fríggjadagur 14. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 14. august 2009
15
Sunnudagin 16. august
fyllir Tommy Petersen á
Argjum 60 ár.
Tommy er dani, sum
hevur búð í Føroyum
síðan 1974. Hann hevur
helst roynt meira enn tey
flestu á síni yrkisleið,
bæði í Danmark,
Føroyum og kring um í
heiminum.
Eftir at hava lokið stu
dentsprógv í Næstved í
1968, fekk hann sær leið
araútbúgving sum
sersjantur á Hærens
Befalingsmandsskole í Sønderborg í 1969 og var í
danska herinum til 1970.
Í 1974 tók hann prógv sum sosialráðgevi í Esbjerg,
og sama ár fekk hann starv sum leiðari av Andveikra
verndini í Føroyum. Hetta starv røkti hann í fyrsta
umfari til 1978, tá hann fór at lesa løgfrøði í Keyp
mannahavn og arbeiddi í lestrartíðini hálvan dag í
danska sosial- og umhvørvismálaráðnum. Frá 1980-81
var hann settur leiðari av Andveikraverndini í Føroyum.
Eftir at hava lokið løgfrøðiligt kandidatprógv í
Keypmannahavn, fekk hann í 1984 starv sum fulltrúi á
Almannastovuni í Havn. Frá 1985-87 var hann skrivari
í Aliráðnum, og frá 1987-93 var hann stjóri á Almanna
stovuni.
Tommy var ráðgevi í vinnumálum hjá Føroya
Landsstýri frá 1993-98, har hann t.d. arbeiddi við fiski
vinnu og handilssáttmálum við ES, EFTA og eystur
europeisk lond. Eftir tað var hann stjóri á Føroya
Kærustovni frá 1998 til 1999, tá hann fekk starv sum
district advisor hjá DANIDA í Nepal, har hann eitt
skifti var nevndarlimur í felagnum fyri DANIDA-
ráðgevar í Nepal.
Frá august 2003 til februar 2004 var hann útsendur
av danska uttanríkismálaráðnum til Irak sum ráðgevi.
Eftir tað vóru aftur boð eftir Tommy til eitt starv sum
seniorráðgevi hjá DANIDA í umhvørvismálaráðnum í
Kairo í Egyptalandi. Hetta starv røkti hann frá 2004 til
2008, tá hann kom heim aftur og fekk starv sum løg
frøðiligur ráðgevi hjá Vinnumálaráðnum. Í dag er
Tommy stjóri á Føroya Altjóða Skipaskráseting og
Skráseting Føroya.
Umframt sítt arbeiði í Føroyum og uttanlands hevur
Tommy havt fleiri álitsstørv. Hann var t.d. limur í
nevndini í Sosialráðgevarafelagnum í 70-unum og
fyrsti formaður í Felagnum fyri Búskapar- og
Løgfrøðingar í 80-unum. Hann hevur sitið í nevndini
fyri Ráfiskagrunnin og í nevndini fyri Sjúkrafrøð
ingaskúlan. Eitt skifti var hann formaður í Ráðnum fyri
Brekað, sum var ráðgevandi fyri landsstýrismannin í
almannamálum. Eisini var hann limur í teimum báðum
nevndunum, sum í nítiárunum skrivaðu bláa og reyða
álitið um ES.
Tommy er giftur Maju Larsen, sum hann 13. juli í ár
kundi halda silvurbrúdleyp saman við. Børnini eru:
Gyðja (16 ár), Liv (23 ár) og Janus (32 ár).
