hósdagur 13. august 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 152 - 13. august 2009
Undir omanfyri nevnda
heiti hevur ein bólkur frá
Fíggjarmálaráðnum og
Landsbankanum latið
eitt álit úr hondum um
almennu eftirlønar
skipanir hjá føroyingum
Høvuðsniðurstøðan í
álitinum – sum heldur má
kallast ein skitsa – er, at
eldraútreiðslurnar fara at
økjast munandi, og at
vøksturin í hesum tí má
minkast. Sum grundarlag
undir ymiskum uppskotum
og forsøgnum eru gjørdar
útrokningar og forsagnir,
sum allar byggja á, at
demografiskar framskriv
ingar vísa, at talið av eldri
(yvir 65 ár) økist og harvið
“eldrabyrðan” eisini økist,
meðan talið av yngri fólki
bæði lutfallsliga og
absolutt minkar.
Út frá hesum kunngerð
arbeiðsbólkurin, at
1) eldraútreiðslurnar sum
prosentpartur av BTÚ
vaksa so nógv, at tað førir
til økt skattatrýst og fígg
ingartrupulleikar
2) Landskassin fer ikki
longur at kunna røkja sínar
skyldur
3) Landskassin fer ikki
longur at kunna fíggja
pensiónir og røktartænastur
4) tað tí er neyðugt at
gera stórar broytingar av
almennu og persónligu
pensiónsskipanunum
Um ein uttan víðari
góðtekur framskrivingarnar
og útrokningarnar, so er
sjálvandi rætt, at framtíðar
útreiðslurnar verða ógvis
ligar. Men spurningurin er,
um fortreytirnar eru rættar.
Tað eru ongar alternativar
demografiskar framskriv
ingar gjørdar, og harafturat
fata tær um eitt tíðarskeið
frá 2007 til 2050. Tað er
eitt langt tíðarskeið við
stórum og vaksandi óviss
um tess longur fram í
tíðina ein roknar.
Tað mest vissa er helst,
at talið av eldri fólki økist,
tí meðallivialdurin økist.
Væntandi og vónandi
verður heilsustøðan hjá
teim eldru eisini betur, so
tey klára seg longur upp í
árini, eisini á arbeiðsmarkn
aðinum. Men hví skal talið
av yngri fólkum minkað?
Eru ikki allar politiskar
ætlanir og visiónir grund
aðar á, at tað skal gerast
betur og betur at liva í
Føroyum, og harvið skuldi
fráflytingin minka og helst
tvørturímóti tilflytingin
aftur økjast. Demografisku
útrokningarnar eru tí
óvuliga ivasamar.
Er neyðugt við stórum
broytingum í pensións
viðurskiftunum?
Spurningurin stingur seg
sjálvandi upp, tá arbeiðs
bólkurin leggur upp til so
ógvisligar broytingar, sum
her verður gjørt. Eisini fær
ein fatan av, at viðurskiftini
eru nógv annarsleiðis og
betur í øðrum londum.
Men er hetta nú so? Eg
skal koma aftur til hetta,
men haldi ikki, at viður
skiftini eru nógv betur,
burtursæð frá, at privatu
pensiónsskipanirnar helst
eru meiri framkomnar í
fleiri øðrum londum.
Føroyska eftirlønarum
ráðið byggir á, og eigur at
byggja á, triggjar súlur,
nevniliga fólkapensiónina,
arbeiðsmarknaðar eftirløn
argrunnin, nú nevndur
AMEG, (mær dámar betur
orðalagið samhaldsfasti)
og persónligar pensións
skipanir.
Fólkapensiónin
Fólkapensiónin er skipað
við eini grundupphædd til
allar borgarar, sum hava fylt
67 ár. Grundupphæddin er
hægri fyri støk enn fyri gift.
Eini hjún fáa um leið 150
% av tí, sum ein stakur fær.
Nakað serstakt fyri hesa
veiting er, at hon er skatta
frí. Harafturat er møguleiki
fyri serligari viðbót til
fólkapensiónina, um við
komandi onga aðra ella bert
lítla aðra inntøku hevur.
Kjakast kann um fólkapen
siónsveitingin, serliga
grundupphæddin, er nóg
høg. Sjálvandi vilja øll,
serliga pensionistarnir
sjálvir, halda, at hon átti at
veri hægri. Hon er, so vítt
eg veit, ikki regulerað nú í
mong ár. Eftir míni uppfat
an átti hon at veri nakað
hægri og við eini meiri
innbygdari regulering. Har
afturat átti munurin á grund
upphæddini til ein stakan
og giftan at veri minni. Eini
hjún áttu at fingið eini 175
% av tí ein stakur fær.
Grundupphæddin er til
øll yvir 67 ár. Hetta er ein
samhaldsfast veiting, sum
øll hava rætt til, og øll hava
goldið skatt til gjøgnum
eitt langt lív. Tá tey ikki
hava kunnað drigið tann
goldna skattin frá, er tað
eisini rætt og rímiligt, at
tey heldur ikki gjalda skatt
av veitingini, tá hon verður
útgoldin. Hon skal heldur
ikki ávirkast av, um við
komandi hevur aðra inn
tøku, tvørturímóti skal
pensionisturin uttan ótta
fyri at missa fólkapensión
ina kunna útvega sær aðrar
inntøkur, tað verið seg ar
beiðsinntøkur, aðrar pen
siónsskipanir, rentuinn
tøkur ella hvørt av sínum.
