hósdagur 13. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 152 - 13. august 2009
57.500 kr. (2009).
Mótroknað eigur ikki at
verða í allari fólkapensjón
ini, hetta tí at slík skipan
vildi máað undirtøkuna
undan fólkapensjónsskip
anini. Roknast má við at
fólk, ið hava høgar inntøk
ur og soleiðis ikki kundu
fingið nakrað fólkapen
sjón, um mótroknað varð í
allari fólkapensjónini, ikki
høvdu havt áhuga at stuðla
eini almennari fólkapen
sjónsskipan, sum tey ikki
sjálv kundu fingið lut í.
Ynskir Fíggjarmálaráðið
at minka nettoinntøkuna
hjá fólkapensjónistum, ið
hava høga inntøku afturat
fólkapensjónini, eigur slíkt
inntriv at verða gjørt gjøgn
um inntøkuskattaskipanina
ella líknandi og ikki sum
mótrokning í grundupp
hæddini.
Viðv. 5)
Arbeiðsbólkurin hjá Fíggj
armálaráðnum mælir til, at
pensjónsaldurin verður
hækkaður, soleiðis at lands
kassin fær minni útreiðslur
til fólkapensjónir, og at tey
eldru skulu verða longri á
arbeiðsmarknaðinum.
Landsfelagið tekur fult
undir við, at tey eldru
skulu kunna verða longri á
arbeiðsmarknaðinum, um
hugur og orka er til tess.
Felagið tekur tó ikki undir
við, at pensjónsaldurin skal
hækkast við lóg, tí Føroyar
sum er hava ein tann hæg
sta pensjónsaldurin í heimi
num.
Skulu fólk arbeiða
longri, enn tey gera nú, er
neyðugt at hildið verður
uppat við at stoyta tey
eldru av arbeiðsmarknaði
num. Landsstýrið má taka
av almenna uppsagnar
aldurin/70ára fráfaringar
aldurin. Neyðugt er sum
skjótast at taka av almenna
uppsagnaraldurin, tí tað
ber ikki til at blása og hava
mjøl í munninum í senn.
Um fólk kundu fingið
hægri fólkapensjón við at
arbeiða longri og úttsett
fólkapensjónina, vildi hetta
óivað verið við til at
stimbra hugin at arbeiða
nøkur ár út yvir vanligan
pensjónsaldur (67 ár).
Landsstýrið eigur at syrgja
fyri at royna at minka
útreiðslur til almannapen
sjónir við at leggja upp til,
at fólk, ið arbeiða hjá tí
almenna, kunnu verða í
føstum starvi so leingi,
orka og hugur er til tess. Í
hesum sambandi eigur tað
almenna at gera fleksiblar
skipanir, har arbeiði og
fólkapensjón kann
kombinerast.
Landsfelag Pensjónista
mælir til, at landsstýrið
skjótast til ber ger nýskip
anir á arbeiðsmarknaðar
og fólkapensjónsøkinum,
ið hava við sær, at fólk
kunnu fara niður í arbeiðs
tíð, tá tey koma í 60árini,
og at starvsfólk hjá tí al
menna skulu hava møgu
leika at verða í føstum
almennum starvi so leingi,
hugur og orka er til tess.
Landsfelagið mælir tískil
til, at landsstýrið skjótast
til ber eigur at tilevna
fleksiblar skipanir, har
arbeiði og fólkapensjón
verða kombinerað, hetta til
gagns bæði fyri tey eldru
og fyri landskassan.
Fólk, ið gerast 67 ár,
eiga at kunna velja at
arbeiða ávikavist fulla tíð
ella 2/3, 1/2 ella 1/3 tíð.