-red
Tommy Petersen 60 ár
Sunnudagin
16.
august
verður Tommy Petersen 60
ár. Ikki sæst tað á honum,
hvørki í sinn ella skinn. Og
tá
hugsað
verður
um,
hvussu nógv hesin nú aldr
andi unglingi hevur upp
livað og roynt, so er tað enn
meira óskiljandi, at árini
ikki eru enn fleiri. Í mun til
okkum
deyðiligu
hevur
hann nú í mong mong ár
roynt eydnuna úti í stóru
verð, har danskir argjamenn
eru sjáldsom sjón. Og sum
ein, ið roynir at finna sær
ævigt lív ella í hvussu er
gerast fleiri hundrað ára
gamal eins og tey, sum
búgva í Sjangri La í
Himmalayafjøllunum,
í
nepalesiska umhvørvinum.
Hann hevur eisini arbeitt í
krígsherjaða Irak og hevur
roynt at rætta ríki faroanna,
Egyptalandi, eina hjálpandi
hond.
Jú fáur her á landi man
hava upplivað so nógv og
verið fyri so mongum
spennandi og gevandi av
bjóðingum
sum
tann
spelkni
Tommy.
Hesin
fryntligi og altíð positivi,
men eisini kontanti og krit
iski argjainnflytarin hevur
dugað at liva lívið, meðan
vit onnur framvegis damla í
og ikki koma upp úr heim
føðisliga dunnuhylinum.
Tey, sum kenna Tommy,
vilja helst nikka játtandi, tá
Tommy fær góð og lívs
játtandi skoðsmál. Hann er
ein livimaður, ein, sum ikki
letur seg tøla av gerandis
stressinum. Altíð miðvísur
og vitandi/bevístur um tað
hann ger og ikki minst vil.
Næstan altíð í góðum lag,
smílandi, fyrikomandi og
ikki at gloyma ein trúgvur
vinur. Eitt sosialt vesin vil
onkur kalla hann á gøtu
donskum. Altíð góður at
tosa við og fáa góð ráð frá,
ein analytikari sum fáur,
ein, sum lurtar og út frá tí
hann hoyrir ger sær sínar
væl undirbygdu niðurstøður.
Hóast hann eisini kann vera
rættiliga avgjørdur, so er
hann tó altíð opin fyri tí
mennandi dialoginum. Men
hann hevur sanniliga eisini
góða tendring, serstakliga
tá hann følir ella heldur, at
tingini ikki koyra, sum tey
eiga ella um onkur hevur
borið seg heilt skeivt at. Tá
kunnu koma banniorð á
varrarnar, tí hann er altíð
fult engageraður í tí, sum
fer fram rundan um hann,
upp á gott og ilt.
Hvør kennir ikki ella
hevur ikki sæð henda lætt
gongda mann, sum hvønn
dag snimma á morgni legg
ur leiðina av Argjum og
heim til Havnar, ein, sum
tekur CO2 hóttanina í
størsta álvara. Altíð væl
upplagdur á ferð og við tí
fryntliga og sjarmerandi
smílinum, tó av og á fjalt av
tjúkkum sigarroyki. Hóast
arbeiðsgrev so er hann eis
ini lívsnjótari av fyrstu
skuffu, og til hesa njóting
hoyra ikki bert ein góð
kona, evnarík børn og góðir
vinir og starvsfelagar men
eisini ein góð sigar og ein
góður whisky, tá umstøð
urnar tala fyri tí. Tosar tú
við hann ella hoyrir hann í
loftmiðlunum, so fær tú
eina kenslu av, at hann eis
ini á hesum øki er nærlagdur.
Hevur lært seg føroyska
málið og dugir væl at hand
fara tað, hóast hann kom
vaksin úr Danmark til Før
oya og hevur brúkt nógva
tíð í útlondum.
