Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 14. august 2009 7 – HAR HITTINI HITTAST VIT TAKKA FYRI TAKK til allar bólkar og tónleikarar. Tey, sum av hjartans huga framførdu á festivalinum - og ta stóru fjøld, sum lýddi á, sang við og hugnaði sær á økinum. TAKK til pallsmiðir og tøkningar. Takk til eftirlitsfólk, vaktarfólk, sjúkrahús, samarittar og løgregluna. TAKK til hjálparlið og ábyrgdarfólk, sum altíð eru tilreiðar, tá ið á stendur. Arbeiðsfólk, ruddarar og onnur skilafólk, sum eru drúgv í sínum gerningi og altíð royna at gera sítt besta. TAKK til Klaksvíkar Býráð og Kunningar- stovuna fyri mennandi samstarv og viljan at hugsa frameftir og lyfta í felag. TAKK til allar ónevndar og ókendar vertir og veitarar, familjur og húseigarar, sum lótu allar dyr á víðan vegg fyri festivalgestum við góðvilja og hjartarúmi. Takk til okkara drúgvu stuðlar og sponsorar, sum hava lagt lunnar til ein livandi og fólksligan festival. TAKK til allar festivalgestir. Fyri samhuga, smíl og blíð orð á vegnum. Takk fyri eitt minniligt vikuskifti, har øll sungu við og kærleikin blómaði! Takk fyri tónleikin! Vit hittast aftur á Summarfestivali 5. - 7. august 2010