fríggjadagur 14. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 153 - 14. august 2009
- Føroyingar ongantíð
hava tikið AÁB’ið
til sín, og tí verður
eingin trupulleiki
av at venda aftur til
ABC'ið, sigur Sjúrður
Skaale, sum við lóg vil
tryggja »fremmandu«
stavunum C, W, X og
Z nátúrligt pláss í før
oyska stavraðnum
MÁLRØKT
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú skal løgtingið taka støðu
til, um vit skulu lógarfesta,
at x, z, c og w skulu við í
almenna alfabetið í Føroy
um. Sjúrður Skaale, løg
tingsmaður fyri Tjóðveldi,
hevur lagt uppskot fyri løg
tingið, har heitt verður á
landsstýrið um at fyrireika
og leggja fram lógaruppskot,
ið skal áseta, at klassiska
latínska alfabetið skal vera
almenna alfabetið í Føroy
um, og at serføroysku bók
stavirnir verða settir fyri
seg.
- Í Føroyum verða, eins
og í meginpartinum av
heiminum, latínsku bók
stavirnir nýttir. Men stav
raðið – alfabetið – sum
verður nýtt í Føroyum, er
kortini ikki tað sama, sum
nýtt verður í øðrum londum,
ið nýta latínsku stavirnar,
sigur Sjúrður Skaale.
Hann vísir á, at nakrir
stavir – C, W, X og Z – eru
als ikki at finna í alfabet
inum, sum føroysk børn
læra í barnaskúlanum. Og
føroyskir serstavir – tví
ljóðini EI, EY, OY og
strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý
– eru settir inn í sjálvt alfa
betið.
- At ávísir bókstavir eru
tiknir úr alfabetinum er
ógvuliga
ørkymlandi,
tí
hesir somu bókstavir verða
nýttir dagliga av øllum før
oyingum,
vísir
Sjúrður
Skaale á.
Hann sigur, at C er mill
um teir stavir, sum mest
verða nýttir í Føroyum yvir
høvur, men hinir útihýstu
stavirnir eru eisini so van
ligir, at royndin at gera teir
»óføroyskar«
ikki
kann
eydnast, og aldrin fer at
gera annað enn at ørkymla
fólk.
Málið verður sterkari
Sjúrður Skaale hevur roynt
at kanna, hvørjar tær vís
indaligu ella mentanarligu
grundgevingarnar eru fyri
at útihýsa hesum bók
stavum úr okkara stavraði,
men hevur onga góða
grundgeving funnið.
Og uppskotssetarin held
ur tað vera púra skeivt at
royna
at
gera
nakað
fremmant, sum ikki er
fremmant.
- Føroyskt skriftmál verð
ur ikki veikari, tá hesir bók
stavir eru partar av alfabeti
num; tað verður sterkari.
Tað amputeraða, »serfør
oyska« stavraðið styrkir ta
fatan millum børn, at før
oyskt skriftmál er stirvið,
gamalt og óliðiligt og ikki
er í samsvari við veruleikan.
Tí skulu vit ikki royna at
gera eitt serføroyskt alfabet
í Føroyum, men halda okk
um til tað klassiska latínska
alfabetið, sum nýtt verður í
øðrum londum, sigur Sjúrð
ur Skaale.
At seta serføroysku bók
stavirnar inn í sjálvt alfa
betið, heldur hann ørkymlar
eisini.
- Aðrastaðni seta tey ser
ligar bókstavir aftast ella
uttanfyri. Franskt hevur t.d.
é, è, ê, spanskt hevur ñ og
týskt hevur ä, ö og ü. Tey
skandinavisku málini, sum
eru nær skyld við føroyskt,
hava hesar somu 26 bók
stavirnar, og sum uppískoyti
Æ, Ø, Å. Vit kunnu gera tað
sama og seta Đ aftast, har
onnur norðurlond hava Å.
Øll mugu virða lógina
Í viðmerkingunum til upp
skotið
skrivar
Sjúrður
Skaale, at tað er ymist,
hvussu orðabøkurnar nýta
stavraðið, men tað er eisini
vert at taka fram, at hóast
einki C er í »føroyska«
alfabetinum, so hava bæði
móðurmálsorðabókin
og
tann stóra enska-føroyska
orðabókin C við sum leiti
bókstav. Hesar bøkur hava
heldur ikki tvíljóðini við
sum sjálvstøðugar stavir
(bæði EI og EY eru undir E
o.s.fr.)
Tí mælir uppskotssetarin
til, at føroyska alfabetið
verður
tað
einfalda,
klassiska alfabetið við 26
bókstavum, sum franskt,
enskt, spanskt og týskt
brúka, við Æ, Ø og Ð aftast,
og tvíljóðum og strikubók
stavum sum ískoyti.
- Tá tað er vorðið lóg, at
hetta er galdandi alfabet í
Føroyum,
mugu
allir
almennir myndugleikar og
skúlar gera tilfar, sum er í
samsvari við hetta alfabet,
sigur Sjúrður Skaale.
Føroyskt ikki
kuriosum
Uppskotsstillarin
heldur
uppá, at føroyingar ongantíð
hava tikið AÁB’ið til sín,
og tí verður eingin trupul
leiki av at venda aftur til
ABC'ið.
