Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 153 - 14. august 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Føðingar Tann 9. juli fekk Símun eina lítlasystir, hon vigaði 3510 gr og var 50 cm long. Foreldur teirra eru Jóhanna og Jan Jóanesarson, búsitandi í Århus 17. juli fingu Eyð og Alex Nilssen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3666 gr. 1. august fingu Dora og Niels Pauli Nónstein, Keyp­ mannahavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3850 gr. 3. august fingu Súsanna á Dul og Hallur Thomsen, Argjum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3650 gr. 5. august fingu Luciana Santos og Torfinn Debes Davidsen, Kvívík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3200 gr. 8. august fingu Marie Langaard, Klaksvík, og Egi Gothard Danielsen, Strondum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr. 10. august fingu Mariann Nielsen og Petur Ove K. Johannesen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3225 gr. Ein kend býarmynd í Havn, Sámal Clementsen, hevur nú lagt ¾ øld aftur um seg. Sámal kom á blaðungum árum at starvast hjá tí, sum miðskeiðis í 20. øld nevnd­ ist »Post og Tele­graf­væs­ enet«, og sum í 1976 gjørd­ ist tann yvirtikni stovnurin »Postverk Føroya«. Í samfulla hálva øld var Sámal ein trúgvur og drúgv­ ur tænari fólksins, bæði í P&T og í Postverki Føroya. Á ungum árum kom hann at starvast saman við Pedda Post, Jógvan Post, Lava- Jákup, Jákup Sale og øllum hinum legendarisku post­ monnunum, sum vóru eitt við fólkið, sum her búðu. Saman við Eileri Rubeksen, Símuni Samuelsen o.ø. gjørdist Sámal eisini við tíðini ein kend býarmynd. Tá á døgum vóru menn fyrst aspirantar, áðrenn teir vóru settir í starv sum tæn­ astumenn hjá P&T. Hetta var í tíðini, tá postboðs­ starv­ið ikki var eitt vinstra­ honds discountarbeiðið, men eitt tignarligt starv, sum kravdi sín mann. Sámal hevur havt eina ótrúliga uttanatsvitan um, hvar hvør búði í Havn, Hoyvík og á Argjum, og hann var ikki sørur, tá tað kom til at kenna fólk kring alt landið. Sámal er í stutt­ um orðum eitt livandi »Post­leksikon«, ein vitan sum bert kann tilognast við einari stórari arbeiðsrutinu. Sámal var so gjøgnum­ førdur og nærlagdur, tá hann var virkandi post­boðs­ formaður og kontroleraði postruturnar kring alt landið, at tað tíðum næstan kundi vera strævið fyri tey, sum varðaðu av viðkomandi postrutu. Men Sámal setti eina stóra æru í, at alt var avgreitt á rættan hátt. Tiltikin sterkur og handa­ ligur hevur Sámal eisini verið, og hevur hann smíð­ að, stoypt, fiskað og flett fyri allar pengarnar. Bæði børn, familja, vinir og onnur havt stóra gleði av tí stóra arbeiðsinnsatsinum, sum Sámal hevur lagt fyri dagin. Bæði Post- og Telegraf­ væsenet og Postverk Føroya er farin í søguni, men minn­ ini standa í huganum, tá ein maður var ein maður, og tá eitt starv var eitt starv, har nærlagni, tign, samvitska og ein greiddur arbeiðs­ setningur gingu upp í eina hægri eind. Við sína lið hevur Sámal havt Jastrud, sum nú eisini fer um tey 75 árini, og saman fara tey í morgin at halda dupulta føðingardagin í felags­hús­ in­um hjá Starvs­manna­ felaginum. Jastrud og Sámal eiga fimm børn, Tey eru Anna, Malan, Elsebeth, Hans og Fróði. Jastrud og Sámal eiga 15 ommu- og abbabørn. Vit sum arbeiddu saman við og undir Sámali ynska honum og Jastrud tilluku við teimum 150 árunum. Hann, sum tit hava sett tykk­ara lít á sær til, at tit fáa eitt blítt og gott