fríggjadagur 14. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 153 - 14. august 2009
Statsbanki gott hugskot
Í Danmark er tann sosialdemokratiski flokkurin komin við
hugskotinum at stovna ein almennan statsbanka, har fyritøkur,
sum ikki kunnu fáa lán í teimum vanligu bankunum, kunnu
læna pengar. Hugskotið er eftir øllum at døma fallið í góða
jørð. Sambært einari meiningakanning hjá kringvarpinum DR
siga 47 prosent, at hugskotið um ein statsbanka er gott ella
sera gott. Ein lítil triðingur er ímóti, og 13 prosent vita ikki.
Ikki óvæntað vísir kanningin, at undirtøkan fyri statsbankan
um er serliga stór millum teir sosialdemokratisku veljararnar.
Til lækna í Meksiko
Altsamt fleiri amerikanarar leitað sær suður um markið til
Meksiko at leita sær læknahjálp, tí tað er ov dýrt at fara til
lækna í USA. Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir ameri
kanarar fara um markið í læknaørindum, men ein kanning hjá
einum lærdum háskúla í Kalifornia bendir á, at umleið ein
millión amerikanarar fara til lækna í Meksiko á hvørjum ári.
Tíðindastovan Reuters skrivar um ein mann, sum fór úr USA
til Meksiko at fáa sær viðgerð. Har rindaði hann 40.000 krón
ur fyri viðgerðina. Skuldi hann fingið somu viðgerð heima í
USA, hevði rokningin verið 250.000 krónur.
21 tinglimir atkvøddu
fyri uppskotinum hjá
landsstýrinum um at
skerja fiskidagarnar
í øllum bólkum við
5%. Øll umboðini
hjá Tjóðveldi – uttan
Heini O. Heinesen
– vildu hava munandi
størri skerjingar
og atkvøddu tískil
ímóti uppskoti
landsstýrisins
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seint í gjár samtykti løg
tingið endaliga uppskotið
hjá landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum,
Jacobi
Vestergaard, um fiskidagar
og aðrar tillagingar í lógini
um vinnuligan fiskiskap.
Landsstýrismaðurin
hevði skotið upp at minka
um fiskidagarnar í øllum
bólkum
við
5%
fyri
fiskiárið 2009/2010. Við í
uppskotinum vóru eisini
ásetingar um økisfriðingar
til tess at verja ungfisk móti
trolveiði og ásetingar um
størri meskavídd í hjáveiði
posanum hjá trolbátum á
landleiðini. Aðrar ásetingar
vóru at banna vinnuligari
línuveiði
innanfyri
ein
fjórðing úr landi og at
línuskip, sum hava loyvi at
royna inn á 6 fjórðingar úr
landi, nú skulu út um 7,5
fjórðingar.
Ætlanin er, at ásetingarnar
um at fáa vinnuliga línu
veiði longur út til tess at
verja ungfisk, skulu verða
galdandi í eitt ár.
Uppskotið um broytingar
í lógini um vinnuligan
fiskiskap hevur í seinastuni
verið til viðgerðar í vinnu
nevnd løgtingsins.
Samgongulimirnir
í
vinnunevndini mæltu løg
tinginum til at taka undir
við hesi 5% skerjing – og í
stórum at fylgja uppskoti
landsstýrisins um nevndu
ásetingar.
Hinvegin mælti umboð
Tjóðveldisins til at skerja
fiskidagarnar hjá línuflot
anum við 50% og við 20%
hjá partrolaraflotanum.
Umboð
Sjálvstýrisflok
sins í vinnunevndini mælti
til, at fiskidagarnir í kom
andi fiskiári verða teir somu
sum í verandi fiskiári.
Breið semja
Undir endaligu avkvøðu
greiðsluni við triðju viðgerð
í gjár tóku 21 tinglimir und
ir við at skerja fiskidagarnar
við 5% umframt aðrar áset
ingar, meðan 6 tinglimir,
øll úr Tjóðveldi, atkvøddu
ímóti. Einasti tinglimur úr
Tjóðveldi, sum tók undir
við skerjingini, ið Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður, hevur skotið upp,
var Heini O. Heinesen.