- Men tað er alneyðugt, at
børnini kenna, at teirra
móðurmál fevnir allan tann
heim, tey liva í. Og tá sjálvt
alfabetið kenst fremmant
og stirvið, er vandi fyri, at
tey fáa somu fatan um alt
okkara skriftmál – og til
endans eisini um okkara
talumál, sigur hann.
Tí heldur hann, at tað
hevur stóran týdning, at vit
hava eitt alment ásett alfa
bet, sum er í samsvari við
veruleikan.
- Okkara mál er undir
stórum trýsti, og vit eiga at
leggja nógva orku í røkt og
menning av málinum. Men
tað er avgerandi, at orkan
verður nýtt til tað, sum hev
ur týdning: Til at styrkja og
menna nýtsluna av før
oyskum í øllum viður
skiftum. Í hesum sambandi
kann vísast til álitið frá
Málstevnunevndini,
har
fleiri skilagóð tilmæli eru,
sum eiga at verða fylgd,
heldur hann.
- Men tann orka, ið verður
løgd í tað vónleysa stríðið
fyri at útihýsa ávísum bók
stavum úr málinum og at
fáa føroyingar at taka eitt
heilt serligt alfabet til sín,
er spilt. Hetta stríð kann
fyri tað fyrsta ikki vinnast,
og gagnar fyri tað annað
ikki støðuni hjá føroyska
málinum, men ger hana
veikari. Tí tað serføroyska
alfabetið er ikki í samsvari
við veruleikan og hevur við
sær, børnini kenna seg
fremmand mótvegis sínum
egna máli, heldur Sjúður
Skaale.
Bókstavirnir C, W, X og
Z eru ikki fremmandir. Vit
nýta teir hvønn einasta dag.
Hví skulu vit so gera teir
fremmandar?
- Føroyskt má ikki enda
sum eitt kuriosum, ið vit
hava sum pynt, meðan vit
nýta danskt og enskt, heldur
hann.
At enda í viðmerkingunum
til uppskotið sigur Sjúrður
Skaale, at føroyska málið er
grundarlag undir og karmur
um okkara mentan.
- Tað er ein heilt avgerandi
partur av okkara samleika.
Tí má støðan hjá føroyskum
styrkjast - og tað gera vit
m.a. við at lata málið vera
so rúmligt og liðiligt, at tað
kann nýtast í øllum viður
skiftum.
Uppskotið um nýggja stavraðið:
A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z Æ Ø Đ
á, í, ý, ó, ú - ei, ey, oy
•
Vit tosa um CO2 útlát.
•
Vit tosa um C vitaminir.
•
Vit tosa um Loran C.
•
Vit tosa um Lista C.
•
Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C
o.s.fr. T.d. kunnu vit velja lúku C, tá vit spæla Gekk.
•
Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, “ABC”
sum eitt hugtak. Vit siga málarans ABC, sjómansins
ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB’ið – og eingin fer
nakrantíð at tosa um AÁB’ið. Tað kenst fremmant, og
fer altíð at kennast frammant.
•
Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit
skriva .com.
•
C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt
í Føroyum.
•
Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum.
•
Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum
fólkanøvnum níva nógv fólk, sum síggja stavsetingina
av sínum navni sum ein part av sínum persónliga
samleika.
•
Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna
CTD
•
At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst
m.a. í vísuni um Jákup á Møn, har Nólsoyar Páll yrkir
soleiðis:
Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann sleppingur góður,
lærdi at remsa upp ABC
og sýndist at bregða til móður.
•
W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta
dag, tá vit lata upp heimasíður – WWW.
•
Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki
minst í roknitímunum í sama skúla, sum lærir børnini,
at X ikki er partur av føroyska alfabetinum.
•
Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í
støddfrøðini.
•
Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum.
FAKTA
Ódn kravdi 500 mannalív
Tropiska ódnin Morakot hevur eftir øllum at døma kravt
munandi fleiri mannalív í Taiwan, enn myndugleikarnir
har upprunaliga hildu. Í morgun segði taiwanski forsetin,
Ma Ying-jeou, at higartil eru 117 fólk funnin deyð, men
at ódnin helst hevur kravt meiri enn 500 mannalív. Tey
flestu eru druknað í vatnflóðini ella farin í skriðulopum.
Myndugleikarnir siga, at Morakot er tann ringasta
náttútuvanlukkan í landinum tey seinastu 50 árini. Fleiri
túsund hús eru oyðiløgd, og nógvastaðni hava fólk mist
bæði streym og vatn.
Norðmenn velja borgarligt
Nú ein mánað undan stórtingsvalinum í Noregi bendir alt á,
at stjórnin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra fellur, og at
norðmenn fáa eina borgarliga samgongustjórn ístaðin fyri.
Tann seinasta meiningakanningin hjá blaðnum Aftenposten
vísir, at verandi stjórnarsamgonga fær 80 tinglimir, meðan
teir borgarligu fáa 89. Fáa Høgri, Vinstri og Kristiligi
Fólkaflokkurin fleiri tinglimir enn Framburðsflokkurin, ætla
teir tríggir at skipa stjórn. Men tað er als ikki vist. Í løtuni
standa teir tríggir flokkarnir til at fáa 45 tinglimir og
Framburðsflokkurin 44, og forkvinnan í Framburðs
flokkinum, Siv Jensen, sigur, at flokkurin fer ikki at styðja
eina borgarliga stjórn, sum hann ikki er við í.
Vil tryggja stavraðið við lóg