Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 153 - 14. august 2009 Ofta verða dystir, fyriskipaðir millum ikki-fótbóltsleikarar, mettir sum skemti­ dystir, men soleiðis er ikki við dystinum millum yngri og eldri tónleikarar, sum nú á fjóðra ári á rað verður á ovastevnu OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fótbóltur hoyrir einari stevnu til, og soleiðis er eis­ ini á ovastevnu. Heilt frá tí at ovastevna var á fyrsta sinni í 1993, hevur fótbóltur verið ein partur av skránni. Tey nógvu fyrstu árini varð fótbólturin skipaður sum ein kapping í skúla­ garðinum eina og innandura kapping við fýra leikarum á hvørjum liði, og so varð kappast í bólkur fram til eina finalu. Men síðani sparkivøllurin kom fyri fimm árum síðani, hevur verið skipað fyri øðr­ um kappingum. Og fyri fýra árum síðani funnu menn upp á at skipa fyri dysti millum tónleikarar yngri, móti tónleikarum eldri enn 30 ár. Fyrsta royndin hepnaðist so væl, at menn gjørdu seg enn betri út árið eftir við at fáa fyritøkur at lata steyp, bæði sum ferðasteyp at spæla um og steyp til besta leikaran á ávikavist yngra og eldra liðnum. - Tað er ljóðtøkni, sum letur ferðasteypið, sum vit spæla um, meðan Simme og Rulio lata stey til bestu leikararnar, sigur Terji Ras­ mussen, sum umframt at skipa fyri dystinum eisini er managari hjá teimum eldru. Fyrsta árið spælt varð – tá var ikki sælt um ferða­ steypið – vunnu teir yngru, men tá steyp á fyrsta sinni var gularótin, vunnu teir eldru málríkan dyst, eini 13-8. - Í fjør var tó verri, tá vórðu vit hølvaðir av 2-7, sigur Terji Rasmussen, sum kortini bedýrar, at í ár vinna teir eldru. Prestiga Liðini eiga sostatt hvør sítt partabræv í steypinum hig­ artil. Vanligar treytir fyri steypa­kappingar eru gald­ andi, tað vil siga at vinna steypið fimm ár tilsamans ella tríggjar ferðir upp í slag. - Upprunaliga var dyst­ urin eitt pr-tiltak hjá Studio Oyravox, og tað er tað fram­vegis, men tað hevur eisini voksið seg til annað og meiri. Nú stendur eisini prestiga upp á spæl, sigu Terji Rasmussen. Sjálvandi er tiltakið eisini sosialt, og er ætlað at sjóða føroyskar tónleikarar sam­ an, og í so máta er tað eisini sera væl egnað. Dysturin verður spældur klokkan 15 leygardagin, og tað verður altjóða dómarin, Petur Reinert, sum fer at døma. Liðið hjá teimum eldru sær soleiðis út: Jens Marni Hansen, Ólavur Olsen, Rúni Árting, Jóannes Jacobsen, Brandur Jacobsen, René Hansen, Finn Hansen, Niclas Jo­ hanne­sen, Eyðun Nolsøe, John Johansen, Uni Arge, Mikal Blak, Jonas Bloch Danielsen, Kristian í Vági, Edward N. Debess, Rókur Jákupsson Jacobsen, Søren og Torkil Olsen. Venjarar eru: Terji Ras­ mussen og Kristian í Vági Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á managaran hjá teimum yngru, Rúna Høj­ gaard, áðrenn blaðið fór til prentingar. Missa hús og heim Í Danmark vaks talið á tvingsilssølun meiri enn átta prosent í síðsta mánaði. Sambært hagstovuni í Keyp­ mannahavn vórðu 323 tvingsilssølur lýstar í juli, og tað er eitt týðiligt tekin um, at fólk hava ilt við at rinda síni húsalán, skrivar DR á heimasíðuni. Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við danska kringvarpið, at tær nógvu uppsagnirnar fyrr í ár síggjast nú aftur í fútarættinum. Hann vísir á, at fleiri av teimum uppsøgdu hava langa uppsagnartíð, og tí væntar hann uppaftur fleiri tvingsilssølur teir næstu mánaðirnar. Grønlandsbanken gott úrslit Í gjár almannakunngjørdi Grønlandsbanken úrslitið fyri fyrra hálvár, og tað vísti 42,5 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Í frágreiðingini skrivar nevndin, at tá altjóða fíggjarkreppan verður havd í huga, má úrslitið sigast at vera nøktandi, og harafturat er tað á leið tað sama sum fyrra hálvár í fjør. Samlaðu útlánini hjá Grønlandsbanken eru 2,7 milliardir krónur, og innlánini eru góðar 3,5 milliardir krónur. Fyrra hálvár øktust innlánini umleið 250 milliónir krónur. Grønlandsbanken hevur ikki tikið av tilboðnum í Bankapakka II, sigur KNR. 110 fólk arbeiða í bankanum. Álvarsemi á ovastevnu Tað leikaði ofta hart á framman fyri málinum hjá teimum eldru í fjør, og úrslitið var eisini hareftir: 7-2 til teir yngru Mynd: Álvur Haraldsen