fríggjadagur 14. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 153 - 14. august 2009
Teoriskeið
til persónbil
byrjar
mikudagin
26. aug.
kl. 17.00
Teoriskeið
til lastbil, buss
og trailara byrjar
mikudagin
26. aug.
kl. 19.00
John tel 21 4775
Rúni tel 21 4765
Uppsagnir hjá Finnair
Finska flogfelagið Finnair almannakunngjørdi í morgun,
at felagið hevur gjørt av at skerja starvsfólkatalið fyri at
skerja rakstrarútreiðslurnar. Avgjørt er at umskipa
raksturin frá 1. oktober, og umskipanin fer at hava við
sær, at 200 fólk missa síni størv. Finnair
almannakunngjørdi í síðstu viku roknskapin fyri annan
ársfjórðing. Úrslitið var 26,1 milliónir evrur í halli. Um
orsøkina varð sagt, at hallið stóðst av fækkandi ferðafólki
og fellandi ferðaseðlaprísum. Fyrr í vikuni boðaði
skandinaviska flogfelagið SAS frá enn einari
hópuppsøgn.
Rætturin til
tað góða lívið
Tíðindaskriv
Týsdagin 18. august klokkan 19.30 verður eitt áhguavert
tiltak í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tiltakið, sum
hevur heitið “Rætturin til tað góða lívið”, hevur áður verið
hildið í Havn og í Suðuroy, og hevur verið sera væl vitjað.
Tað er Blái Krossur Føroya, sum skipar fyri.
Vit góðtaka, at mamma og pápi kunnu drekka rúsdrekka.
Sum samfelag góðtaka vit, at fólk hava frælsi at drekka -
og at drekka seg full. Men við hesum verða vit eisini noydd
at hava í huga, at nýtsla av rúsdrekka kann taka tað góða
lívið frá teimum nærmastu - teimum avvarðandi.
Ætlanin við tiltakinum er at varpa ljós á teir trupulleikar
rúsdrekka hevur við sær, ikki fyri misnýtaran, men fyri tey,
sum eru um hann - tey avvarðandi. Hvørt tað so er ein
maki, børn ella foreldur, so verða tey ávirkað av misnýtsluni
hjá misnýtaranum. Hetta kann hava ógvusligar fylgjur á
lív teirra.
Tiltakið í Kvinnufelagshúsinum verður skipað sum ein
pallborðsfundur. Við pallborðið sita fólk, sum á ymiskan
hátt hava merkt, hvat tað er at liva saman við einum rús
misnýtara. Eisini sita umboð fyri Blákrossheimið við pall
borðið.
Tiltakið er alment, og høvi verður eisini at seta spurningar
og gera viðmerkingar.
FYRSTI SKÚLADAGUR
Nú summarið er farið at
halla, og børnini gera seg
til reiðar at fara á skúla
beinkin aftur, hevur Um
hvørvisstovan leitað fram
nøkur góð ráð til børn og
foreldur teirra, sum kunna
nýtast tá skúlataskan skal
gerast klár. Kanning sum
danska Miljøstyrelsen hev
ur latið gera vísir, at tað
kunnu finnast óheppin evni,
so sum PVC, ftalat og tung
metal í eitt nú skúlataskum,
pennahúsum og viskileðri.
Hesi evni kunna vera skaði
lig fyri børnini, samstundis
sum hesi evni eisini eru ein
umhvørvistrupulleiki,
tá
tey enda í ruskspannini.
Viskileður kann innihalda
bleytt PVC, eins og partar
av skúlataskum og penna
húsum kunnu vera klødd
við PVC. Bleytt PVC inni
heldur sum oftast ftalat, og
fleiri ftalat kunnu vera hor
monórógvandi.
Tá nýggj skúlataska skal
keypast og ymsir lutir til
pennahúsi, kanst tú sum
foreldur gera títt til, at tíni
børn ikki verða útsett fyri
skaðiligum evnum.
Umhvørvisstovan hevur
tí hesi ráð:
- Keyp skúlalutir, ið bera
CE merkið - tað merkir,
at tey eru at rokna sum
leikur og harvið ikki
mugu innihalda tey
skaðiligu ftalatini
- Lat ikki børn nýta eldri
viskileður, tá hesi kunnu
innihalda ftalat.
CE-merkið er á nógvum
ymsum vørum. Tað skal eitt
nú setast á allar leikur, ið
eru ætlaðar børnum í aldri
num 0-14 ár. Merkið er
framleiðarans/innflytarans
háttur at kunna um, at vøran
lýkur tey heilsu- og trygd
arkrøv, sum eru í leikaregl
unum.
Fleiri hermenn til Afghanistan
Amerikanska herleiðslan umhugsar, um hon skal senda fleiri hermenn
afturat til Afghanistan, enn stjórnin longu hevur samtykt. Barack Obama,
forseti, hevur gjørt av at senda 21.000 hermenn afturat til Afghanistan, og
um ársskiftið verða 68.000 amerikanskir hermenn har. Robert Gates,
verjumálaráðharri, sigur við AFP, at amerikanska stjórnin má ansa eftir, tí
tað kann elva til misnøgd milloum afghanar, um USA sendir ov nógvar
hermenn til landið. Sambært AFP umhugsa amerikanararnir at leggja størri
dent á at verja teir afghonsku býirnar heldur enn at jagstra uppreistrarmenn.
Tvingsils-
søla
15. september 2009,
kl. 09.45 verður á Dóm
araskrivstovuni, C. Pløy
ensgøtu 1, 100 Tórs
havn hildin tvingsils
søla yvir ognina matr.
nr. 1334, Klaksvík,
sum liggur á Kjalar
vegur 27, 700 Klaksvík.
(AS nr. 236/2009)
Talan er um eini sethús
í tveimum hæddum.
Húsini eru innrættað
soleiðis:
stovuhædd: Inngongd
v/trappu uppá, stova,
køkur, lítið rúm inn frá
køkinum,
kamar,
kjallararúm/fýrrúm við
úthurð, WC.
1. hædd: Gongd, lítið
goymslurúm,
baði
verilsi v/brúsu, WC og
vask, stova, kontór, 2
lítil kømur og 1 størri
kamar.
Hjallur er bygdur í hús
ini ájavnt 1. hædd við
goymslurúmi niðri undir.
Húsini
treingja
til
ábøtur og viðlíkahald,
harundir soleiðis, at
veindeygu og tak eru í
vánaligum standi
Tvingsilssølan er um
biðin av Jógvan E.
Ellefsen, adv., Yviri við
Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 311260 (sak nr.
4974101), sum kann
geva nærri upplýsingar
um ognina.
Tvingsilssøluuppgerð
kann umbiðjast hjá
nevnda advokati ella
hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 12/8-2009
Góð ráð til fyrsta skúladag
Savnsmynd