Samhaldsfasti arbeiðs
marknaðar eftirlønar
grunnurin
Hendan skipanin er
rættiliga nýggj, men hevur
longu víst seg, at vera eitt
sera gott – fyri ikki at siga
genialt – tiltak. Persónliga
gleðist eg um, at eg sjálvur,
hóast ivasamur, læt meg
yvirbevísa um rættleikan
av hesi skipan. Skipanin er
bygd á samhaldsfesti, og
grundarlagið er gjald frá
arbeiðsmarknaðinum, bæði
arbeiðsgevara og løntakara.
Arbeiðsgevarin rindar av
allari útgoldnari løn, með
an løntakarin rindar til
hann fyllir 67 ár. Aftaná
fyltan 67 ára aldur fær ein
og hvør borgari búsitandi í
landinum útgoldið tað
ásettu veitingina. Samhalds
festi liggur í, at hvør borg
ari, líka mikið um hann
hevur búð í Føroyum alla
sína tíð ella bert stutta tíð,
fær veitingina. Hinvegin
fær ein einki aftaná fráflyt
ing úr Føroyum. Hetta er
ein røtt, góð og einføld
skipan, og eigur ikki at
verða broytt, sum røddir
hava verið frammi um í
samband við norðurlend
skar skipanir. Hendan skip
anin er sum sagt goldin av
arbeiðsmarknaðinum og
kostar ikki landskassanum
nakað, og økir tí ikki um
tað sokallaðu “eldrabyrð
ina”. Tvørturímóti, hon
økir um kapitalvøksturin í
samfelagnum, og eftirsum
borgarin kann draga loyp
andi gjaldið frá í skatti,
skal útgjaldingin skattast,
samstundis sum upphædd
in tá fer í vanliga búskap
arliga rensli.
Tað gleðiliga er hent, at
hendan skipanin hóast
lutfallsliga nýggj, longu
kann gjalda stívliga 2.000
kr. um mánaðan til hvønn
borgara yvir 67 ár. Møgu
liga átti hendan upphædd
at veri nakað hægri, sum
til dømis Henrik Old hevur
borið uppá mál. Men
grunnurin skal stýrast
skynsamiliga og grund
festast, so hann altíð hevur
ráð til síni útgjøld, og hesi
skulu økjast sum frálíður.
Roknast kann við, at um
eini 34 ár verður mánaðar
liga veitingin eini 4.000 kr.
Persónligar
eftirlønarskipanir
Tað sum partvís longu nú,
men uppaftur meira í fram
tíðini, fer at muna mest í
inntøkunum hjá eldri fólki,
er persónligu eftirlønar
skipanir. Tað finnast longu
nú nógvar slíkar skipanir,
sum fólk hava, partvíst
gjøgnum sín arbeiðsgevara
og partvíst heilt persónliga.
Her snýr tað seg um, at tað
ein rindar inn á slíkar
skipanir, eigur ein sjálvur
og fær útgoldið, tá aldurin
kemur, eftir teim reglum og
treytum, sum uppsettar eru.
Slíkar skipanir røkka sostatt
ikki til næstan, tað vil siga,
tær eru ikki samhaldsfastar.
Fyri kortini at tryggja, at so
mong sum møguligt fáa lut
í hægri pensiónsveitingum
á gamalsaldrinum, uttan at
tað kemur at kosta lands
kassanum ella tí almenna
ov nógv, er hugsanin tann,
at øll so tíðliga sum møgu
ligt á lívsleiðini og inntil t.
d. 67 ár, sum hava inntøku
frá arbeiði ella øðrum veit
ingum, skulu hava skyldu at
gjalda ávísan prosentpart av
hesi inntøku til eina persón
liga skipan. Tá pensiónsald
urin er náddur kann veiting
in útgjaldast. Tað mest
rímuliga er, at slíkar lóg
ásettar skipanir vera skipað
ar sum ratu gjaldingar.
Harumframt hava fólk
sjálvandi loyvi til at gera
sær sínar egnu frívilligu
skipanir, sum tey hava hug
ella møguleika til.
Hvussu skal ein pensións
reformur skipast?
Tað hastar at gera nakað, tí
pensiónsuppsparing tekur
sína tíð. Men broytingar
skulu gerast í rættari rað
fylgju og ikki oyðileggja
nakað av tí, sum er gott.
1) Í fólkapensiónsskip
anini eiga ikki at verða
gjørdar tær stóru broyting
ar. Møguligar broytingar
eiga at snúgva seg um
tillagingar av veitingarupp
hæddunum. Harafturímóti
eigur aldursmarkið ikki at
hækkast, í hvussu so er
ikki fyrrenn um nøkur ár.
