hósdagur 13. august 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2009
27
Í sambandi við soklallaða
ólavssøkupakkan er ein
komandi pensiónsreform
ur blandaður uppí. Hetta
er ikki serliga heppi, tá
grundgevingin fyri
vakstrarpakkanum er
verandi fíggjarliga støðan
hjá landskassanum
Men pensiónsreformurin
skal so viðgerast undir
øllum umstøðum. Men
framløguformurin hevur
ikki verið serliga væleydn
aður, tá tað mest sjónliga
undir orðaskiftinum hevur
verið, at núverandi pension
istar, bæði fyritíðar og
fólkapensionistar koma at
missa inntøku. Bæði bein
leiðis miss og óbeinleiðis
miss.
Beinleiðis koma fólka
pensionistar at missa inn
tøku við, at grundupphædd
in verður skattskyldug. Um
bøtast skal um hetta má
grundupphæddin hækkast
munandi. Og so er lands
kassin líka vítt. Óbeinleiðis
missa fólkapensionistar
eisini við at procentpartur
av aðrari inntøku verður
mótroknaður í pensiónini,
eisini grundupphæddini.
Um hetta skal vera partur
av einum komandi reformi,
er tað betur, at hann ikki
kemur. Eisini virkar tað
heilt skeivt, at mótrokning
skal gerast frá fyrstu
krónu í fyritíðarpensiónini.
Eftir míni uppfatan eigur
ein vakstrarpakki ella
kreppupakki, ella hvat
hann verður róptur, at
verða viðgjørdur fyri seg,
og ein komandi meira lang
tíðarætlaður pensiónsre
formur at verða viðgjørdur
fyri seg.
Í juli 2008 hevði eg eina
grein um framtíðarviður
skifti hjá pensionistum og í
mei 2009 skrivaði eg aftur
eina grein um sama evni.
Seinra greinin var fyri
stóran part endurtøka av tí
fyrru, men kortini haldi eg
eisini, at tær supplera
hvørja aðra. Harumframt
haldi eg ikki, at so nógv er
hent í málinum fyrrenn nú,
so eg vil loyva mær at
senda greinirnar eina ferð
afturat til Sosialin. Um
blaðið vil geva rúmd fyri
greinunum, kundi tað veri,
at onkur (møguliga pen
sionistur) gav sær stundir
at lesa tær aftur, saman við
hesum lítla greinastubba.
Sjónarmiðini í báðum
greinum standi eg
framvegis við.
Pensionistar
Fyri eini tveimum árum
síðani skrivaði eg grein
um framtíðar pensións
viðurskifti. Onkrir batar
eru hendir á økinum
síðani, men ikki nakað
slóðbrótandi. Nú ljóðar,
at ein reformur skal
leggjast fyri tingið í heyst.
Tí kundi eg hugsa mær
at koma aftur við greinini
í eini “reformeraðari”
útgávu
Vælferðarsamfelagið
Stórur dentur verður í fleiri
londum lagdur á verjuna av
vælferðarsamfelagnum,
ikki minst í Norðurlondum.
Í Danmark hevur ein
“Velfærdskommission”
skrivað eitt stórt verk um,
hvussu vælferðin kann
bjargast í framtíðini.
Ymiskt er, sum hetta verk
hevur verið móttikið, men
politikarar eru samdir um,
at ein kann ikki bara lata
standa til. Í ávísum førum
er farið út um mark við
almennum útreiðslum,
samstundis sum færri fólk
eru á arbeiðsmarknaðinum.
Í Danmark hevur orðaskifti
serliga snú seg um sokall
aðu “efterlønnen” (ikki at
blanda saman við tað, sum
vit rópa eftirløn ella
pensión). Hendan danska
“efterløn” hevur eftir
ávísum treytum kunnað
verða útgoldin til fólk, sum
gevast við at arbeiða, tá tey
fylla 60 ár. Tað hevur havt
við sær eina rúgvu av
fólki, sum gevast á arbeiðs
marknaðinum, sjálvt um
tey eru arbeiðsfør, og taka
sær av løttum við hampu
liga góðari úrtøku. Fyri
nøkrum árum síðani settu
danir eisini fólkapensións
aldurin niður frá 67 árum
til 65 ár. Fleiri røddir eru
nú frammi aftur um, at seta
fólkapensiónsaldurin upp
aftur til 67 ár og samstund
is avtaka ella minka um
eftirlønarskipanina, í øllum
førum hækka aldurin frá
60 árum til 62 ár ella
hægri.
Til alla lukku hava vit
ikki í Føroyum havt hesa
“efterløn”, tvørtur í móti
hava arbeiðsfør fólk roynt
at arbeiða sum longst.
