarisk, hetta tí at tvær av súlunum snúgva seg um samhaldsfastar universellar skipanir ­ nevniliga fólkapensjón og samhaldsfasta, ið kunnu vera við til at fremja útjavn­ ing og solidaritet í sam­ felagnum. Meðan hinvegin nýggja uppskotið hjá Kára Petersen til pensjónsnýskip­ an snýr seg um tvær súlur (sáttmálabundna ella lógar­ bundna uppsparing og fría uppsparing), ið eru einstakl­ ingatengdar skipanir, ið breiðka fíggjarligu gjónna millum landsins borgarar. Uppskotið hjá Kára Petersen til nýggja pen­ sjónsskipan er tilevnað sambært meginreglum hjá Heimsbankanum, ið er stýrdur av/úr Amerika og er stovnur, sum virkar eftir amerikonskum nýliberalist­ iskum leisti. Verður hetta nýliberalistiska uppskot til pensjónsnýskipan sett í verk, fer munurin millum rík og fátøk at økjast í samfelag okkara. Landsfelag Pensjónista, ið arbeiðir fyri at allir fólkapensjónistar í landin­ um skulu hava góð fíggjar­ lig kor, metir, at samhalds­ fastar universellar pensjóns­ skipanir (pensjónsskipanir, ið fevna um øll) eru besta amboð at fremja hetta mál. Landsfelag Pensjónista heitir tí á landsstýrið at nýttar verða tær tríggjar súlurnar, ið nevndar eru í VISJÓN 2015 ­ við smærri broytingum ­ sum grundar­ lag undir nýggju eftirlønar­ skipanini: 1) fólkapensjón, 2) samhaldsfasti 3) eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntak­ arar og arbeiðsgevarar og/ ella lógarbundin persónlig uppsparing fyri føroyska fólki. Fólkapensjónin verður kollvelt Í álitinum hjá Fíggjarmála­ ráðnum verður mælt til stórar og kollveltandi broytingar í pensjónunum hjá núverandi fólkapen­ sjónistum. DØMI: • grundupphæddin skal takast av, og skal grundupphæddin í staðin leggjast saman við pensjónsviðbótini, • øll fólkapensjónin skal vera skattskyldug og pensjónsfrádráttur skal setast í skattalógina, • mótrokningarfría upphæddin skal setast niður frá 58.100 kr. (fyri 2009) til 0 kr., • mótroknast skal í allari fólkapensjónini við 25­30%, • pensjónsaldurin skal hækkast til 71 ár og fólk skulu arbeiða longri, • pensjónin skal hækkast við lønarvøkstrinum minus 1 %. Viðv. 1) Landsfelagið mælir frá at taka grundupphæddina av. Í staðin eigur grundupp­ hæddin at verða hækkað til nútíðarstøði og eigur grund­ upphæddin at verða hin sama til gift og støk, júst sum gjørt verður í londum uttanum okkum (í Dan­ mark er grundupphæddin fyri 2009: 5.254 kr. um mánaðin fyri ávikavist gift og støk). Grundupphæddin, ið er eitt mát fyri, hvat hvør einstakur vaksin persónur má hava til taks av peningi til mat og klæðir, má tó regulerast. Føroyska grund­ upphæddin, ið ikki er regul­ erað/­hækkað seinastu 10 árini, má regulerast og hækkast, soleiðis at hon gerst eitt veruligt mát fyri, hvussu nógvan pening, hvør vaksin persónur má hava til taks til mat og klæðir. Grundupphæddin til gift og støk kundi hósk­ andi verið 5.551 kr. um mánaðin sum hjá støkum fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Mótroknað eigur ikki at verða í allari grundupp­ hæddini á slíkan hátt, sum Kári Petersen mælir til. Í DK verður bert regulerað í grundupphæddini, um arbeiðsinntøka fer upp um ávíst mark og er grundupp­ hæddin ikki regulerað nið­ ur á 0 kr. fyrr enn arbeiðs­ inntøkan er komin upp á 463.500 kr. (2009). Í Dan­ mark verður grundupp­ hæddin ikki ávirkað av privatari pensjón ella øðr­ um privatum eftirlønar­ skipanum. Landsfelag Pensjónista mælir til, at reglurnar viðv. mótrokning, ið verða nýttar í donsku fólkapensjóns­ skipanini ella líknandi reglur verða nýttar í nýggju fólkapensjónslógini. Viðv. 2) Landsfelag Pensjónista metir, at tað er í lagi, at øll fólkapensjónin gerst skatt­ skyldug og at pensjón­ frádráttur verður settur í skattalógina í staðin. Landsfelagið heldur tó, at landskassin kann spara pening á fólkapensjóns­ økinum, um mótroknað verður í pensjónsfrádrátti­ num við t.d. 25%, tá inn­ tøkan, ein hevur afturat fólkapensjónini fer uppum ávíst mark, sum t.d. 300.000 kr. Slík broyting av pensjónsfrádráttinum vildi havt við sær, at fólka­ pensjónistar, ið hava høgar inntøkur afturat fólka­ pensjónini, ikki høvdu fingið fíggjarligt gagn av pensjónsfrádráttinum, meðan hinvegin fólkapen­ sjónistar, ið hava onga ella bert lága inntøku afturat fólkapensjónini, vildu fingið fulla nyttu av pen­ sjónsfrádráttinum. Slík mótrokning í pensjónsfrá­ dráttinum hevði harum­ framt vent rætt sosialt. Viðv. 3 og 4) Landsfelagið mælir staði­ liga frá, at mótrokningarfría upphæddin verður strikað og at mótroknað verður frá fyrstu krónu, hetta tí at fólkapensjónistar, ið bert kunnu forvinna lága inn­ tøku afturat fólkapensjón­ ini, missa ov stóran part av fólkapensjónini/nettoinn­ tøku sínari, um mótrokning­ arfría upphæddin verður tikin av. Slík broyting stimbrar ikki arbeiðshugin, men tekur hugin at royna at vinna eitt sindur afturat fólk apensjónini. Mótrokningarfría upp­ hæddin eigur at verða varð­ veitt á verandi støði 58.100 kr. (fyri 2009), men eigur mótrokningin eftirsíðan at verða 30%, og ikki sum nú 60% ­ júst sum gjørt verður sambært donskum pensjóns­ mótrokningarreglum, har mótroknað verður við 30%. Verður mótrokningin í pensjónsviðbótini lækkað frá 60% til 30% fer tað at loysa seg betur at arbeiða hjá mongu fólkapensjónist­ unum, ið einans hava møgu­ leika at arbeiða eitt sindur og harvið vinna eitt sindur av peningi afturat fólkapen­ sjónini. Í DK er mótrokn­ ingarfría upphæddin Viðmerkingar til uppleggið hjá Fíggjarmálaráðnum um pensjónsnýskipan v.m. viðmerkingar ➘