Onkur man nokk undrast
á, hvussu tað ber til, at ein
maður sum Tommy skal
hava fingið loyvi til at fara
av landinum so oftani við
farloyvi frá tí almenna. Ja,
út í verðina at dusa sær,
meðan vit onnur deyðiligu
skulu stríðast og strevast
her heima vil onkur ill
tunga siga. Men hví ikki
heldur síggja tað positiva
og skilagóða í hesum. Er
tað ikki gott, at fólk í al
mennum størvum hava vilja
og dirvi til at seta gummi
skógvarnar frá sær og eina
løtu leita út í stóru verð at
fáa sær nýggjar avbjóðingar
og síðani kunnu koma
heimaftur við eldhuga og
uppladaðum battaríum, ja
við nýggjari barlast, sum
so aftur kann koma landi og
fólki her heima til góða! Ja,
er hetta ikki ein góð íløga
fyri allar partar, tað at nøkur
okkara kunnu fara út í
heimin og fáa sær royndir
og vitan og koma heimaftur
við teimum at brúka í sínum
arbeiði og privata lívi! Tað
er so heldur ikki ein og
hvør, sum er so heppin at
verða góðkendur sum ráð
gevi og hjálparmedarbeið
ari í øðrum londum. Til tess
krevst ikki bert eitt fakligt
innlit, her hava persónligir
og menniskjansligir egin
leikar alstóran týdning, og
eingin ivi er um, at tey trý
árini í Nepal, mangan undir
sera torførum umstøðum,
hava verið við til at lata
portur upp, tá Tommy seinni
fór til Irak og Egyptaland.
Her hava hansara ábyrgd
arkensla og evnini til at
samstarva og samskifta utt
an iva talt nógv.
Tommy hevur eina góða
og dugnaliga konu í Maju.
Tá boð eru eftir Tommy í
Nepal ella Egyptalandi, so
er Maja við hansara lið. Frá
byrjan til enda. Í juli høvdu
tey bæði silvurbrúdleyps
dag, og hann var hildin í
Himmalayafjøllunum sam
an við vinfólki og fyrrver
andi starvsfeløgum har.
Tommy byrjaði lívsleið
sína í Føroyum á almanna
økinum. Seinni hevur hann
fingist við bæði ali- og
oljuvinnu fyri síðani at
royna seg í eini heilt nýggj
ari vinnu. Við dyggum
altjóða royndum er hann nú
farin at halga sítt lív til at
menna nýggju føroysku
vinnugreinina,
føroysku
altjóða skipaskrásetingina.
Eingin ivi um at her hevur
landsstýrið valt tann rætta
mannin. Her koma hansara
royndir sum ráðgevi í fjar
skotnum londum væl við, tí
nettupp dialogurin og hetta
at kunna skilja menniskju
við øðrum mentanum og
við øðrum máli hevur nógv
at siga, fyri at henda nýggja
vinna kann fáa fótin fyri
seg her heima. Og úrslitini
hava longu víst seg, tó at
hetta er ein long tilgongd.
Tommy Petersen er eitt
dømi um ein persón, sum
kemur uttanífrá tó úr øðrum
parti av ríkisfelagsskapin
um, til Føroya og við at
gerast ein av okkara, før
oyingur, hevur hann tilført
hesum lítla samfelagnum
nógv gott og nýtt, sum vit
so sanniliga eisini hava
brúk fyri. Í mongum eru vit
tíverri eitt alt ov afturlatið
og samangrógvið samfelag,
tí er gott við fremmandum
blóði. Og kanska tað eisini
er ein fyrimunur fyri okkara
samfelag, at útlendskir inn
flytarar júst hava tað við
sær fram um okkum inn
føddu, at teir tora ella hava
lættari við at fara út í stóru
verð at taka við avbjóðing
um og menna seg og harvið
verða enn betur førir fyri at
byggja land her heima. Gott
í teg Tommy! Vónandi fær
tú mong góð ár aftrat her,
ikki minst saman við Maju,
og vónandi sleppa vit fram
haldandi at fáa nógvar góð
ar løtur saman við tær.
Jan
Altjóðaligur danskur
argjamaður 60 ár
Dagurin
14. august. Eusebius. Fleiri halgimenni at navni
Eusebius eru knýtt at degnum 14. august.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá ein prís!