Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 153 - 14. august 2009 HEIÐURSLØN - Føroyar hava brúk fyri rock ‘n roll, og tí skulu vit eisini heiðra onkran, sum tor­ir at verða rock ‘n roll, segði Kári Cool á ólavsøku, tá hann heiðraði Pál Joensen og valdi hann til Ársins Rock ‘n Rollara. Tey flestu munnu minnast løtu­na í Vágsbotni á ólav­ søku, tá ið Kári Cool heiðr­ aði Ársins Rock ‘n Rollara, og fólkakæru Frændur fram­førdu fyri 10.000 før­ oy­ing­um. Ta løtuna á ólavsøku var Pál Joensen ikki staddur í Føroyum, og var tað familja hansara, ið tók ímóti heiðurs­brævi­num fyri hann. Atlantic Airways stuðlaði tiltakinum hjá Rás2 á ólavsøku, og tískil fekk Pál Joensen eisini eitt gávubræv áljóðandi fimm ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Í almennari móttøku í Miðlahúsinum í dag handaði Barbara Holm frá Rás2 Páli gávubrævið og eitt heiðursbræv frá Kára Cool. Og Pál Joensen hevur longu tikið avgerð um, hvat tann fyrsti ferðaseðilin skal nýtast til. - Eg og daman hjá mær fara til Danmarkar í dag, har vit skulu á eina Coldplay konsert, sigur ein glaður Pál Joensen. Víðari sigur hann. - Vit fáa eitt vikuskiftið saman aftrat, áðrenn eg byrji at venja aftur, sigur Pál Joensen, sum vísir á, at tað ikki er nógv tíð til hugna, tá ið venjingin er í hásæti. Donsk reiðarí biðja um hjálp Fíggjarkreppan hevur havt við sær, at donsk reiðarí, sum hava bílagt nýbygningar, hava ilt við at fíggja teir. Í løtuni hava donsk reiðarí bílagt umleið 300 skip, og í gjár vóru umboð fyri reiðarafelagið á fundi við Lene Espersen, búskaparmálaráðharra fyri at greiða henni frá støðuni. Aftan á fundin segði ráðharrin, at hon skilir væl ta truplu støðuna, sum reiðaríini eru í. Avtalað varð, at reiðarafelagið skal lata ráðharranum eina frágreiðing, og síðani fer Lene Espersen at taka støðu til, um stjórnin skal rætta reiðarínum eina hjálpandi hond. Talan verður tó ikki um beinleiðis statsstuðul, sigur hon. Karzai á odda Um eina lítla viku verður forsetaval í Afghanistan. Bara tvey valevni hava nakran møguleika at vinna valið, verandi forsetin Hamid Karzai og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Abdullah Abdullah. Men eftir teirri seinastu meiningakanningini at døma er lítil ivi um, at Karzai verður afturvaldur. Kanningin vísir, at hann fær 44 prosent av atkvøðunum, og at Abdullah fær 26 prosent. Tað er amerikanski stovnurin International Republican Institute, sum hevur gjørt kanningina, og úrslitið bleiv kunngjørt í morgun. Forsetavalið í Afghanistan verður tann 20. august. So fekk Pál Joensen heiðurslønina Vestmanna Kirkjukór heldur stórfingna konsert í Miðvágskirkju sunnudagin tann 16 august kl 19. Saman við kórinum lutaka við solosangið: Rúni Brattaberg, Súsanna Brattaberg og ársins songrødd Birita Poulsen. Kórleiðari er Erla Olsen. Kórið er júst afturkomi av íslandsferð, har áhugin fyri kórinum var stórur. Bæði leiðslan fyri Dómkirkjuni í Reykjavík og fyri Halgrímskirkjuni høvdu bjóðað kórinum at syngja. Guðstænastan í Hallgrímskirkjuni var send beinleiðis í íslenska útvarpinum og á alnetinum. Í Miðvágs kirkju verða fleiri av sangunum á íslandsferðini at hoyra og aðrir eisini. Konsert við solosangi í Miðvágs kirkju