fríggjadagur 14. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 153 - 14. august 2009
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Innballingin samtykt
Innballingin – karmurin, um ólavsøkupakkan er
endaliga samtykt á Løgtingi og úrslitið gjørdist
nakað øðrvísi, enn landsstýrið hevði ætlað.
Upprunuppskotið hjá landsstýrinum varð ikki sam
tykt, men eitt broytingaruppskot hjá meirilutan
um í fíggjarnevndini. Broytingaruppskotið, sum
samgonguumboðini í fíggjarnevndini løgdu fyri
Løgtingið, sigur, at Løgtingið tekur undir við, at
útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010
verður 4.643 mió. krónur, men skoytir uppí, at av
upphæddini er rakstrarútreiðslukarmurin 4.326 mió.
krónur, og løguútreiðslukarmurin 317 mió. krónur.
Hóast meirilutin skrivar, at Løgtingið tekur undir
við teimum virkisskapandi tiltøkunum, sum eru
fráboðað í ólavsøkupakkanum, so er ikki givið, at
pakkin, sum einferð kemur, innihaldsliga verður, sum
landsstýrið á ólavsøku boðaði frá. Meirilutin nevnir
jú bert tey virkisskapandi tiltøkini, og sum kunnugt
er stór andstøða ímóti pørtum av pakkanum.
Støðan er helst tann, at tann ekspansivi parturin av
pakkanum innihaldsliga fer at fáa undirtøku, meðan
tann táttandi parturin fer at elva til sterka mótstøðu
á tingi. Orsøkin til mótstøðuna er skeiva javnvágin
- bert tey veikastu skulu spenna beltini inn. Tey, sum
frammanundan hava ríviligt, hátinntøkubólkarnir,
ja, tey sleppa við bert at skula taka eitt ella tvey rep
í seglini. Tað er óhugsandi, at farið verður pengum
hjá peningastovnunum, tað skal tann borgarligi
meirilutin á løgtingi nokk síggja til. Hesir partar av
pakkanum er sostatt bert tað sukrið, ið skal fáa tann
beiska partin av pakkanum at glíða lættari niður hjá
Pallaba og Marsonnu.
Hesin parturin, sum hevur til endamáls at spara,
at vinna nøkur oyru til landskassan og at tátta í
nýtsluna hjá teimum vilt forbrúkandi fólkapensjon
istunum er sum øllum kunnugt illa dámdur og ein
av samgonguflokkunum á tingi hevur boðað frá,
at hann ikki tekur undir við, at pensjonistarnir
verð knokkroyttir. Hetta er væl skiljandi. Tey tiltøk,
ið longu eru fram, m.a. lækkingin av heilivágstil
skotinum, er so illa dámd, at hon longu hevur
kostað Javnaðarflokkinum. Verður steinur lagdur
oman á byrðu við ætlaðu mótrokningunum í
veitingunum til fólka- og fyritíðarpensionistar,
kann Javnaðarflokkurin longu nú bíleggja sær pláss
millum smáflokkarnar á tingi. Eitt slíkt eksperiment
tolir hann ikki, so kunnu tinglimir floksins tosa
um framtíðar pensjónskipanir, sum teir vilja. Tað
er her og nú tað svíðar til pensjonsitarnar og at
halda fast við hesar partar av pakkanum er politiskt
sjálvmorð. Tað er nakað, sum minnir um panikk í
Javnaðarflokkinum á tingi, og prógvið um hetta
er, at formaðurin á tingi nú er farin at skylda upp
á embætismenninar og vil hava almenningin at
halda, at alt hetta aldri hevur verið ætlan floksins.
Hetta reisir nógvar spurningar m.a. hendan:
hvat er tað fyri politiskt handverk, sum letur eitt
embætismannauppskot fara fyri løgtingið uttan
politiska viðgerð? Her eru fleiri syndarar enn
floksformaðurin, sum saman við embætismonnunum
hevur víðgyrt seg úti í glasborgini á Argjum, har
teir halda vakt bæði nátt dag skimandi eftir næstu
torpedo frá tingbólkinum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Fá geva pensjónsviður
skiftunum gætur, fyrr
enn pensjónsaldurin
veruliga nærkast. Tá
kann vera tungt at spara
upp, um ikki ein skipan
er, sum tryggjar øllum, at
spart verður upp øll
arbeiðsárini
Ávegis leeeingi
Fólk gerast ótrygg, tá talan
í longri tíð er um at gera
broytingar og ógreitt er,
hvussu tað kemur at ávirka
hin einstaka.
Skilji væl, at pensjónist
arnir í dag hugsa: Hvussu
fer alt tosið um eldraøkið
at ávirka meg og míni
seinnu ár her á fold? Fái eg
ikki ráð til tugguna? Varð
veiti eg tak yvir høvdið?
Sjálvmótsigandi útsagnir
úr eysturi og vesturi gera
helst ótryggleikan størri og
harma almikið.
Tá ein lesur nýskipanar
uppskotið, er nógv ið
‘gevur meining’, meðan
annað tykist ivasamt.