Eg vil eisini absolutt ráða
frá at gera grundupphædd
ina skattskylduga. Tað vil
oyðileggja stóran part av
skipanini og minka um
ræðisinntøkuna hjá pen
sionistinum, sjálvt um
veitingin verður hækkað.
Tað, at skattskyldan hjá
einum føroyskum pen
sionisti ikki byrjar fyrrenn
aftaná grundupphæddina,
ger at eisini stórur partur
av aðrari inntøku, serliga
gjald frá samhaldsfasta,
eisini verður uttan skatt
vegna botnfrádráttin. Um
grundupphæddin verður
skattað, fer fyrst nakað av
skatti av her, samstundis
sum aðrar veitingar verða
skattaðar frá fyrstu krónu.
1) Veitingarnar frá sam
haldsfasta byggja sum
sagt á eina sera góða skip
an og hava stóran týdning
fyri pensionistarnar í dag.
Tær koma so frá líður at
hava uppaftur størri
týdning. Hendan skipan
eigur tí ikki at broytast,
men mennast nátúrliga við
vanliga vøkstrinum í
samfelagnum.
3) Har, sum broytingar og
nýggj lóggáva eigur at
gerast, er innan persónligu
eftirlønarskipanirnar. Tað
eigur at vera lógskyldugt at
ávísur partur inntøkuni (tó
haldi eg 15 % vera nakað
nógv) í virkisførum aldri
verður spardur saman til
pensiónsskipan. Jú fyrr
hetta byrjar, tess meira er at
fáa, tá fólk náða eftirlønar
aldur. Tað er á hesum øki
nýggj lóggáva skal gerast.
Tá hendan lóggáva er kom
in uppá pláss hava føroying
ar fingið eina haldgóða
loysn á inntøkumøguleik
unum hjá eldra fólkinum.
Tað sum er sett upp
undir punktunum 2 og 3
frammanfyri kostar ikki
landskassanum nakað, men
fíggjar seg sjálvt. Hetta fer
eisini at vera størri parturin
av inntøkunum hjá tí eldra
fólkinum. Landskassin fer
at hava útreiðslurnar av
sjálvari fólkapensiónini og
av nøkrum viðbótum, sum
skulu veitast til teirra, sum
ikki hava havt nóg góðar
møguleikar til samanspar
ing til persónligar skipanir.
Men sum heild verður
hetta lutfallsliga minni part
urin av samlaðu inntøkun
um hjá fólki yvir 67 ár.
Hvussu eru pensiónsskip
anir í øðrum londum?
Hesar eru ymiskar frá
einum landi til annað. Men
í høvuðsheitum er ein ella
onnur samskipan millum
persónligar skipanir og
almennar skipanir sum t.d.
fólkapensión. Almennu
skipanirnar eru mær vit
andi eisini ymiskar í teim
ymisku londunum. Tað
landið vit samanlíkna okk
um mest við er Danmark,
og tað kenni eg eisini
frægast, nú eg búgvi har.
Stórur partur av dønum
hava sínar persónligu
frívilligu pensiónsskipanir,
í mongum førum gjøgnum
arbeiðsgevara. Men enn
finnast rættiliga mong,
sum bert hava fólkapen
siónina at liva av. Hesi fáa
umframt grundupphæddina
eisini eina ávísa viðbót. Í
Danmark er øll pensiónsút
gjalding, eisini fólkapen
siónin, skattskyldug. Hetta
hevur við sær, at ræðisupp
hæddin er minni enn veit
ingin. Tá vit fluttu úr
Føroyum til Danmarkar
fingu vit brutto nakað
meira í fólkapensión, men
tá skatturin var frádrigin
var upphæddin heldur
lægri enn í Føroyum, tí har
fingu vit eisini eina upp
hædd uppá stívliga 600 kr.
um mánaðin frá samhalds
fasta. Generelt kann tí
sigast, at fólkapensionistar
í Danmark fáa ikki meira
enn í Føroyum. Og nú
veitingin frá samhaldsfasta
er hækkað í Føroyum meti
eg, at veitingin í Føroyum
er heldur hægri enn í
Danmark. Veitingin frá
donsku ATP skipanini er
sera lítul, og geldur bert
fyri tey, sum hava goldið
til skipanina. Hon kann tí
ikki samanberast við
føroyska samhaldsfasta.
Eisini skal viðmerkjast,
at fleiri skattir og gjøld eru
fyri eugarar av egnum búst
aði í Danmark, sum ikki
eru í Føroyum. Millum
annað kunnu nevnast: ejen
domsskat, ejendomsværdi
skat, vatngjøld og reno
vatiónsgjøld. Hetta kemur
lættliga uppá eini 20.000
kr. árliga fyri eini minni
hús ella íbúð.
Samanlagt kann tí sigast,
at um ein persónlig
pensiónsskipan við
samansparing fæst í lag, so
verður við tíðini fíggjarliga
hampuligt at vera
pensionistur í Føroyum.
Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar
skrivað 13.07.2008
Jógvan
SundStein
viðmerkingar
...allar tær kulu felgurnar
Nýtt felgukatalog við
øllum teimum fl ottu
felgunum frá
Dekkmaster kann nú
takast niður á
www.dekkmaster.fo