Samstundis hevur fólka
pensiónsaldurin alla tíðina
verið 67 ár. Eisini hevur
vanligur pensiónsaldur
annars sum oftast eisini
verið 67 ár og við hvørt 70
ár. Hetta hevur havt posi
tiva samfelagsliga ávirkan.
Fyri persónar undir 67,
sum ikki hava verið førir
fyri at veri á arbeiðsmarkn
aðinum hava vit skipanir
við fyritíðarpensión og
Arbeiðsloysiskipanina.
Pensiónsskipanir,
núverandi
Núverandi føroyska pen
siónsskipanin er í høvuðs
heitum hendan:
Fólk undir 67 ár (ikki á
arbeiðsmarknaðinum):
1) Fyritíðarpensión
2) Ymiskar
almannaveitingar
3) Arbeiðsloysisskipanin
Fólk yvir 67 ár:
1) Fólkapensión, grund
upphædd
2) Fólkapensión, ymisk
ískoyti
3) Samhaldsfasti
4) Ymiskar individuellar
ella fakfelagsavtalaðar
pensións ella uppsparing
arskipanir
Vert er at leggja dent á, at
fólkapensións grundupp
hæddin og ávís ískoyti eru
skattafrí. Hetta hevur stór
an týdning og hevur við
sær, at hendan pensiónin er
nógv drúgvari enn til
dømis í Danmark, har hon
er skattskyldug. Ein dani,
sum fær fólkapensións
grundupphæddina pluss
kanska eitt sindur av ískoyt
um, fær ikki stórt meira
burturúr enn ein føroyingur
við somu veitingum, sjálvt
um bruttoupphæddin er
væl størri. Tað er tí av
størsta týdningi, at skip
anin við skattafríari
grundupphædd verður
varveitt. Hetta hevur
stóran positivan týdning
fyri fólkapensionistin,
men eisini fyri landskass
an, sum harvið hevur
lægri útgjaldingar.
Pensiónsskipanir
í framtíðini
Tað orðaskifti nú snýr seg
um, bæði í Føroyum og
aðrastaðni, er um fram
tíðarviðurskiftini. Tað
ræður um at gera skipan
irnar so einfaldar sum
møguligt, samstundis sum
inntøkurnar hjá teim aldr
andi eru so góðar, rættvísar
og nøktandi sum møguligt.
Tað framkomna samfelagið
skal duga at vísa, at møgu
leikarnir fyri einum góðum
og fíggjarliga tryggum
aldurdómi eru til staðar.
Fyrst av øllum eiga umstøð
urnar hjá teimum, sum
áðrenn pensiónsaldur koma
illa fyri, at vera nøktandi.
Her er helst ikki neyðugt
við so nógvum prinsipi
ellum broytingum, men
heldur eini eftiransan av, at
verandi skipanir sum
fyritíðarpensión og arbeiðs
loysisstuðul eru nøktandi
og svara til samtíðarviður
skiftini. Leggjast kann
afturat, at bæði fyri løntak
aran og fyri tað almenna
sær út til, at føroyska
arbeiðsloysisskipanin virk
ar betur enn í grannalond
um okkara. Serliga aftaná
nýggjastu broytingarnar av
ALS, er skipanin ein
altjóða fyrimynd.
Hinvegin eiga skipanir
nar fyri tey, sum náa ein
vissan aldur, og her haldi
eg, at tað eigur at vera hild
ið fast við 67 ára aldurs
markið, verða eftirhugdar
og gjørdar so væl skiljandi
sum møguligt. Rættvísi má
eisini við í myndina, tí tað
er órættvíst, um fólk aftaná
drúgt arbeiðslív í samfelag
sins tænastu og skattgjald
ing ikki fáa løn í sínum
otium. Tær ymisku eftir
lønarskipanirnar eru ikki
ein olmussa, men tvørtur
ímóti ein uppiborin løn fyri
væl útint arbeiði.
Pensiónsskipanirnar eiga
at vera eitt samanspæl av
uppsparing av almennum
peningi, egnum inngjald
ingum og arbeiðsgevara
inngjaldingum. Tað hevur
verið ført fram, at persón
ligu eftirlønarskipanirnar
eru meira útbygdar í
grannalondunum enn í
Føroyum. Hetta er partvíst
rætt, men nógvar privatar
pensiónstryggingar eru
teknaðar seinastu árini í
Føroyum, verið tað seg
ratu ella kapitaltryggingar.
Lóggávuvaldið kann
ongatíð gera so góðar
skipanir, at øll fáa líka
nógv. Ein slík útjavning
kann ikki gerast fyri eldri
fólk, líka so lítið sum fyri
fólk í øðrum aldursbólkum.
Persónliga valið hjá fólki,
bæði tá tað snýr seg um
útbúgving, arbeiðsval og
uppsparingarval er
fjølbroytt og frítt.