• Verður hildið áfram at
arbeiða fulla tíð, fær ein
ikki fólkapensjón, men
útsetta fólkapensjón
bonus eigur at verða givið
fyri úsetta fólkapensjón
• Verður arbeitt 2/3 tíð
eigur at verða møguligt at
fáa 1/3 í fólkapensjón
• Verður arbeitt 1/2 tíð
eigur at verða møguligt at
fáa 1/2 í fólkapensjón
• Verður arbeitt 1/3 tíð
eigur at verða møguligt at
fáa 2/3 í fólkapensjón
Verður almenni fráfaring
araldurin hækkaður og
broyttur á slíkan hátt, sum
mælt til av Landsfelag
Pensjónista, verða helst
fleiri alment sett starvs
fólk, ið velja at varðveita
tilknýtið til arbeiðsmark
naðin útyvir fylta 67. ár –
og vil slík broyting somu
leiðis hava við sær, at vit
fáa hægri skattainntøkur
av arbeiði, og at minni
landskassaútreiðslur verða
til fólkapensjónir.
Landsfelag Pensjónista
mælir harumframt til, at
skipanin um framskundaða
fólkapensjón aftur verður
sett í gildi, hetta soleiðis at
fólk, ið hava nátt 55 ára
aldri, og sum eru “niður
slitin” og heilsuveik kunnu
fáa rætt til framskundaða
fólkapensjón.
Viðv. 6.
Í álitinum hjá Fíggjar
málaráðnum verður mælt
til, at fólkapensjónin
verður hækkað við lønar
vøkstrinum minus 1 %.
Landsfelagið mælir til, at
fólkapensjónin á hvørjum
ári verður regulerað við
samlaða miðallønar
vøkstrinum.
Samandráttur:
Landsfelag Pensjónista
tekur fult undir við upp
skotinum um at økja per
sónligu uppsparingina
komandi árini, men landið
má gjalda hesa uppsparing,
tá umræður fyritíðarpen
sjónistar og borgarar, sum
fáa langtíðar forsorgarhjálp
í sambandi við arbeiðs
loysi, sjúku, barsil v.m.
Landsfelag Pensjónista
mælir frá at strika grund
upphæddina og mælir
somuleiðis frá at mótrokn
að verður í fólkapensjónini
frá fyrstu krónu. Heldur
eigur at verða mótroknað í
pensjónsfrádráttinum, tá
inntøkan fer upp um
300.000 kr., soleiðis at vit
fáa eina regulering av inn
tøkuni hjá fólkapensjónist
um, ið hava høga inntøku
afturat fólkapensjónini.
Landsfelag Pensjónista
tekur ikki undir við at
hækka almenna pensjóns
aldurin við lóg, men eigur
landsstýrið at syrgja fyri, at
starvsfólk ikki verða dis
kriminerað á arbeiðs
marknaðinum, men fáa
møguleika at verða verandi
á almenna arbeiðsmarkn
aðinum so leingi, orka og
hugur er til tess – hetta fyri
at spara pensjónsútreiðslur
og hækka lívsgóðskuna hjá
eldri borgarum, ið hava
hug og orku at arbeiða
fulla tíð ella parttíð nøkur
ár útyvir vanligan fólka
pensjónsaldur (67 ára ald
ur), og fyri at minka um
útreiðslurnar hjá lands
kassanum.
Fólkapensjónin eigur at
verða regulerað samsvar
andi samlaða meðallønar
vøkstrinum.
Fólkapensjónin og
samhaldsfasti
Gift verða diskriminerað
í fólkapensjónshøpi
Sum er verða gift fólk
diskriminerað í fólkapen
sjónshøpi. Hetta er óskilj
andi og órímiligt, tí ser
stakliga í føroyska sam
felagnum verður hildið, at
hjúnabandið er góð institu
tión og samfelagsskipan,
sum ikki eigur at vera ein
vansi – heldur ikki í
pensjónshøpi.
Fólkapensjónin til gift og
støk má javnstillast, og
mugu gift og støk fáa somu
grundupphædd – júst sum
gjørt verður í Danmark.
Neyðugt er somuleiðis at
broyta fólkapensjónsregl
urnar, soleiðis at einans
verður tikið atlit til inn
tøkuna hjá pensjónistinum
sjálvum og ikki sum nú,
har inntøkurnar hjá báðum
hjúnafeløgunum verða lagd
ar saman, áðrenn fólka
pensjónin verður ásett.
