fríggjadagur 14. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 153 - 14. august 2009
SPEKT søkir grannskoðarar
Søkt verður eftir grannskoðarum
at byrja skjótast gjørligt og í
seinasta lagi 1. desember 2009.
Starvslýsing
Arbeiðið fevnir um grannskoðan,
roknskaparhjálp og eina røð av
øðrum tænastum til føroyskar
og útlendskar privatar fyritøkur
innan flest allar vinnugreinar,
eins og til kommunur og
almennar stovnar v.fl.
Umsøkjarin
Vit hava brúk fyri:
t fólki við royndum og/ella
ástøðiligari útbúgving innan
grannskoðan/bókhald,
t fólki við hægri
handilsskúlaprógvi
Eisini er tað eitt krav, at
viðkomandi er fryntligur og
fyrikomandi.
Útbúgvingin
Umframt at fáa hollar
arbeiðsroyndir gjøgnum tað
dagliga arbeiðið, kunnu tey,
sum verða sett í starv, nema
sær víðari ástøðiliga útbúgving.
Herumframt verður talan um
innanhýsis útbúgving.
Framtíðarmøguleikar
Møguleiki er fyri at nema sær
tær praktisku og ástøðiligu
royndirnar, sum skulu til fyri at
gerast statsautoriseraður og/ella
løggildur grannskoðari.
Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um
royndir og útbúgving verður at
senda okkum skjótast gjørligt
ella í seinasta lagi innan 1.
september 2009.
Nærri upplýsingar fáast við at
venda sær til:
Mirjam Haraldsen tel 233470,
Finnbjørn Zachariasen tel 233475
ella Árna Ellefsen tel 233484.
Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Samskip søkir hálvtíðar
skrivstovufólk til innflutningsdeildina
Starvslýsing:
Sum skrivstovufólk á innflutnings-
deildini hevur tú regluligt samskifti
við viðskiftafólk í Føroyum og
uttanlands.
Tú tekur tær av øllum vanligum
skrivstovuarbeiði, sum í høvuðs-
heitum fevnir um fakturering,
tollavgreiðslu, innan- og uttanhýsis
sølu, eftirlitsuppgávur og arkivering.
Førleikakrøv:
Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi
útbúgving og arbeiðsroyndir.
Vit leggja dent á ágrýtni, dugnaskap,
nærlagni, miðvísi og tænastusinni, og
at starvsfólk okkara ikki lata seg taka
av fótum, um stundum trýst er á.
Vit vænta, at tú dugir væl at
samskifta á føroyskum og enskum.
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert, spennandi og
fjølbroytt starv í heimligum og
altjóða umhvørvi.
• Góðar møguleikar fyri persónligari
menning.
Setanartreytir:
Starvið er hálvtíðarstarv og verður
lønt sambært avtalu, sum er treytað
av útbúgving og royndum.
Viðkomandi kemur at starvast á
skrivstovu okkara í Tórshavn.
Umsókn:
Send umsókn við CV og øðrum
viðkomandi skjølum til:
Samskip P/F
Yviri við Strond 23
Postsmoga 3255
110 Tórshavn
Merkt: “Umsókn”
Umsóknarfreistin er 17. august
2009 kl. 12.00.
Starvið
verður sett 1. september 2009.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Joel undir Leitinum,
stjóra, á telefon 23 88 11
Fyrirtøkan
Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutnings-
fyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip
samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í
2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá
Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði
rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini.. Tvey skip,
á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum.
Verkætlan
Í verkætlanini verða mátingar og
numerisk model brúkt at greina
ávirkanina frá nótum og fiski á
vatngóðskuna innan aling á sjónum.
Numeriska modeleringin fevnir m.a.
um modelering av streymi ígjøgnum
og kring alinótir á sjónum, meðan
mátingarnar fara fram á sjónum
kring eitt alibrúk í Føroyum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum
Fiskaaling og Náttúruvísindadeildina
á Fróðskaparsetrinum, har tann PhD-
lesandi kemur at arbeiða saman við
royndum granskarum í Føroyum og
úti í heimi.
Ynskiligir førleikar til PhD-lesandi
• góða universitetsútbúgving í
náttúruvísindi ella verkfrøði, t.d.
innan havfrøði, veskumekanikk,
alivísind, evnafrøði, lívfrøði,
alisfrøði og støddfrøði
• áhuga fyri aling og umhvørvi
• hegni til projektarbeiði, numeriska
modelering, feltarbeiði og
greinaskriving
• royndir við gransking og menning,
góðan mál- og telduførleika
Meira fæst at vita um starvið frá
Øystein Patursson, granskara, tlf.:
214787, oystein@fiskaaling.fo, Ingolf
Joensen, stjóra, tlf.: 214747,
ingolf@fiskaaling.fo, ella á
www.fiskaaling.fo har m.a.
verkætlanarlýsing er at finna.
Umsókn
Umsókn við ævisøgu (C.V.) og avriti
av prógvum og viðkomandi skjølum
skal sendast til: P/F Fiskaaling, Við
Áir, Att.: Øystein Patursson, FO-430
Hvalvík. Umsóknarfreistin er 15.
august 2009.
PhD-lesandi
Fiskaaling hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til PhD-
verkætlanina »Vatngóðska innan aling á sjónum«, og vit søkja í
hesum sambandi eftir PhD-lesandi til verkætlanina.
Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum arbeiðir við gransking og menning
innan alivinnuna og framleiðir tosk, síl og laks til føroysku alivinnuna. Virksemi
á Fiskaaling er góðkent eftir ISO 9001:2000 standardinum. Felagið leggur dent á
altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív.
Á Fiskaaling starvast 5 granskarar, 2 PhD-lesandi og 12 fólk við royndum innan
røkt, lívfiskaarbeiði og framleiðslu. Harafturat eru 2 granskarar uttanlands knýttir
at felagnum.
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá ein prís!