Alternativið
Heldur verandi pensjóns
skipan áfram óbroytt og vit
ikki gera broytingar á eldra
økinum verður neyðugt við
einum skattaprosenti sum
er 60 % ella einum halli
sum er 1,3 milliard. Hóast
tey flestu rinda skatt við
gleði – um skattakrónurnar
vera umsitnar væl – er
neyvan nakar, sum heldur
tað vera í lagi at rinda 60
% í skatti. Eitt so høgt
skattaprosent hevði skapt
enn størri fráflyting.
Øll spara upp
Uppskotið snýr seg millum
annað um, at spart verður
upp av øllum inntøkum –
eisini ALSútgjaldi, útgjald
frá Almannastovuni,
barsilsútgjald. Harumframt
eru ætlanir um at brutto
fisera pensjónina – tað
ljóðar eisini væl. Tí tá gerst
sjónligari, hvat ein pen
sjonistur hevur at liva fyri
sammett við onnur.
Tjóðveldi gleðir seg at við
gera pensjónsnýskipanina
Tjóðveldi viðgerð upp
skotið við stórum áhuga,
og vit halda nógv skilagott
vera í uppskotinum. Vit
halda, at alt ov stórur
munur er á pensjóns
skipanunum í dag.
Pensjónsaldurin
hækkast?
Fleiri mótmæla, at pen
sjónsaldurin hækkar.
Sambært uppskotinum
hækkar livialdurin enn
meir, tískil verða komandi
pensjonistar ikki ‘snýttir’
fyri pensjónsárini kortini.
Sambært útrokningunum í
uppskotinum fáa fólk fleiri
ár sum pensjónistar enn tey
hava í dag kortini.
Hetta er lutvís rætt –
ávísir bólkar eiga bæði lív
og góða heilsu fleiri ár eftir
verandi pensjónsaldur, men
ikki øll. Hjá mongum –
serliga ófaklærdum bilar
heilsan langt áðrenn ta tíð.
Tí er ein skipan neyðug
sum eisini hjálpir teimum.
Eldast ymiskt
Tað ilskar meg, at sam
gongan ikki – samstundis -
sum uppskotið kemur í
tingið, kemur við neyðug
um fylgilógum á almanna
økinum hesum fólkum at
frama.
Tað er at fegnast um, at
mong eiga lív og heilsu at
arbeiða – eisini tá tey
gerast 67.
Men, alneyðugt er at tey,
sum eru niðurslitin, langt
áðrenn verandi pensjóns
aldur verða umrødd, viður
kend og eru við í heildar
ætlanini. Tey, sum vegna
hart fysiskt ella sálarligt
arbeiði eru niðurslitin ella
útbrend, áðrenn tey eru 67.
Endurbúgving er tíverri
ikki í øllum førum ein
møguleiki. Og átøk í mun
til teirra við skerdum
førleika er heldur ikki
gerandiskostur.
Fyritíðarpensjón loysnin?
Hesi kunnu bara fáa eina
fyritíðarpensjón, sigur
onkur. Sum er, er viðgerð
artíðin í samband við fyri
tíðarpensjón mangan 1 – 2
ár! Eg klandri ikki starvs
fólkini fyri tað – veit, at
orsøkin er ov fáar ressursir
og kanska ein ósmidlig
skipan. Ein smidlig skipan
og hóskandi arbeiðsmegi
eru tí altavgerandi, um
pensjónsnýskipanin skal
eydnast væl. Sakni tann
partin í kjakinum.
Ússaligt at klandra
embætisfólkini
Orka er brúkt til pensjóns
nýskipanina í fleiri ár. Nú
uppskotið sær dagsins ljós
og øll ikki taka undir við
uppskotinum, fáa embætis
fólkini skuldina! Spell at
andstøða og samgonga
keglast – láturligt at sam
gongulimirnir vaska hend
urnar um kapp í hesum
máli, men at leggja eftir
embætisfólkunum er bein
leiðis ómansligt og ússaligt!
Politiska arbeiðið
byrjar nú
Í tinginum fingu vit at vita,
at politiska arbeiðið um
pensjónsnýskipanina nú
veruliga fór at byrja. Um
politiska arbeiðið hjá
samgonguni nústani byrjar
spyrji eg: Hví eru partar av
pensjónsnýskipanini tá við
í ólavsøkupakkanum?
Tjóðveldi til reiðar
Tjóðveldi gleðir seg til gott
samstarv í arbeiðsbólki
num og okkara ynski eru
sólarklár. Vit ynskja eina
pensjónsskipan uttan sosi
alar ójavnar. Breiðastu
herðarnar skulu hava minst
í pensjón frá tí almenna og
arbeiðsgevararnir skulu
sjálvsagt vera við til at
tryggja pensjónina hjá
starvsfólkunum. Eisini
heita vit á samgonguna -
og vilja vera við í eyð
sýnda neyðuga arbeiðinum
- at gera eina smidliga
skipan til tey menniskju,
sum eru óarbeiðsfør,
áðrenn vanliga
pensjónsaldurin.
Pensjónsnýskipaninin – neyðug?
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.