fríggjadagur 14. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 | vikuskifti | 14. august 2009 | 83. árgangur
Vikuskifti
Woodstock-festival
urin var hæddarpunkt
ið í hippie-tíðini. Hann
var hildin uttanfyri
býin Bethel í ameri
kanska deilríkinum,
New York í 1969.
Festivalurin gjørdist
fyrimyndin fyri aðrar
stórar festivalar kring
heimin
Woodstock-festivalurin var ein
sannur tónlistaligurligur
marknasteinur, men satt at siga,
so varð Woodstock-festivalurin
als ikki hildin í Woodstock.
Festivalurin bleiv upprunaliga
marknaðarførdur sum
”Woodstock music and art fair”.
Men íbúgvarnir í býnum,
Woodstock í deilríkinum, New
York vildu ikki hava, at hesin
tónleikafestivalurin skuldi vera í
teirra heimbýi. Tey mótmæltu so
harðliga, at fyriskiparnir sóu seg
noyddar til at flyta festivalin til
eitt annað stað. Men av tí, at
somikið var fráliðið, so valdu
fyrireikarnir at halda fast við
navnið ”Woodstock music and art
fair”, eisini fyri at lætta um
marknaðarføringina.
Festivalurin bleiv fluttur til
eitt økið, sum liggur uttanfyri
býin Bethel. Bethel liggur 80
kilometrar frá Woodstock.
Festivalurin var hildin á einum
stórum øki, sum bóndin, Max
Yasgur átti. Max Yasgur óttaðist
fyri, at ein stórur ruðuleiki fór
at standast av hóvastákinum
rundan um festivalin, men aftaná
festivalin var hann ein glaður og
lættur maður. Hann hevði møtt
hópin av fólki, sum vildu hava
eina betri og tryggari verð. – Tað
er vón fyri einari ljósari og betri
framtíð, segði Max Yasgur aftaná
festivalin. Festivalurin vardi í fýra
dagar, og var hildin í døgunum
millum 15. og 19. august.
At byrja við kravdu fyriskiparnir
eitt gjald frá øllum teimum,
sum komu til festivalin. 186.000
atgongumerki vóru eisini seld,
men fólk streymaðu til festivalin
í so stórum streymum, at
fyrireikarnir vóru fullkomuliga
tiknir á bóli. Endin var, at teir
loyvdu bara fólki at koma ókeypis
til festivalin. Endin var, at ein
hálv miljón fólk komu, hóast
festivaløkið als ikki var bjálvað
til eina tíllíka stóra undirtøku.
Matur manglaði, nærum eingi
nátthús vóru, og øki til røkt av
sjúkum og løstaðum fólki vóru
heldur ikki tøk. Tað regnaði illa,
og í løtum var festivaløkið eitt
stórt runudýkið. Men øll, sum
vóru til staðar vóru samd um,
at alt gekk friðaliga fyri seg á
festivalinum. Hetta var annars í
einari tíð, har nógvur ófriður og
nógv rok var kring alt USA. Nógvir
gøtubardagar vóru í amerikonsku
stórbýunum, tí fólk mótmæltu
krígnum í Vietnam. Nógvur
rasuófriður var eisini kring alt
USA, og kastaði hetta myrkar
skuggar yvir politikkin í USA.
Sæð í ljósinum av hesum, var
Woodstock-festivalurin mettur at
vera fyrimyndarligur.
Nógv kend nøvn framførdu á
Woodstock-festivalinum. Millum
tey mest kendu kann ein nevna
The Who, Jimi Hendrix, Jefferson
Airplane, The Grateful Dead,
Janis Joplin, Arlo Guthrie, Bert
Summer, Blood, Sweat and Tears,
Quill, Ravi Shankar, Creedence
Clearwater Revival, Crosby, Stills,
Nash and Young, Joe Cocker,
Santana, Sweetwater, Sha Na
Na, Ten Years After. Langt lív
var ikki lagað Jimi Hendrix og
Janis Joplin, sum bæði doyðu
fyrst í 1970-unum, men teirra
framførslur á Woodstock vera
metta at vera legendariskar.
Serliga tiltikin er tulkingin hjá
Jimi Hendrix av amerikanska
tjóðsanginum ”The Star Spangled
Banner”.
Woodstock-festivalurin gjørdist
fyrimyndin fyri aðrar festivalar,
og longu í 1971 var tann fyrsti
Roskilde-festivalurin. Isle of
Wight, sum flestu føroyingar
kenna frá oyggjaleikunum
hevur eisini hav tein festival í
eitt mannaminni. Síðani hava
festivalarnir breitt seg sum
hundalond, og stutt aftaná
aldarskiftið var siðurin so eisini
tikin upp í Føroyum. Woodstock-
festivalar hava verið hildnir
aftur, men mong meta ikki, at
hesir hava livað upp til andan,
sum var á tí fyrsta Woodstock-
festivalinum. Mong av teimum
tiltiknu illneitaðust inn á
Woodstock-festivalin í 1999, tí
tey mettu, at fyrireikarnir stóðu
fyri einum alt ov kommersielum
tiltaki, sum royndi at spinna gull
uppá tónlistarliga hæddarpunktið
frá hippie-tíðini.
40 ár síðani Woodstock-festivalin
Festivalur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo