Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 14. august 2009 13 Summarið 2009 hevur verið merkt av, at nærum dagliga hava ræðusøgur um sjúkur verið at hoyrt í fjølmiðlunum. Um nakað samfelag hevur ligið undir myrkum skýggjum av ótta og ótryggleika, so er tað tað føroyska, sum um­ framt alheimsfarssóttina H1N1 svínakrímið eisini hevur fingið CTD ílegusjúk­ una tætt inn at kroppinum. Í øllum hesum ræðuleikanum av ótta fyri sjúku og deyða finst tó nakað, ið hesi bæði fyribrygdini hava til felags, nevniliga at tað kostar at royna at gera nakað við tað T að leiðir fram til høvuðs­ boðskapin við hesum linj­ um. Nevniliga at hending­arnar á hesum klettum, sum summ­ arið 2009 hevur verið karmur um, eru um somu tíð ein gyltur møguleiki hjá landsins polit­ik­ arum, avvarðandi myndugleik­ um, fakfólkum og borgarum í hesum samfelag at fáa í lag eitt ítøkiligt kjak um raðfestingar innan føroyska heilsuverkið. Eins lítið hugaligt tað er at kjakast um hetta, líka so átrokandi er tað. Spurningurin, ið kemur at standa eftir og sum er ógvuliga ringur, kanska ómøguligur at svara er: Hvat er prísurin á einum menniskja? Strikan í karinum Samanber ein heilsuverkið við eitt kar, so er tað eitt kar uttan propp. Ein kann halda á at fylla í karið, tí tað fer ongantíð at fyllast. Um tað stendur til fakfólkini innan heilsuverkið, so vilja tey sjálvandi hava játtað so nógv sum møguligt til heilsuverkið fyri á tann hátt at kunna veita eina enn betri tænastu til borg­ aran. Men tað eru politik­arnir sum mugu tora at taka ta ábyrgd­ina á sínar herðar og kunna tekna eina striku í karið har upptil, sum karið skal ella kann fyllast. Sjálvandi í sam­ ráð við fakfólk á økinum. Men tað fer altíð at enda við einum kompromis, tí tað grundleggj­ andi eru ymisk áhugamál, sum politikkarar og fakfólk hava. Politikarin, fyrst og fremst at tekkjast veljaranum, og fakfólkið innan heilsu­verk­ið fyrst og fremst at tæna sjúklinginum. Hetta vil so aftur hava við sær, at tað verða summi ting sum fara at bera til og onnur sum ikki bera til. Ein fer ikki at fáa meir fyri minni. Tað er nú einaferð soleiðis, at heilsuverk dýrka við tíðini. Hetta hóast ein roynir at rationalisera og effektivisera. Tvíeggjaða svørið Um somu tíð skal sigast, at heilsa ikki bert tørvar at vera ein útreiðsla, men avgjørt eisini kann geva inntøku. Hetta summ­ arið hevur eisini verið eitt fínt dømi um, at tá peningur kann forvinnast innan heilsu, tá skortast ikki upp á aktørar sum vilja hava ein part av køkuni. Alt frá hvør skal taka blóð­ royndir og gera kanningar til sensasionellar forsíður, soleiðis at bløðini verða seld. Hvør veit um ikki fleiri aktørar fara at gera seg galdandi í framtíðini? Eitt nú tryggingarfeløg, sum við einari serligari trygging tryggja kundanum viðgerð. Nær og hvar sum helst, blóð­ roynd ella vaccinatión um tørvur skuldi verið á tí. Ella umvent, at tað fer at blíva meir og meir trupult ella dýrari at fáa eina trygging yvirhøvur, tí hvat fyri tryggingarfelag vil tryggja ein, sum hevur eina kenda deyðiliga ílegusjúku? Kann væntast at ein í fram­ tíðini fer at síggja eina økta privatisering innan heilsuverkið eins og mann hevur sæð í lond­ unum kring okkum? Hvussu verður tá nýggja sjúkra­kassaskipanin verður tikin í brúk? Um tann nógv umtalaði ílegubankin verður settur á stovn, kann tað tá bein­ leiðis blíva inntøkugevandi at kanna fyri og finna ílegusjúkur? Vegamót til brúkaragjald Tað júst viðtikna uppskotið hjá nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum um brúkaragjald fyri summi í samband við kanning fyri ílegusjúkuni CTD er kanska júst eitt gott dømi um, at broytingar innan før­ oyska heilsuverkið eru í væntu. Tað er ógvuliga sannlíkt, at hetta ikki verður seinasta dømið, har politiski myndug­ leikin verður noyddur at gera slíkar raðfestingar. Har fara at koma enn fleiri ílegusjúkur undan kavi, og hvussu skal tá farast fram. Næsta nærlagda avgerðin kundi hugsast at blivið, tá vaccinan móti svínakrímið er liðug væntandi í nov.’09. Fara tá føroysku politikkarnir at geva eykajáttan, so at allir føroyingar skulu hava í boðið at blíva vaccineraðir? Um