“Samhaldsfasti” eigur
at verða styrktur
Í núverandi samgongu
skjali millum A, B og C
(Fólkaflokkin, Sambands
flokkin og Javnaðarflokk
in) verður boðað frá, at
samhaldsfasti skal styrkj
ast. Landsfelag Pensjónista
tekur fult undir við hesi
ætlan hjá ABCsamgong
uni, tí hetta kundi bøtt
munanadi um útgjaldið úr
samhaldsfasta. Og kundu
fólkapensjónistar, ið bert
hava fólkapensjón og
samhaldsfasta at liva av,
soleiðis fingið meira
pening til lívsins uppihald
og kundu liva eitt virðiligt
lív uttan fátækradømi. Í
hesum høpi skal leggjast
afturat, at topppolitikarar
úr politisku flokkunum,
bæði úr samgonguni og
andstøðuni, í august mán
aða 2008 á fundi við Land
felag Pensjónista søgdu, at
útgjaldið frá samhaldsfasta
beinanveg átti at hækkað í
minsta lagi við 1.000 kr.
um mánaðin, men gjørdist
henda útmelding sum
kunnugt ikki veruleiki
(útgjaldið hjá
samhaldsfasta hækkaði
einans við 230 kr. um mán
aðin hin 1. januar 2009).
Útrokningar, sum Sigurd
Poulsen, landsbankastjóri,
gjørdi í 2007 vegna Lands
felag Pensjónista viðv.
samhaldsfasta, vísa, at
útgjaldið úr samhaldsfasta
kundi verið væl hægri um
nøkur ár, um inngjaldið til
samhaldsfasta varð hækkað
við ¼ % frá ávikavist
arbeiðstakarum og arbeiðs
gevarum 4 ár á rað, t.v.s.
við í alt 1 prosenti frá
ávikavist arbeiðstakarum
og arbeiðsgevarum. Sam
bært hesum útrokningum
kundi útgjaldið úr sam
haldsfasta verið hækkað
við 1.533 kr. um mánaðin
longu í 2016 hetta um
inngjaldsprosentið varð
hækkað við ¼ % í 2008,
2009, 2010 og 2011.
(kelda: Sigurd Poulsen,
stjóri í Landsbanka
Føroya).
Landsfelag Pensjónista,
ið m.a. hevur sum endamál
at virka fyri at allir fólka
pensjónistar skulu hava
góð fíggjarlig kor, ikki
minst fólkapensjónistar, ið
bert hava fólkapensjón og
samhaldsfasta at liva av,
mælir tí til, at inngjaldið til
samhaldsfasta sum skjótast
verður hækkað (við ¼ %
um árið í fýra ár á rað) ella
tilsamans við 1% frá hvørj
um parti. Slík hækking av
inngjaldinum og harvið av
útgjaldinum úr samhalds
fasta hevði eftir fáum árum
munað væl hjá fjøld av
føroyingum, tá serstakliga
hjá ófaklærdum arbeiðar
um, fiskimonnum, heima
arbeiðandi kvinnum v.fl.,
ið ikki hava nátt ella ikki
hava havt møguleika at
spart upp til privata
pensjón/eftirløn at tryggja
sær virðilig og livilig
fíggjarlig kor á eldraárum.
Ólavsøkupakkin 2009
Í Ólavsøkupakkanum
2009/sparipakkanum verð
ur lagt upp til, at fólka
pensjónirnar skulu skerjast
við 25 mió. kr í 2010.
Verður hetta pensjóns
spariuppskot framt í verki,
fær hetta ómetaliga óhepn
ar fíggjarligar og sosialar
fylgjur fyri stóran hóp av
lágløntum, fátækum
pensjónistum.
Av hagtølum hjá Hag
stovu Føroya vita vit, at
meira enn helvtin (56%) av
fólkapensjónistum í Før
oyum, ella í alt 3.443
fólkapensjónistar í 2008
høvdu bert ella nærum bert
fólkapensjón og samhalds
fasta at liva av.