Orsøkin til, at seks av um
boðum Tjóðveldisins at
kvøddu ímóti, var, at flokk
urin bæði í uppskoti á løg
tingi og í viðgerðini í vinnu
nevnd løgtingsins helt fast
um nógv størri skerjingar
av fiskidøgum, sum fiski
frøðiliga tilráðing eisini
hevur mælt til.
Heini er enn einaferð
maðurin, sum ”torir” at
venda sær ímóti sínum
egnu, ið annars eru vorðnir
so ”modernaðir”, at teir
vilja fylgja fiskifrøðiligu
ráðgevingini hjá Havstovuni
fult og heilt.
Aðrar ásetingar
Samtyktin í løgtinginum
gevur eisini landsstýris
manninum heimild at koma
við kunngerðum um økis
friðingar til verju av ung
fiski og aðrar reguleringar
við eitt nú meskastødd í
hjáveiðiposanum hjá trol
bátum á landleiðini.
Aftrat hesum kann lands
stýrismaðurin við kunngerð
banna vinnuligari línuveiði
innanfyri ein fjórðing úr
landi, eins og hann kann
fremja nýggjar ásetingar
um, at línuskip skulu longur
út at seta.
Endamálið við hesum er
at verja ungfisk, og kann
landsstýrismaðurin
gera
hesar ásetingar galdandi í
fyrstu syfti í eitt ár.
Aftrat uppskotu friðing
unum fyri hjá landsstýris
manninum – ávikavist úr
Mykinesi og Fugloyarbanka
num, er í samtykta uppskoti
num eisini talan um per
manenta friðing av einum
øki á Munkagrunninum.
Hesar friðingar hava til
endamáls at verja smáupsa
móti trolveiði.
Breið semja
um skerjing
Umframt eina samtykta skerjing av fiskidøgum í øllum bólkum upp á 5%, hevur landsstýrismaðurin eisini heimild við kunngerð
at femja aðrar ásetingar innan fiskiveiði í komandi fiskiári
Mynd: Karstin Vang
Jacob
nøgdur
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður,
sigur,
at
hann er væl nøgdur við
endaligu samtyktina á
tingi, sum næstan er
identisk við upprunaliga
uppskotið hjá landsstýri
num um broytingar í
lógini
um
vinnuligan
fiskiskap.
- Endaliga samtyktin
liggur – um ikki heilt – so
rættiliga nær mínum upp
skoti um, hvussu fiski
veiðan skal skipast í
komandi fiskiári.
Hann sigur, at fiski
málaráðið nú fer at sam
skifta við vinnunevndina
um, hvussu fram skal
farast við øðrum áseting
um, ið skulu fremjast við
kunngerðum, eitt nú teim
um friðingum, ið skulu
fremjast, umframt hvussu
vinnuliga
veiðan
skal
skipast á innastu leiðun
um – eitt nú hjá vinnu
ligum útróðrarbátum við
línu og hjá línuskipum, ið
ætlandi skulu longur út at
royna.
Jacob Vestergaard vísir
á, at tá ætlanin nú er at
taka vinnuliga línuveiði
hjá útróðrarbátum út um
ein fjórðing, er talan ikki
um at banna snellu-og
snørisveiði innari.
- Nei, tað haldi eg ikki,
vit eiga at gera, leggur
hann aftrat.
Samgonguumboðini í
vinnunevndini hava heitt
á landsstýrismannin um
sum skjótast at endur
skoða lógina um vinnu
ligan fiskiskap, so vinnan
fær so støðugar karmar
sum gjørligt at virka
undir.
Hetta arbeiði skal verða
tøkt, tá løgtingið í august
2010 skal áseta fiskidagar
og friðingar fyri fiskiárið
2010/ 2011.
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður, hevur
eisini sett fólk at kanna,
hvussu brúksskylda kann
áleggjast teimum, sum
fáa
fiskidagar.
Hetta
arbeiðið skal vera liðugt
1. november í ár.