ikki, hvussu nógvar vaccinatiónir ætlar so Føroya land at keypa til landið, og hvør skal hava fyrstarætt til at fáa tær? Verður brúkaragjald neyðugt? Hesir spurningar eru londini rundanum okkum longu í ferð við at kjakast um og svara, og tað er tí neyðugt, at avvarðandi heilsumyndugleikar eisini tora at fara í holt við tílíkt kjak her heima. Tað er eisini sannlíkt, at tað fara at koma fleiri tílíkar støður har ynski um tiltøk og atgerðir ikki standa mát við teir ressurs­ irnar, sum eru til taks. Tískil fer aftur og aftur at vera neyðugt at gera raðfestingar. Hvørjar við­ gerðir skulu bjóðast út? Hvørjar viðgerðir skulu takast heim? Hvør skal sleppa av landinum til viðgerðar? Hvar og við hvørj­ um? Hvør skal hava rætt til kann­ ing? Hvør skal gjalda fyri kann­ ing og heilivág? Hvussu nógvir kommunulæknar skulu útbúgv­ ast? Hvussu nógv sjúkra­hús skulu vera í Føroyum? Osfr. Fitiepidemi Fyri at nevna eitt dømi, so liva vit í eini tíð, har vit longu hava eina aðra bókstaviliga risastóra avbjóðing innan heilsu, av mong­­um fakfólkum eisini kallað epidemi. Nevniliga fitiepidemiin. Henda avbjóðing fer um allan heim við eini ferð og við einum mynstri, ið á nógvum økjum mest av øllum líkist eini epidemi. Henda fer bert at vinda upp á seg innan fyri komandi árini. Tað er lítil ivi um, at hetta kann taka lívið av fleiri føroyingum enn bæði svínakrím og CTD tilsamans. Hvør skal tá hava rætt til viðgerð? Hvør skal hon verða og hvar? Hvør skal gjalda? Longu nú verða summi av hesum send av landinum til viðgerðar. Verður væntandi, at brúkaragjald eisini skal nýtast her? Sjálvt um tað innan fyri tey næstu árini skuldi komið ein heilivágur, sum kundi gjørt, at føroyingar kundu blivið viðgjørdir í Føroyum, so verður hetta uttan iva ikki nakar bíligur heilivágur. Krabbamein og hjartaæðra­ sjúkur eru aðrar sjúkur, ið longu sum er, kosta nógvum føroyingum lívið á hvørjum ári. Hetta er ikki fyri at siga, at tað ikki skal játtast pengar til áðurnevndu sjúkur, men fyri at gera vart við, at neyðugt er við einum kjaki um raðfestingar innan heilsuverkið. Raðfest­ ingar sum eisini eru óloysiligt tengdar at etikki og morali. Vøruúrvalið Tað gevur onga meining at játta pening til eitt heilsuverk uttan um somu tíð at vita, hvat man fær fyri peningin. Tað er neyv­ an nakar, ið fer at gjalda fyri eina vøru uttan at vita, hvat tað er fyri ein vøra ein keypir. Um somu tíð er tað allarhelst flest­ um kunnugt, at prísur og góð­ ska ofta fylgjast hond í hond. Er føroyska heilsuverkið sum ein handil, so eru kanningar og viðgerðir vørurnar. Sum keyp­ maður kann ein velja at hava nógvar ella fáar vørur í handli­ num. Men eingin keypmaður kann hava ein handil við øllum tonkiligum vørum. Framtíðin Seinastu tvær hendingarnar hetta summarið eru eitt gott dømi upp á, at innan heilsu er einki statiskt – broytingar kunnu koma nær sum helst, og tær kunnu koma so mikið skjótt, at neyðugt er at gera átøk her og nú. Støður har tíðin hevur avgerandi týdning á úrslitið. Um eingin frammanundan løgd raðfesting finst, fer mann altíð at vera eftirbátur, tá slíkar broytingar koma. Tað skilabesta grundarlagið fyri slíkum rað­ festingum er um kjakast verður um, hvat tað er fyri eitt heilsu­ verk ein ynskir sær og so gera neyðugu raðfestingarnar har­ eftir. Hetta er fyrst og fremst ein politisk ábyrgd, ið avvarandi politisku mynduleikarnar mugu tora at átaka sær. At tosa í stórum orðum og breiðum vendingum uttan nakað ítøkiligt, er eingin tjentur við - allarminst sjúklingurin. Føroyska samfelagið stendur framman fyri stórum avbjóð­ing­ um eisini á heilsuøkinum. Tað má summarið 2009 sigast at hava verið eitt gott dømi um. Men eins og summar aftur verður næsta ár, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn Føroya land stendur andlit til andlit við næstu avbjóðing inn­ an heilsu – sum óansæð hvat fer at kosta pengar at gera nak­ að við. Avvarðandi myndug­leik­ ar hava møguleikan og ábyrgd­ ina av at avgera, um hetta sam­ felagið tá skal verða fyrivarið ella eftirsnarið! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Proppleysa heilsufarið tíðargreinin Eivind Warberg Tíðargreinin