Ávísir tryggleikar og
reglur eiga tó at vera
skaptir, og tað er hetta,sum
politiski myndugleikin skal
royna at útvega skjótast
gjørligt. Tí júst á hesum
øki koma skipanirnar at
taka sína tíð, áðrenn tær
virka til fulnar fyri tey,
skulu liva undir teimum.
1) Fólkapensiónin,
grundupphæddin. Hetta
er, og eigur at vera, grund
trygdin hjá øllum, sum náa
fólkapensiónsaldur. Hon er
ikki stór, men av tí, at hon
er skattafrí, hevur hon eitt
størri virði fyri móttakaran,
enn ein hægri skattskyldug
upphædd vildi havt. Upp
hæddin eigur at vera regul
erað í samsvar við sam
felagsins lønar og búskap
arvøkstur. Grundleggjandi
eigur at vera hildið fast
við, at øll, sum eru vorðin
67 ár hava rætt til grund
upphæddina. Tað skal ikki
kunna mótroknast í grund
upphæddini við aðrari
inntøku.
2) Ískoyti til fólka
pensiónina. Hendan veit
ingin eigur at verða latin til
tey, sum ikki gjøgnum
arbeiðslívið hava havt
møguleikar at spara saman
(lógarskyldugt ella sjálv
viljugt) til pensión. Ískoyti
skal ikki kunna niðurlagast
fyrrenn í minsta lagi
60.000 kr. er av aðrari
inntøku enn fólkapensión
(og samhaldsfasta) og tá
eftir skynsomum reglum.
3) Samhaldsfastið.
Hendan skipanin, sum
hevði tungan burð, vísir
seg at rigga væl. Hon eigur
at útbyggjast innan fyri
rímuligt mark við gjøldum
frá arbeiðsgevara og
arbeiðstakara við helvtar
býti. So vítt eg kann meta
er hendan skipanin væl
betur enn til dømis danska
ATP skipanin. Serliga
aftaná nýggjastu útgjald
ingarreguleringarnar.
4) Aðrar lógarásettar
skipanir. Tær undir 13
nevndu skipanir vilja, tá
tær eru meira útbygdar,
vera ein góður inntøku
grundvøllur fyri pension
istar. Men í dagsins sam
felag, vil tað einsamalt
helst vera nakað lítið hjá
flestu fólkum. Neyðugt er
tí við eini lógarkravdari
skipan afturat. Eftir hesi
eigur at kunna vera kravt,
at ein ávísur procentpartur
av øllum lønum verður
inngoldin til pensións
skipan hjá løntakaranum
persónliga. Ein eins stórur
partur skal gjaldast av
arbeiðsgevaranum. Har
sum pensiónsskipanir
frammanundan eru avtal
aðar millum arbeiðsgevara
og arbeiðstakara, eisini
gjøgnum fakfeløg, kann
hetta gjald roknast við í tí
partinum. Sum frá líður vil
gott grundarlag verða
skapt undir eini haldgóðari
pensión fyri øll við hesum
4 skipanum. Tað er serliga
nýggju skipanirnar undir
hesum 4. punkti, sum
koma at taka tíð, og sum
ikki fáa virknað fyrrenn
nøkur ár eru liðin. Men
byrjast skal sum skjótast.
Umframt hesar skipanir
kunnu persónar sjálvandi
individuelt ella avtalað við
arbeiðsgevara gera upp
aftur betur skipanir. Og
sjálvandi hava øll loyvi til
eftir persónligum umstøð
um at spara saman, sum
tey altíð hava kunnað.
Partur av teim her
nevndu skipanum (øking
av samhaldsfasta, lógar
ásett pensiónsgjald) fer at
kosta nakað afturat fyri
bæði løntakara og arbeiðs
gevara. Men fyri løntakar
an er tað ein beinleiðis
samansparing og fyri ar
beiðsgevaran fer tað vænt
andi at skapa meira arbeiðs
frið og betur umstøður á
arbeiðsmarknaðinum í
heila tikið. Annars skulu
útreiðsluhækkingarnar ikki
rindast í einum, men so
líðandi yvir nøkur fá ár.
Ein ávís hækking ella
regulering av sjálvari fólka
pensiónini fer at kosta
landskassanum nakað, men
ikki tað ógvisliga.
Um einki verður gjørt
verður stórur stættarmunur
millum eldri fólk. Hetta fer
at leggja trýst á sosialu
skipanirnar og almennu
útreiðslurnar og harvið
eisini økja skattatrýstið.
Pensiónsreformur
skrivað 20.05.2009
Jógvan
SundStein
skrivað 11.08.2009
Jógvan
SundStein
viðmerkingar
Ein grein
aftrat á
næstu síðu
➘