Pensjónistar, ið einans
hava lága inntøku afturat
pensjónini, tola ikki at
missa burturav pensjónini/
nettoinntøkuni. Sambært
altjóðastovninum OECD
(Organisation for Eco
nomic Cooperation and
Development) eru pen
sjónirnar í Føroyum, sum
er, ov lágar og lógu undir
fátækramarkinum hjá
OECD í 2008. Pensjóns
spariuppskotið í Ólavsøku
pakkanum 2009 er tískil
púra burturvið og eigur at
verða tikið aftur.
Landsfelag Pensjónista
mælir staðiliga frá, at
pensjónistar framhaldandi
verða noyddir at liva undir
fátækramarkinum. Hjá
giftum fólkapensjónistum
lá nettoinntøkan t.v.s.
fólkapensjón og samhalds
fasti eftir skatt 3.504 kr.
undir fátækramarkinum hjá
OECD í 2008.
Í staðin fyri at skerja
fólkapensjónina eigur
Fíggjarmálaráðið og Løg
tingið hinvegin at syrgja
fyri at nettoinntøkan hjá
fátækum fólkapensjónist
um kemur upp á eitt sømu
ligt og rímuligt støði, og
eiga at syrgja fyri sum
áður lovað at útgjaldið úr
samhaldsfasta sum skjótast
verður hækkað.
Landsfelag Pensjónista
SKÚLABØKUR
Tíðindaskriv
Skúlabókagrunnurin hevur
givið út dagført tilfar, 2.
útgávu, til frálæru í Global
Maritime Distress & Safety
System, sum Don Petersen
hevur
skrivað.
Tríggjar
bøkur eru, GMDSS GOC
og LRC lærubók, GMDSS
SRC og ROC VHFlærubók
og Ískoyti til GMDSS
GOC og LRC lærubók.
Tilfarið er ætlað sjóvinnu
frálæruni.
GMDSS GOC- og LRC-
lærubókin er ætlað sum
frálærubók hjá teimum,
sum vilja útvega sær GOC
(General Operator´s Certifi
cate), og LRC – radiopróv
brøv (Long Range Certifi
cate) til at passa VHF,
MF, HF, Inmarsat og
annan GMDSS radioútbún
að á skipum.
Í bókini eru t.d. litmyndir
av kortum, sum vísa
sjóøkini í GMDSS, ITU
radioøki, Navareas (NAV
TEXsjóøki),
Inmarsat
fylgisveinar og útbreiðslu.
Greitt yvirlit er yvir, hvussu
neyðarkall verður sent og
hvussu tikið verður ímóti,
og hvussu berast skal at
undir slíkum umstøðum.
Bókin er 130 blaðsíður
og kostar 380 kr.
Ískoyti til GMDSS GOC-
og LRC- lærubók er ætlað
sum handbók at brúka hjá
næmingum til skrivligar
GOCroyndir. Í bókini eru
m.a. yvirlit yvir GMDSS
tíddir (frekvensir), senditíð
ir MSI gjøgnum Inmarsat
EGCskipanina og fylgi
sveinanummur.
Bókin er 20 blaðsíður og
kostar 80 kr.
GMDSS SRC og ROC
VHF-lærubók
er
ætlað
sum frálærubók hjá teimum,
sum vilja útvega sær VHF
radiopróvbræv til at passa
VHFradioútbúnað umborð
á bátum og skipum.
Bókin viðger reglur fyri
alt vanligt radiosamskifti,
samskifti yvir strandarstøðir
umframt
neyðsendingar,
snarsendingar og trygdar
sendingar.
Eisini eru litmyndir av
kortum, sum vísa VHFút
breiðsluna
í
Føroyum,
Íslandi, Noregi, Svalbard,
Svøríki og Danmark.
Bókin er 69 blaðsíður og
kostar 340 kr.
Bøkurnar fáast eisini til
keyps hjá Bókamiðsøluni á
Hjalla.
Nýggjar bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni
viðmerkingar
Framhald frá síðu 25