lívs­ kvøld. Fyrrverandi starvsfelagar Dáttliga bórust boðini sunnu­morg­ unin um Árna Joensen, sum and­ aðist bert 58 ára gamal. Árni Joensen var formaður Klaks­víkar Ítróttarfelags frá 1994 til 1998, og hetta tíðarskeiðið var merkt av stórum avbjóðingum og vøkstri. Árni Joensen tók við formans­ sessinum longu á heysti 1993, tá Karl Heri Joensen fór í løgtingið fyri Asbjørn Joensen, sála. Á aðal­ fundinum í februar 1994 var Árni valdur til formann og stjórnaði felagnum við hepnari hond. Undir slagorðunum - KÍ er fyri øll - legði hann dent á, at øll skuldu kenna seg væl og skipaði viðurskifti kring fót­bóltin og hondbóltin - ítróttar­ ungdómi okkara at frama. Tá KÍ í 1992 fekk í boði sum fyrsta føroyska felagið at luttaka í Evropa Cup sum meistarar, varð kjallarin í heiminum hjá Rannvá og Árna umgjørdur til KÍ-skrivstovu. Alt samskiftið við lettiska høv­uðs­ staðarfelagið - Skonto Riga - gekk umvegis heimið á Heygavegi og ofta var trupult á at skyna, nær Árni var til arbeiðis og nær hann arbeiddi fyri KÍ. Árni var formaður, tá KÍ vann kappingina um løgmannsteypið í 1994, og árið eftir stóð hann á odda fyri felagnum í samband við søguliga sigurin á Svangaskarði móti Ísraelsku steypavinnarunum - Maccabi Haifa. Hetta var fyrsta ferðin, at føroysk felag hevði vunn­ ið dyst í evropa cup. Árni var ein djúphugsandi maður sum eisini kundi verða tvørur, tá á stóð. Hesir eginleikar komu felag­ num til góðar, og tað var við Árna Joensen sum formanni, at ognar­ viðurskiftini kring KÍ-høllina vóru fingin í rættlag, og hevur hetta havt stóran týdning fyri felagið fram til dagin í dag. Árni hevði hjarta við øllum pørt­ um av Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tí verður hann eisini stórliga sakn­ aður. Vit drýpa høvur og minnast vin okkara Árna Joensen við takk­ semi. Klaksvíkar Ítróttarfelag vil sýna tykkum Ránnvá og børnunum; Ragn­ar, Súsannu og Janu okkara djúp­astu samkenslu. Ein serlig heilsan til systkini hjá Árna: Jónu Tórfríð, Ásu og Jógvan Andreas. Sorgin og saknurin er størstur hjá tykkum, men má Harrin signa og styrkja tykkum øll. Friður verður við minninum um Árna Joensen. Klaksvíkar Ítróttarfelag Sámal Clementsen, 75 ár Fyrrverandi KÍ formaðurin Árni Joensen farin Merkisdagar Prógv Í januar 2009 fekk Jóhanna Restorff Jóanesarson prógv sum professiónsbachelor í sjúkrarøktafrøði á Sygeplejeskolen í Århus. 85 ára føðingardagur Hósdagin 20. august fyllir Anna Maria Davidsen, vanliga nevnd Mia, 85 ár. Dagurin verður hildin á Ellisheiminum í Runavík frá kl. 17.00. 80 ára føðingardagur 15. august fylla Petra Danielsen og Antona Fauerholdt Jesper­ sen 80 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum 12. september kl. 19.00. 75 ára føðingardagur 14. august fyllir Elisabeth Poulsen, Ljósá, 75 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 15. august frá kl. 17. Føðingardagar Leygardagin 15. august halda Jastrud og Sámal Clementsen 75 + 75 ára føðingardag. Dagurin verður hildin »Starvsmanna­ felagshúsin­um«, J. H. Schrøtersgøta 9. Tey, ið ynskja at heilsa uppá, eru vælkomin millum kl 11 og kl 17. Silvurbrúdleyp Týsdagin 18. august hava Lydia og Jóan Magnus Jensen Kvívík silvurbrúdleyp Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp Týsdagin 18. august hava hjúnini Annie og Mortan Højgaard, Toftir, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima á Heygsvegi 37 frá kl. 9.00 til 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.